hósdagur 26. juni 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4 EYSTANSTEVNAN 2008 Sosialurin 26. juni 2008
Eftir at hava verið
afturlatið eina tíð,
lat Hotel Runavík
uppaftur 1. juni.
– Vit hava longu
merkt, at tørvur er á
einum slíkum hotelli
her í økinum, sigur
nýggi stjórin, Jaspur
Langgard. Hann
er bjartskygdur
um raksturin á
hotellinum
Ferðavinna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Runavík: - Tað serstaka við tí
virkseminum í hotellinum er, at
tað er óneyðugt at skula svara
uppá allar spurningarnar, ið
snúgva seg um vit hava skeinki-
loyvi ella ikki.
- Vit borðreiða nevniliga bert
við morgunmati til gestirnar.
Skulu teir eta ein betri bita um
kvøldið, vísa vit til onnur støð í
økinum, sigur nýggi hotel-
stjórin.
Fyrr kundi tú bæði eta og
sova á tí, sum tá kallaðist Runa-
víkar Sjómansheim. Seinni fekk
tað navnabroyting til Hotel
Runavík, og nú er aftur ein
broyting hend á staðnum:
Hotellið hevur broytt kon-
sept, og dúvar nú meiri uppá
gistingar, ráðstevnur, fundir og
tílíkt, men altso ikki uppá eina
fjølbroytta matskrá allan dagin.
- Vit hava eisini ymiskar
ætlanir um skeiðvirksemi, sigur
Jaspur Langgaard.
Gott úrslit
Hóast minni enn ein mánaður
er farin, síðani Hotel Runavík
lat upp aftur, kann ein nøgdur
stjóri staðfesta, at tað hevur
gingið sera væl.
- Vit hava havt sera nógvar
gistingar henda fyrsta mán-
aðin, - serstakliga fólk frá vinnu-
lívinum, meðan talið av ferða-
fólki higartil hevur ligið um tey
10 prosentini.
- So vit hava verið sera væl
nøgd við henda fyrsta mán-
aðin, sigur Jaspur Langgaard,
og sum eisini er sera bjart-
skygdur fyri restina av summ-
arinum og árinum í síni heild.
Hann setti sær eina rakstrar-
ætlan upp fyri hetta árið, og er
ikki eina løtu í iva um, at hann
fer at røkka hesum málinum
við ársenda.
Hóast hetta árið ikki er hálv-
runnið enn, og hotellið hevur
staðið tómt í eina tíð, hevur
hann longu fingið fleiri bílegg-
ingar til næsta ár.
- Talan er um ein stóran og
rættiliga góðan ordra frá januar
mánaði og heilt fram til mars.
Ja, hesin ordrin er so mikið
góður, at hann kann gera sítt
til, at vit eisini fáa eitt sera gott
úrslit komandi ár, sigur Jaspur
við einum brosi.
Røtt avgerð
“Sjómansheimið í Runavík”
sum tað áður kallaðist, og
seinni Hotel Runavík, hava
undanfarin ár havt tvey tilboð
til tey ferðandi: Gisting og
matstovu.
Nú, ið Jaspur Langgaard
hevur tikið við leiðsluni, hevur
hann valt eina øðrvísi loysn við
bert gistingum og einum
góðum morgunmati.
Hetta merkir aftur, at her er
ikki longur møguleiki at keypa
sær ein døgurðabita ella støkka
inn á gólvið at keypa sær ein
nátturðabita ella kaffimunn
eins og áður.
- Eg kann so bara higartil
staðfesta, at hetta hevur verið
ein røtt avgerð, sigur hann.
Samstarv við fyritøkur
Ein stórur partur av arbeiðinum
hjá hotelstjóranum í Runavík er
marknaðarføring, eins og tað
týdningarmikla arbeiði at fáa
fatur á røttu persónunum á
røttu fyritøkunum.
Í hesum arbeiðinum hevur
Jaspur verið í sambandi við
fyritøkur og virkir í økinum, og
sum hava nógv brúk fyri gist-
ingum, tá útlendskar vitjanir
eru á skránni, ella tá skip skulu
skifta manning.
Fleiri fyritøkur hava eisini
brúkt møguleikarnar á hotelli-
num til skeið- og fundarvirk-
semi. Tá verður skipað soleiðis
fyri, at luttakararnir eta morgun-
mat, sum er gjørdur á hotelli-
num.
Restin av matinum til lut-
takararnar verður keyptur
aðrastaðni frá, ella fólk fara
sjálvi út til matstøð í økinum at
eta ein betri bita um kvøldið.
- Líkt er til, at fólki dámar væl
umstøður okkara. Eg havi
longu fingið fleiri bíleggingar
um skeið í heyst, sigur hann.
Í dag hevur hotellið eina
stóra matstovu, men ætlanin er
at skipa hana øðrvísi, soleiðis
at møguleikarnir til skeiðvirk-
semi og bólkaarbeiði verða enn
betri.
- Hetta skal bara gerast betri
og betri, sigur Jaspur Lang-
gaard.
Gamalt hotel við nýggjari ætlan
Samstundis sum hotellið hevur broytt innihald, er møguleiki hjá fólki at síggja eina málningaframsýning hjá listamálaranum Hilmari Højgaard. – Her eru í løtuni fimm málningar, men skjótt
verða teir fleiri, sigur Jaspur Langgard, stjóri
»Her er ikki longur
møguleiki at keypa
sær ein døgurðabita
ella støkka inn á
gólvið at keypa sær
ein nátturðabita ella
kaffimunn eins og áður«
»Hóast hetta árið ikki
er hálvrunnið enn, og
hotellið hevur staðið
tómt í eina tíð, hevur
hann longu fingið fleiri
bíleggingar til næsta ár