Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 26. juni 2008 EYSTANSTEVNAN 2008 5 Summarið er komið, Norröna er farin í summarsigling og í longri tíð hava vit sæð ferðafólk úr øðrum londum kring landið Hotel Snorri Brend Enn hevur hotellið í Runavík ikki merkt so nógv til tey útlendsku ferðafólkini. Higartil hava bert millum 5 og 10 prosent av gistingunum verið frá hesum málbólki. Hóast hetta átti at verið ein av grundarsteinunum undir rakstrinum um summarið, er tað ikki vorðið soleiðis enn. Men tað hevur sjálvandi eisini sína frágreiðing. Hotellið var jú stongt í langa tíð, og tí hava ferðafólkini ikki havt møguleika at bíleggja sær kømur her. Haraftrat er Norröna jú nústaðni byrjað við summarsiglingini. Hinvegin hevur tað víst seg, at brúk hevur verið fyri nógv­ um gistingum til vinnulívið, til dømis skipasmiðjur og fiska­ virki. Heppin Raksturin av Hotel Runavík er bundin av, hvussu gongst hjá bæði fiskivinnuni og vinnulívi­ num annars. Til hesar vinnur er knýtt nógv tænasta, og í hesum kemur Hotel Runavík eisini inn sum ein leikari. Ein kann nokk best lýsa tað soleiðis, at hotellið ger tæn­ astur fyri tey sum aftur gera tænastur fyri vinnulívið. Ein partur av hesum eru mann­ ingarskiftini hjá reiðarí’inum THOR í Hósvík. Loysnini og møguleikin hjá vinnulívinum kundi sjálvandi verið at leiga sær eini hús í økinum um talan var um starvsfólk, ið skuldu steðga eitt longri tíðarskeið. Men her hevur ein hinvegin valt at stuðla einasta hotellinum í sunnara parti av Eysturoynni. ­ Ja, her havi eg verið sera heppin, at hotellið kundi lata upp beint nú, ið tørvurin á gistingum er so stórur. Eg kann tó ikki rokna við, at tað altíð fer at verða soleiðis. ­ Men tað hevur í øllum førum givið mær eina góða byrjan, sigur Jaspur Langgaard. Karneval og show Eystanstevna: Heldur enn at hava vanligu skrúðgonguna leygardagin, hava fyriskipararnir avgjørt at skipa fyri einum heilt øðrvísi tiltaki fríggjakvøldið, áðrenn stevnan verður sett. Tá verður nevniliga ein stór karnevalsgonga. Í karnevalsgonguni, sum fer ígjøgnum allan býin, luttaka ítróttarfólk, skótar o. o. sum vanliga eru partur av skrúðgonguni, ikki minst nógv børn. Ítróttarfólkini og skótarnir fara at hava hvørs sítt ‘show’ og eisini fara fleiri maskottar, brandbilar, hestar og annað spennandi at luttaka í gonguni. Hotel Runavík skal verða ein brúgv millum tey, ið veita øðrum tænastur og tey, ið hava brúk fyri teimum tænastunum, sum hotellið kann veita. – Vit hava longu sæð, at tørvur var á eini slíkari loysn, sigur Jaspur Langgard Gott við góðari byrjan