Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-25, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 2008síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 25. juni 2008 45 Samtakið kring Miðlahúsið fevnir um Sosialin og Miðlavarpið, ið rekur Rás2. Í samtakinum starvast í dag 42 fólk. Starvslýsing: Journalistur til Miðlahúsið miðlahúsið í Vágsbotni Hevur tú eina miðlakvinnu í búkinum? Kom og hjálp okkum at menna Rás2, Sosialin og Portalin. Í Miðlahúsinum í Vágsbotni vilja vit støðugt styrkja okkum til avbjóðingarnar í einum livandi fjølmiðlaheimi. Síðani oktober í fjør hevur Rás2 verið partur av okkara samtaki, sum er í støðugari menning. Nú sóknast vit eftir fólki at styrkja um tíðinda- og aktualitets partin á redaktiónini, fyrst og fremst á Rás2. Sum partur av Miðlahúsinum fær tú møguleikan at virka í einum livandi og dynamiskum fjølmiðlaumhvørvi, har vit í felag royna at gagnnýta styrkir og møguleikar hjá okkara miðlum. So hevur tú hug til tíðindaheimin? Nøs fyri eini góðari søgu? Hevur tú hug og evni, bæði at arbeiða sjálvstøðugt og tætt saman við øðrum. Og dámar tær avbjóðingar? So lat okkum frætta frá tær! Útbúgving og/ella royndir innan fjølmiðlaøkið eru absolutt fyrimunir, men tó ikki treytir. Tú byrjar í starvi hjá okkum skjótast tilber, men helst ikki seinni enn 1. august. Tú frættir meira um starvið við at seta teg í samband við Jan Müller, stjóra, á telefon 341800. Eisini ber til at senda teldubræv til jan@sosialurin.fo Merkið brævbjálvan »umsókn« og sendið hesa í seinasta lagi 15. juli til: P/F Miðlavarpið Postsmoga 76 FO-110 Tórshavn