hósdagur 26. juni 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 26. juni 2008
13
Stutt Sagt
Ógilda
deyða-
revsing
Hægstirættur
í
USA
boðaði í gjár frá, at fólk,
sum eru funnin sek í at
hava neyðtikið eitt barn,
kunnu ikki dømast til
deyða. Nakrir amerikan
skir statir hava lóggávu,
sum heimilar dómsvald
inum at fella deyðadóm í
málum, har børn eru
neyðtikin, men avgerðin
hjá Hægstarætti merkir, at
hesir statirnir noyðast at
seta tær lógirnar úr gildi,
skrivar AP. Teir níggju
dómararnir í Hægstarætti
vóru minni enn so samdir
um avgerðina. AP skrivar,
at fimm dómarar atkvøddu
fyri at ógilda lógirnar,
meðan hinir fýra atkvøddu
ímóti.
Hóast fleiri statir hava
havt lóggávu, sum hevur
heimilað dómsvaldinum
at brúka deyðadóm, tá
børn eru neyðtikin, so er
eingin deyðadómur feldur
fyri tílíkt lógarbrot. Tey
seinastu 44 árini er deyða
revsing bara brúkt í USA
í sambandi við morð,
skrivar AP.
Tikin fyri
ágang
móti
børnum
Spanska løgreglan hevur
handtikið umleið 50 fólk í
sambandi við eitt stórt
mál um kynsligan ágang
ímóti børnum. Løgreglan
sigur, at umleið 60 hús og
íbúðir um alt landið vórðu
rannsakað, og at løgreglan
legði hald á fleiri hundrað
teldur. Tað var gott sam
starv millum myndugleik
arnar í Spania og Italia,
sum endaði við handtøk
unum,
sigur
spanska
løgreglan.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Politiska gongdin í Zimbabwe er harmilig, og fólkið
ræðist stjórnina og Robert Mugabe, forseta
George W. Bush
útlond
- Valið í Zimbabwe í
morgin er ikki nakað
veruligt val, sigur
amerikanski forsetin
Gongdin í Zimbabwe
hevur verið og er sera
harmilig, og úrslitið er, at
fólkið ræðist stjórnina og
forsetan.
Tað sigur amerikanski
forsetin, George W. Bush,
dagin
fyri
umvalið
í
Zimbabwe. Bush, sum hitti
umboð fyri trygdarráðið
hjá ST, sigur, at talan er ikki
um eitt veruligt val, tí eitt
valevni sleppur ikki at reka
sítt valstríð, og hansara
veljarar kunnu ikki fara á
valfund uttan at verða
hóttir.
Robert Mugabe og stýri
hansara halda fast um
avgerðina at hava umval í
morgin, sjálvt um andstøðu
valevnið, Morgan Tsvan
girai, hevur tikið seg aftur.
Bush hartar Mugabe
- Fólkið í Zimbabwe ræðist stjórnina hjá forsetanum, sigur George W. Bush
Myndugleikarnir í
Saudiarabia siga seg
hava tikið umleið 700
fólk við tilknýti til
al-Qaeda, og at fleiri
teirra høvdu lagt
ætlanir um at søkja at
týðandi oljuútbúnaði
Av teimum umleið 700 sita
520 framvegis í varðhaldi.
Teir eru úr ymsum londum
og vórðu handtiknir í fleiri
átøkum.
Saudiarabisku
myndugleikarnir vilja vera
við, at fleiri av teimum
tiknu vóru við í einari ætlan
um at søkja at oljuútbún
aðinum og trygdardeildun
um í landinum. Sum skilst
ætlaðu menninir at brúka
bilbumbur,
og
sambært
myndugleikunum
royndu
fleiri av teimum tiknu at fáa
arbeiði í oljuídnaðinum har
eysturi í landinum.
BBC veit at siga, at
ætlanin við atsóknini vara
at órógva oljuflutningin til
Vesturheimin, so at olju
prísurin skuldi hækka nógv
afturat. AlQaeda hevur
fleiri ferðir fordømt saudi
arabiska samstarvið við
Vesturheimin
og
hevur
mælt saudiarabum til at
leypa á kongsvaldið.
Keldur siga við BBC, at
saudiarabiska
løgreglan
fann pengar, vápn og lóður
undir húsarannsóknum í
sambandi við handtøkurnar.
Løgreglan viðgongur, at tað
eru ikki oddafiskarnir, sum
eru tiknir, tí teir fjala seg
uttanlands. Saudiarabiska
løgreglan
hevur
eisini
illgruna um, at ætlanin var
at fáa samband við menn í
øðrum londum at taka lut í
atsóknunum.
Sambært BBC hevði ein
av teimum handtiknu eitt
bræv frá næstovastanum í
alQaeda,
Ayman
al
Zawahiri, har hann bað fólk
savna pening til yvirgangs
felagsskapin.
Saudiarabisku
myndug
leikarnir hava verið sera
avgjørdir, tá teir hava fingið
minsta illgruna um yvir
gangsætlanir,
og
ameri
kanska stjórnin dylur ikki
fyri, at hon er sera fegin um,
at myndugleikarnir hava
tikið menn, sum ætlaðu at
søkja at oljuídnaðinum.
Vit fegnast um saudi
arabisku luttøkuna í bar
daganum ímóti yvirgangi,
sigur talsmaðurin hjá ameri
kanska
uttanríkisráðnum,
Tom Casey, við AP.
Yvirgangsmenn ætlaðu
at søkja at oljuútbúnaði
Saudiarabia er heimsins størsta oljuútflytaraland. Her sæst bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, saman við umboðum fyri
kongshúsið
Mynd: AP
Dómararnir í amerikanska
Hægstarætti vóru ósamdir
Mynd: Vísir