Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 EYSTANSTEVNAN 2008 Sosialurin 26. juni 2008 Kappróðrarárið 2007 var eitt sera væl eydnað kappingarár hjá kappróðrar­ felagnum NSÍ Í fjør valdi felagið at ganga nýggjar leiðir, við at taka upp samstarv við heimsstjørnuna innan OL-rógving og heimsmeistara í inniróðri, Eskild Ebbesen. - Saman við Eskildi fingu vit sett saman eina venjingarætlan sum var gjørd burturúr okkara og hansara royndum. Skjótt kom til sjóndar at menninir gjørdust sera væl fyri av hesari venjing, tó venjingin var sera krevjandi, sigur Ludvík við Stein, sum er formaður í felagnum. Felagið mannaði tá tríggjar bátar, Tjaldrið, Heiðabátin og Eysturoying. Tjaldrið gjørdist nummar 4, Heiðabáturin og Eysturoyingur vunnu allar róðrarnar og harvið FM. Heiðabáturin setti somuleiðis met á 1500 m teininum. Teir gulu bátarnir eiga tí bæði 8 og 10 mannafars metini á longru teinunum. Rógva við sama lag Kappingarárið 2008 er longu hálvrunnið. Í ár eru hesir bátar mannaðir: Spógvin/barnaróður; dreingir og gentur. Tjaldrið/ barnaróður; gentur. Tjaldrið dreingir. Heiðabáturin. Seinni í ár verður so Sølmundur við, við kvinnum og monnum. - Vit halda sama stílin og úrslitini. Tó hava vit valt at leggja okkum eftir at manna smáu bátarnar við ungum og nýggjum kreftum. Tað tekur nakað av tí at koma fyri seg í róðri í dag, men komandi ár rokna vit við heiðursmerkjum hjá yngru manningunum, sigur formaðurin. Fyri at halda einum felagið frammi í oddinum krevst stórt fólksligt og peningaligt grundarlag. Um eitt felag skal klára at nørast, so skal eisini nýskapan til. Millum annað kann nevnast at uttanlanda luttøka í inniróðri, hevur verið eitt afturvendandi tiltak. Eisini hevur felagið keypt ein altjóða góðkendan bát, við tí í huga at seinni hava møguleika at gera seg galdandi uttanlanda. - Leygardagin leggja vit aftur á teymarnar og brynja okkum út til kappróður. Spennandi verður at síggja hvussu tað fer at hilnast. - At rógva kapp í heimasjógvi er tann mest spennandi róðurin á árinum fyri okkum í kappróðrarfelagnum NSÍ, sigur Ludvík við Stein, formaður í kappróðrarfelagnum NSÍ. 10. juni 1983 vóru KFUM­skótarnir á Glyvrum stovnaðir. Í dag umfatar skótabólkurin allan Skálafjørðin. Stovnari var Lasse Klein Í 1983/84 vóru 120 limir, 1984/85 145 limir og í 1985/86 115 limir. Um ein brúkar 80 limir sum miðaltal hesi árini, so hava umleið 1.840 børn og ungdómar á ein ella annan hátt verið limir í skótaarbeiðinum. Børn, ungdómar og leiðarar koma úr øllum bygdunum við Skálafjørðin. Skótabólkurin við Skálafjørðin er ein sera virkin skótabólkur, og hevur eitt virkið bólkaráð, sum nú eisini virkar fyri góðum kørmum um arbeiðið. Í løtuni eru 135 skótar og 20 leiðarar. Skótabólkurin hevur ognað sær eitt grundøki í Runavík, tætt við barnagarðin og Heimið á Mýrunum. Eitt náttúruvakurt øki og væl egnað til virksemi úti í náttúruni. Lasse Klein sigur, at teir fyrstu leiðararnir hjá bólkinum vóru m.a. Jóhan Hans Hansen, Hilmar Jan Hansen og Flóðin Jacobsen. Nakað seinri Inga Foldbo og Jónvør Hansen, Toftir, Dagmar Hansen, Nes, Eyðstein Weihe, Søldarfjørður, Jakku Hansen, Runavík, Linda Joensen, Glyvar og Harriet Petersen, Saltangará. Í bólkaráðnum, sum varð skipað í 1984, komu at sita: Jákup Kass, formaður, Sínum Mittún, kassameistari, Fríbjørg Højgaard, Julianna Nielsen og Jógvan Hansen. Havstein Ellingsgaard umboðaði Ungdóms- og Missiónshúsið. Legur Skótabólkurin hevur fyriskipað og luttikið á nógvum legum bæði heima og úti í heimi. Skótabólkurin tók eisini stig til at hátíðarhalda grakarsmessuhald og flaggdagshald og tey hava verið hildin á hvørjum ári. Í bólkaráðnum sita: Andrian Dalsá, bólkaráðsformaður, Jóhan E. Hansen, kassameistari, Elin Hendriksen, skrivari, Thordis Tausen, Annika Torbjarnardóttir og Lasse Klein foreldraumboð. Leggja allar árar í sjógv Hava skótast í 25 ár Skótar á ferð Bamsuvinir og Jens Marni Tey, sum skipa fyri Eystan- stevnuni í ár, hava lagt seg eftir at gera meiri burturúr tónleikinum. Tey hava eina ætlan um at uppbyggja sín egna tónleikafestival. Í ár verða ikki færri enn fýra pallar settir upp. Tey hava roynt at leggja dent á góðan fólksligan tónleik, sum hóskar væl til stevnuna og rakar allar aldursbólkar, soleiðis at øll kunnu fáa nakað burturúr. Sjálvur høvuðstónleikapall- urin er í Ítróttar- og samkomu- høllini í Runavík, og hóast øll nøvnini á føroysku bólku- num, sum fara at luttka, ikki er klár, so er greitt, at eitt av høvuðsnøvnunum, bólkurin ‘Bamses venner’, trína á pallin fríggjakvøldið. Greitt er eisini, at fløguaktu- elli sangarin, sangskrivarin og gittaristurin, Jens Marni Hansen, er á pallinum leygar- kvøldið. Annars verður roynt at fáa góðar føroyskar bólkar at luttaka fríggja- og leygar- kvøldið. Til tey yngru verður eitt tjald sett upp uttanfyri, og har kemur m.a. DJ Switch at undirhalda. Í stóra tjaldinum á havnar- lagnum verður skipað fyri góðum bryggjudansi – um- framt at harmonikutónleikur, klaverspæl og felagssangur eru á skránni um dagin. Leygarkvøldið er føroyskur dansur eisini á skránni. Á sjálvum stevnupallinum fara barna- og vaksnamanna- kór at framføra. Fyriskiparar- nir hava skipað tingini soleiðis, at tónleikatiltøkini ikki koma at órógva tann nógva ítróttin, ið eisini er á skránni um vikuskiftið.