hósdagur 26. juni 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 121 - 26. juni 2008
Sunnudagin legði
”Logos Hope” til
bryggju í danska
býnum Køge. Hetta
hendir eftir at
skipið, sum er gamla
Norröna hevur fingið
stórar umvælingar
á skipasmiðjum í
Kroatia og Týsklandi.
Trúboðan
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Køge: Frá at hava verið eitt
ferðamannaskip, er Logos
Hope í dag umbroytt til eitt
nýtt missiónsskip.
Tey, ið áður hava ferðast
uttanlands við táverandi
Norrönu, munnu neyvan
kenna skipað aftur innan
borða.
Millum stóru broytingar
nar kann nevnast, at eitt
dekk er gjørt aftrat á gamla
bildekkinum, eins og ein
stór høll er gjørd afturi í
skipinum til framførslur og
annað.
Har er so at siga alt broytt,
soleiðis at bæði støddin og
innrættingin av tí júst kann
geva felagsskapinum og
manningini møguleikarnar
at inna sína tænastu: At
geva vitan, hjálp og vón til
fólk kring allan heimin.
Ætlanin
er
at
skipa
soleiðis fyri, at almenning
urin
skal
kunna
vitja
umborð á Logos Hope trý
vikuskifti í august mánaði.
Tað er felagsskapurin
»Operation Mission« sum
rekur hetta missiónsskipið.
Felagsskapurin arbeiðir í
fleiri enn 100 londum og
hevur fleiri enn 4000 sjálv
bodnar medararbeiðarar úr
øllum heimsins londum.
Nógv eftir at gera
Sunnukvøldið hendi so tað,
sum mong hava bíðað leingi
eftir. At Logos Hope kom til
Danmarkar, har seinasta
arbeiðið
umborð
skal
gerast.
Nógv hevur verið fyrireik
að í hesum sambandi. Eitt
skifti var ætlanin at hava
almennu móttøkuna í danska
høvuðsstaðnum, men hetta
varð seinni broytt til Køge,
ið liggur beint sunnanfyri
Keypmannahavn.
Hagar kom Logos Hope
um hálvgum sjeytíðina
sunnukvøldið. Hóast veðrið
ikki var av tí besta, so var
nakað av fólki møtt upp fyri
at bjóða skipi og manning
vælkomnum.
Millum fólkini á bryggj
uni vóru einir 20 føroyingar,
sum heilsaðu gestunum við
Merkinum á lofti, veit
heimasíðan hjá Kristnastovu
at siga.
Tá skipið hevði lagt at,
vórðu føroyingarnir bodnir
umborð til ein drekkamunn.
Og her fingu teir høvið at
síggja skipið og hvussu tað
nú fullkomuliga er vorðið
umskapað til sítt nýggja
endamál.
Millum tey stóru arbeiðini
umborð er tað at leggja eitt
eyka dekk, har sum gamla
bildekkið var. Nýggja dekk
ið skal hýsa stóru bókasøl
uni.
Nógv arbeiði skal tó
enn fáast frá hondini, áðr
enn Logos Hope kann góð
kennast sum ferðamanna
skip og brúkast sum missi
ónsskip.
Vónað verður, at nógvar
sjálvbodnar hendur, bæði
lærdar og leikar koma til
Køge fyri at gera skipið lið
ugt, verður sagt av skipin
um.
Logos Hope varð móttikið við Merkinum á odda, tá lagt varð til bryggju sunnukvøldið
Mynd: kristnastova.dk
Endurskoða skúlan
í Fuglafirði
Í mei mánaði gjørdi Mentamálanevndin í Fuglafjarðar
kommunu av at seta ein bólk, ið skuldi endurskoða skúla
skapin í kommununi. Bólkurin, ið kallast “Arbeiðsbólkur
viðvíkjandi framtíðar skúlaskapi í Fuglafjarðar kommunu,”
hevur nú havt innleiðandi fundin, har bólkurin varð skipaður
og arbeiðssetningurin greiddur. Eyðun á Lakjuni er formað
ur í bólkinum, sum annars er mannaður við politikarum og
umboðum úr dagrøktini, fólka og frítíðarskúlanum,
skúlastýrinum og kommunalu fyrisitingini.
Fríðka kirkjugarðin
á Sandi
Á bygdarráðsfundi á Sandi mánakvøldið var eitt av mál
unum, ein áheitan frá Eyðuni Viderø um at fríðka um
kirkjugarðin á Sandi. Ein onnur áheitan frá einum øðrum
heimasandsmanni, Sólvit Simonsen var eisini til
viðgerðar. Vinnu og tøkninevndin mælir til, at ein reglu
gerð verður gjørd fyri kirkjugarðin á Sandi í samráð við
kirkjuráðið fyri Sands kirkju (myndin). Bygdarráðið sam
tykti einmælt tilmælinum frá vinnu og tøkninevndini.
Á býráðsfundi í farnu viku
gav Vágs býráð byggiloyvi
til bygging av Ellis- og
røktarheimi í Vági og
Økisdepli fyri sinnisveik í
Suðri
Ellis og røktarheimið er ein
bygningur í trimum hæddum har
pláss er fyri 24 búfólkum. Tað
eru Vágs, Porkeris, Hovs og Sum
biar kommuna, sum eru ánarar
av hesum ellis og røktarheim
inum.
Frammanfyri sjálvan høvuðs
bygningin verður Økisdepilin
fyri sinnisveik bygdur. Talan er
um lonir við 10 íbúðum. Av teim
um 10 eru tær átta sosialpsykiatrisk
búpláss, meðan tvey eru ætlað
sum umlættingarpláss.
Í niðastu hædd í høvuðsbygn
inginum verða høli til virknis
tilboð fyri sinnisveik.
Bygt verður á einum øki norðan
fyri Vatnið vesturi á Eiðinum.
Arkitektaarbeiðið hava Albert
Isfeld & Gudmund S. Hansen
arkitektar staðið fyri.
sb.
Klárt at byggja í Vági
Bygningurin er vakur á at líta og hevur møguleika fyri at brúka felags
hentleikar
Mynd: vagur.fo
»Logos Hope«
sum eitt
annað skip