hósdagur 26. juni 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 EYSTANSTEVNAN 2008 Sosialurin 26. juni 2008
Sjúkraflutnings
tænastan á Lambar
eiði er ein týðandi
liður millum
ellisheimini og
røktarheimini í
Eysturoynni og
Landssjúkrahúsið.
– Hetta er heim
sins besta arbeiða,
staðfesta teir báðir
portørarnir, Jógvan
Páll Kannuberg og
Asbjørn Knudsen
Portørar
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Lambareiði: Við ýlandi ferð
fer sjúkrabilurin avstað.
Eyðkenda og gjøgnumskerandi
signalið frá sirenuni hoyrist um
allar geilar. Á takinum boða
bláu ljósini frá, at her er ein
bilur ið má sleppa fram við
ferð.
Við róðrið situr ein konsen
treraður førari væl vitandi um,
at her kunnu royndir, kunnleiki
og skjótleiki hansara bjarga
einum mannalívi ella forða
størri skaða.
Hjá sjúkrabilinum ræður um
at koma skjótt á staðið, har
óhappið ella vanlukkan er
hend. Her telur hvørt einasta
sekund. Teir mugu bara koma
fram – fram til staðið, har ein
nýggj uppgáva bíðar teimum.
Soleiðis kann ein av mong
um uppgávum hjá portørunum
á Lambareiði vera. Men hetta
er tíbetur ikki gerandiskostur, tí
teirra arbeiði er eisini at flyta
sjúklingar og fólk við skaða til
viðgerð ella kanning á sjúkra
húsi.
Hetta er eitt sera áhugavert
og víttfevnt arbeiði, sigur Jógv
an Páll Kannuberg, sum er
ættaður úr Runavík, men býr
nú í Leirvík, júst sum starvs
felagi hansara, Asbjørn
Knudsen.
Hann hevði áður egið virki
sum timburmaður, men hevði
síðani hug at royna okkurt
annað starv. Tá honum stóð í
boði at fáa eitt starv í deplinum
hjá Sjúkraflutningstænastuni á
Lambareiði, tók hann av.
Hjá teimum er eingin dagur
eins. Hetta ger helst sítt til, at
arbeiðið er so spennandi.
Úr at gera
Jógvan Páll byrjaði í starvi hjá
Sjúkraflutningstænastuni fyri
júst einum ári síðani. Hann
varð settur sum avloysari fyri
summarið, men er framvegis í
hesi tænastuni eitt ár seinni.
Teir eru altíð tveir á vakt her
á Lambareiði – ein viðgerari
við royndum og síðani ein assi
stentur. Sjálvur hevur Jógvan
Páll bert verið í starvi hetta
seinasta árið, og er tí at meta
sum hjálparmaður hjá starvs
felaga sínum, Asbjørn eina tíð
aftrat.
Skipanin hjá teimum báðum
ambulansuførarunum er hon,
at teir eru til arbeiðis í eina viku
á tamb, og hava síðani frí ta
næstu vikuna.
– Mín vakt byrjaði í gjára
morgunin klokkan 8, og í gjár
høvdu vit faktiskt sera nógv at
gera, greiðir hann frá.
Henda hósmorgunin í farnu
viku, tá Sosialurin koyrdi inn á
depilin á Lambareiði, hevði ikki
verið so nógv at gjørt. Hetta
gjørdi kortini ikki tað, at teir
báðir portørarnir sótu fyri einki.
Tað er altíð okkurt at takast við.
Ein partur av hesum arbeiði
num er at eftirhyggja útgerðina
umborð á sjúkrabilinum. Í
fyrsta lagi fyri at vissa seg um,
at útgerðin er uppá pláss, og
sjálvandi eisini tryggja, at hon
virkar um hon skal. Annars
síggja teir eisini stórt í tí, at
halda sjúkrabilarnar.
– Ja, í morgun var einki ser
ligt á skránni, og tí brúkti eg
bara løtuna at vaska bilin, sigur
Jógvan Páll.
Altíð á vakt
Fyrsti arbeiðsdagurin í hesi
vaktini var rættiliga nógv á
skránni hjá teimum báðum,
Jógvani Páll og Asbjørn.
Vanliga møta teir á deplinum
á Lambareiði kl. 8. Teir fara so
til hús kl. 16 við vakttelefonini
uppiá sær, um boð skuldu
verið eftir teimum hinar 16
tímarnar í døgninum.
– Dagurin í gjár var fult book
aður við koyring. Vit koyra mest
frá ellis og røktarheimum til
Havnar og aftur í dagtímunum.
– Onkutíð hendir eisini okkurt
uttanfyri vanligu arbeiðstíðina.
Tað gjørdi tað til dømis í gjár
kvøldið, tá vit vórðu boðsendir
at koyra ein sjúkling akutt suð
ur á Landssjúkrahúsið, sigur
hann.
Allur flutningurin hjá teimum
báðum verður stýrdur úr mið
støðini í Havn.
– Og nú bíða vit bara eftir
boðum haðani. Enn vita vit so
ikki, um nøkur koyring verður í
dag, men vit eru kortini altíð til
reiðar, sigur Jógvan Páll, sam
stundis sum hann er í ferð við
at gera seg lidnan við at vaska
bilin uttan.
Vanlukkur
Starvið hjá einum portøri er
bæði merkt av gleðiligum
hendingum, tá teir eru til hjálp
og gagn hjá fólki ið skulu til
Ein spurningur um lív og se
Sjúkraflutningstænastan
Hetta er ein deild við nógvum ymisk
um uppgávum. Ein av høvuðsupp
gávunum er at vera ein bráðfeingis
hjálp í sambandi við lívbjargandi
arbeiði. Harnæst er uppgávan flutn
ingur av sjúkum og skaddum fólki,
heintan av donorum, og fólkum, ið eru
rørslutarnað. Eisini hevur Sjúkra
flutningstænastan ábyrgd av øllum
portørarbeiði, ið er á Landssjúkra
húsinum. Alt hetta setir stór krøv til
starvsfólki, sum mangan kemur at
arbeiða undir serstøkum umstøðum.
Sjúkraflutningstænastan hevur egnan
vaktsentral á Landssjúkrahúsinum,
sum svarar alt samdøgrið. Í hesum
sambandi eru fólk á vakt í Eysturoy,
Streymoy, Vágum, og Sandoy.
Teir báðir Jógvan Páll Kannuberg og Asbjørn Knudsen arbeiða saman sum eitt toymi – annar er
hjálparmaður hjá hinum, ið hevur drúgvaru royndirnar. Beint nú er róligt, men um eina løtu kunnu
teir verða útkallaðir akutt til onkra uppgávuna
Uppgávurnar hjá ambulansuførarunum kunnu vera so ymiskar – einu løtuna bjarga teir mannalívum, og ta næstu koyra teir fólk til viðgerð á
Landssjúkrahúsinum. Ein onnur uppgáva er at halda sjúkrabilin bæði innan og uttan. – Hetta er eitt spennandi arbeiði, sigur Jógvan Páll Kannuberg,
sum her vaskar sjúkrabilin
»Enn vita vit so ikki, um
nøkur koyring verður í
dag, men vit eru kortini
altíð til reiðar«