Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 26. juni 2008 EYSTANSTEVNAN 2008 19 Nógvur tónleikur ... Fyrireikararnir hava sett sær fyri, at Eystanstevnan skal gerast karmur um eitt nýtt og eitt sindur øðrvísi tónleikaátak. Fleiri pallar verða settir upp, og høvuðspallurin verður í Ítróttar- og samkomuhøllini í Runavík. Her er ætlanin, at fáa góðar føroyskar bólkar og einstaklingar at spæla – umframt at okkurt spennandi útlendskt navn eisini er á skránni. Uttanfyri høllina verður tjald sett upp, har tónleikur til tey yngru verður at hoyra – eisini verður arbeitt við at fáa tjaldingarpláss til økið. Ein pallur er knýttur at bátafestivalinum, har bæði tónleikur, felagssangur og dansur er á skránni. Á stevnupallinum á tivoli-økinum er m.a. kórsangur á skránni – bæði barna- og vaksnamannakór. ... og nógvur ítróttur Ítrótturin spælir ein stóran leiklut á Eystanstevnuni, m.a. er kappróður, fótbóltur og fimleikur á skránni. Til kappróðurin leygardagin, ið er FM róður, er ætlanin at fáa ein stórskíggja upp at standa, soleiðis at tað verður áhugaverdari at verða til kappróður. Beint eftir kappróðurin er Formulafótbóltur á skránni, tá ið NSÍ tekur ímóti B36. Umframt kappróður og fótbólt er eisini fimleikur á skránni leygardagin, tí tá hevur Støkk sína árligu stevnuframsýning. Leygardagurin hevur nógv at bjóða teimum, ið hava áhuga fyri ítrótti. Sunnukvøldið er meiri fótbóltur á skránni, tí tá verður EM finalan 2008 spæld í Eysturríki. Ætlanin er at vísa dystin á stórskíggja í tjaldinum, ið stendur á havnarlagnum. kund viðgerð ella kanning. Men tað fevnir sum ver man eisini um minni góðar hend- ingar, tá tað stendur um lív og har einki var at gera, sjálvt hjá tí roynda. Hetta er ein partur av gerandisdegi og veruleika teirra, men tað er sjálvandi ójavnt, nær teir verða kallaðir út til tær ymisku uppgávurnar. Tað kann henda í hesi løtuni ella í morgin. Í so máta hevur Jógvan Páll verið heppin, um ein kann siga tað so. – Eg havi faktisk ongatíð verið útkallaður til nakra ferðsluvanlukku. Men tað kann henda so skjótt, sigur hann álvarsamur. Humor Sum longu nevnt er ein partur av arbeiði teirra at koyra eldri fólk av ellisheimum og røktar- heimum til Havnar. Og slíkar túrar dámar Jógvani Páll sera væl. Skipanin við flutninginum er hon, at tað altíð eru tveir portørar við bilinum: Annar stýrir, meðan hin situr hjá tí, ið liggur í børuni. Er talan um flutning av fólki, ið skal til viðger, skiftast Jógvan Páll og Asbjørn um at sita við róðrið. Men er talan um akutt útkall, so situr Jógvan Páll altíð við róðrið. Tá situr hin royndi starvsfelagin altíð aftanfyri við ábyrgdini og byrjar beinanvegin at geva ta fyrstu viðgerðina til tann neyðstadda, meðan hesin verður fluttur á sjúkrahúsið. - Tá talan er um vanligan flutning av sjúklingum er tað mangan sera hugnaligt at sita saman við teimum eldru og práta við tey. Tey hava nógv at siga frá – og fleiri teirra hava eisini ein góðan humor, sigur hann. Víðari Áðrenn Jógvan Páll fór til arbeiðis í juni mánaði í fjør, var hann á skeiði í nakrar vikur, eins og allir hinir, fyri at læra tey týdningarmestu tingini og reglurnar í arbeiðinum sum portørur. – Hetta var sera áhugavert og gevandi, sigur hann. Hann hevur nú verið í starvi í meiri enn eitt ár, men er fram- vegis at meta sum hjálpar- maður hjá tí meira roynda starvsfelaganum. Jógvan Páll bíðar nú eftir at sleppa á uppaftur fleiri skeið, soleiðis at hann eisini kann fáa neyðugu royndirnar og útbúgvingina. – Nú er málið at sleppa víðari, soleiðis at eg eisini kann gerast viðgerari, sigur hann. »Dagurin í gjár var fult bookaður við koyring« »Nú er málið at sleppa víðari, soleiðis at eg eisini kann gerast viðgerari« Ferðslubroytingar á Eystanstevnu Frá mikudegnum 25. juni á middegi til fríggjadagin 29. juni á middegi verður einvegis ferðsla á Stevnuøkinum. Frá fríggja­ degnum kl 13.00 til mánadagin kl 13.00 verður Heiðavegurin stongdur frá Føroya Tele og suður til handilin hjá Dianu. Frá mánadegnum á middegi til kl 20:00 er einvegis koyring norðeftir á Heiðavegi. Í hesum sambandi verður ferðslan beind eftir vegnum á kaiøkinum. Tó ber til at koyra til handlar, sum liggja millum Føroya Banka og Brotið. www.runavik.fo Rás2 sendir beinleiðis frá eystanstevnuni hósdagin, fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin Rás2 LIVE á eystanstevnu Heri Eyðfinn & James