Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-25, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 120 - 25. juni 2008 tíðindi Jóansøkan 2008 í Vági fór framvið í dýrdarveðri, og sum myndirnar vísa, var nógv á skránni til bæði stór og smá Jóansøka Myndir; Jóhannus Andreasen/Dagfinn Olsen Lagt tilrættis; Dagfinn Olsen Mest av øllum var jóansøkan í Vági merkt av dýrdarveðri og nógvum stevnugestum. Serliga leygardagin vitjaðu nógv fólk, tí nógv var á skránni, har fólk úr øllum landinum tóku lut, so sum kappróður, renning og fótbóltsdystir. Ingeborg Vinther, for­ kvinna í Føroya Arbeiðara­ felag, setti jóansøkuna. Svenn Olsen, vágbingur og útiseti, helt midnáttarrøðu. Sum útvarpsverturin helt fyri í beinleiðisfrásøgn síni, so kom ikki ofta fyri, at so skjótt er at avgreiða allar róðrarnar, sum tað var á jóansøku í ár, og veðrið kundi heldur ikki verið betri til kappróður. Smyril – hesin rári gestur á Vágsfirði – fylti væl í myndini, og Salka Valka, ið nú hevur norskan eigara, vitjaði eisini við bryggju. Nógv var til bæði stór og smá, og eittnú var stórfingin sýning við Garðabrúgv, tá Suðuroyar Sunnara Bjarg­ ingarfelag vísti fram bjarg­ ingarúrgerð, og ikki minst vísti fram nýggja bjarging­ arbátin Lív, sum Havnar Bjargingarfelag eigur. Vit lata myndirnar tala fyri seg. Jóansøka í dýrdarveðri