Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-25, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingartilfar lýsingartilfar BILLUND - barnabýur burturav Í góðveðrinum á hvítusunnu var Sosialurin fimm dagar í Billund, har vit við barnabrillum og foreldraeygum upplivdu heimskenda legobýin. Fyrstu dagarnar gistu vit á Hotel Legoland og seinni á Hotel Propellen, sum er beint við. Heimanífrá leigaðu vit bil frá 62° N, sum stóð klárur á flogvøllinum í Billund. Ein dag koyrdu vit 20 minuttir norðureftir til Givskud Zoo, og ein annan dag tveir tímar suðureftir til Danfoss Universe á oynni Als. Sosialurin á ferð Hotel Propellen er eitt 4 stjørnað hotel, sum liggur bert 500 metrar frá Legoland í Billund. Har eru 91 kømur, 3 svitir, eksklusiv matstova, barr og rúmlig fundarhøli. Hotellið hevur ein lítlan men deiligan innandura svimjihyl, sum eisini hóskar til børnini, umframt sól og hitarúm. Ókeypis tráðleyst Internet er ein sjálvfylgja í øllum rúmum, og spælipláss eru til børnini, bæði innandura og uttandura. Hotel Propellen bjóðar serlig tilboð til familjur, sum vitja LEGOLAND og Givskud-Løvepark. Eitt nú fæst gisting í eina nátt, náttarði við tveimum rættum, morgunmatur og atgongumerki til Legoland fyri bert 968 kr. fyri vaksin og 399 kr. fyri børn undir 13 ár. Eitt annað gott tilboð frá Hotel Propellen er sami pakki, men við gisting í tveir dagar, umframt atgongumerki ein dag í Legoland og ein dag í Givskud-Løvepark. Her er kostnadurin 1727 fyri vaksin og 649 fyri børn undir 13 ár. Hesi tilboð eru bert galdandi um minst tvey vaksin gista á kamarinum. Hotel Propellen Á Hotel Propellen eru allir hentleikar og bæði stór familjukømur og vanlig kømur Hotellið liggur beint við Legoland. Uttandura ber til at sita og sóla sær Heimasíður um Billundleiðina www.hotellegoland.dk www.legoland.dk www.legoland-village.dk www.billundcamping.dk www.billund-grindsted.dk www.billund-bad.dk www.givskudzoo.dk www.givskudzoo.dk/dk_danhostel www.danfossuniverse.dk www.danhostel-sonderborg-vollerup.dk www.62n.fo www.billund-airport.dk www.zleephotel.dk www.atlantic.fo/ Tann føroyska vikarstovan Føroya Care vikarstovan byrjaði 07.07.2007. Hetta er ein vikarstova sum er fyri alt heilsuøkið í Føroyum. Tørvurin á vikarum er stórur innan heilsuøkið; men enn hevur ongin víst áhuga fyri hesi vikarstovu, ið er tann einasta sum hevur sáttmála við fagfeløgini á føroyska arbeiðsmarknaðinum og lúkar tær treytir ið Heilsumálaráðið hevur sett. Í nærmastu framtíð hava tey sáttmálar við onnur fagfeløg á heilsuøkinum í Føroyum, tað eru tey glað fyri. Men harmuligt er at vikarstovan ikki er komin í gongd enn her á landi .Tí síggja tey einasta møguleika fyri at koma at virka, at fara í onnur lond, teir sátmálar eru eisini klárir í næstum. Áhugin er stórur hjá teimum, ið eru tilmeldað vikarstovuni, eisini at koma til onnur lond at arbeiða. Tað eru tey fegin um tí teimum loyngist eftir at koma í gongd. Øll eru vælkomin at seta seg í samband við Føroya Care ella støkka inn á gólvi til eitt prát. Oda Andreasen