hósdagur 26. juni 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 26. juni 2008 EYSTANSTEVNAN 2008 21
Fimleikafelagið
Støkk hevur í
ár havt fleiri
íðkandi limir enn
nakrantíð áður
Við 700 íðkandi limum úr nær
um øllum bygdum í Eystur
oynni og úr nøkrum bygdum í
Norðurstreymoy, má sigast, at
felagið stendur í besta blóma.
Á Eystanstevnu fer Støkk at
hava fimleikaframsýning
seinnapartin sunnudagin, har
nógvur góður og fjølbroyttur
fimleikur verður at síggja, eins
og Silvi og Silvabilurin fara at
luttaka.
Liðini, sum luttaka á fram
sýningina verða fleiri í tali. M.a.
fittur barnafimleikur, góður
amboðsfimleikur og yndisligur
estetiskur fimleikur.
Framsýningin varar í ein
tíma, samstundis sum køkutom
bola verður í gongini í ítróttar
høllini.
Fleiri FM-heiti
Aftur í ár hevur verið kappast í
estetiskum fimleiki, og har
fekk Støkk sera góð úrslit.
Bæði gentur og kvinnuung
lingar gjørdust føroyameistarar
og pinkur, smágentur og
kvinnur vunnu silvur.
Fleiri gullmerki vórðu eisini
vunnin í estetisku steypakapp
ingunum í vetur, so hetta hevur
verið eitt sera gott ár fyri
estetiska fimleikin í Støkk.
Í apríl mánaði vóru gentur og
kvinnuunglingar í Prag og
luttóku í altjóða kapping innan
estetiskan fimleik. Hetta var ein
sera læruríkur túrur fyri hesar
ungu fimleikararnar.
Fyrst í juni mánaði luttóku
kvinnurnar hjá Støkk í HM í
Kanada. Hóast støðið í hesi
kapping er sera høgt, megnaðu
kvinnurnar at fáa eitt 22. pláss
av 27 luttakandi liðum.
Í amboðsfimleiki vann Støkk
eitt FMheiti fyri einstaklingar
og tvey fyri lið. Harumframt
eru fleiri heiðursmerki vunnin í
kappingunum, sum hava verið
í vetur.
So sigast má, at felagið
hevur nógvar sera dugnaligar
fimleikarar. Hetta dugnasemið
vísir seg eisini í landsliðs
hópinum innan amboðsfimleik.
Her mannar Støkk alt kvinnu
liðið og landsliðsvenjarin hjá
teimum er eisini úr Støkk.
Landsliðið luttók í NM í Norra í
mai mánaði, og hóast einki
heiðursmerki kom burturúr,
vóru kvinnurnar væl nøgdar
við úrslitið.
Bæði innan estetiska og
amboðsfimleikin hevur Støkk
fingið hjálp frá útlendskum
venjarum og koreografum.
Hetta er sera týdningarmikið
fyri menningina innan
fimleikin.
Fimleikurin blómar og støkkur avstað
Nýggj Støkkhøll
Eitt felag við so nógvum íðkandi limum seta sjálvandi
stór krøv til venjingarumstøðurnar.
Arbeitt hevur leingi verið við ætlanunum um eina
nýggja Støkkhøll og er nú verulig gongd komin í.
Í nýggju høllini verða sera góðar umstøður til
amboðsfimleik, estetiskan fimleik og breiddarfimleik.
Kvinnurnar í estetiskum fimleiki hava júst luttikið í HM í Kanada
Kvinnurnar í amboðsfimleiki luttóku í NM í Norra í mai mánað
Nýggja Støkkhøllin fer at geva fimleikinum munandi betri karmar