Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 EYSTANSTEVNAN 2008 Sosialurin 26. juni 2008 Fiskaarbeiði Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Glyvrar: Við eitt av skeriborðu­ num í stóru høllini stendur Margretha og sker henda dýra­ bara laksin. Hetta arbeiðið dámar henni væl, men hon veit samstundis, at onnur halda at tað bæði er fantasileyst og óinteressant at arbeiða á slíkum virki. Men tað heldur hon í øllum førum ikki, og tað halda tvær vinkonur hennara – systir hennara, Fríða og Gunrið Jacobsen – heldur ikki. ­ Ja, mong undrast á at vit, sum eru so ungar, yvirhøvur tíma at arbeiða í fiski. Men okkum trimum dámar hetta arbeiðið sera væl. ­ Men tað eru kanska onnur, sum hava ilt við at skilja tað, siga tær tríggjar genturnar úr Fuglafirði við ein munn. Saman við hinum starvs­ fólkunum kunnu tær fegnast um støðugt arbeiði – og støð­ uga úrtøku! Arbeiða í vaktum Tá tosið fellur inn á høvuðs­ vinnu okkara, so eru ymiskar meiningar at hoyra. Summi halda ikki at hetta er eitt »fínt« arbeiði, og røddir eru enntá frammi um, at ein eigur at avvikla hesa vinnuna í fram­ tíðini. Hóast mong ikki duga at síggja virðið í tí at arbeiða á einum fiskavirki, so hevur hetta ikki á nakran hátt rinið við Margretu, Fríðu og vinkonuna Gunrið. Tær tríggjar fuglfjarðargent­ urnar hava valt at ganga ímóti streyminum, og kunnu enntá siga, at tær trívast í hesum arbeiðinum. Eisini hóast tær mugu koyra teir 19 kilometrar­ nar millum heim og arbeiðs­ pláss teirra á Glyvrum. Margretha sjálv byrjaði at arbeiða her á Bakkafrost eftir summarfrítíðina í fjør. Hós­ dagin í farnu viku, tá Sosialurin støkk inn á gólvið í framleiðslu­ høllini, var hon millum tey 40 fólkini ið vóru á dagvaktini. So nógv er at gera á virki­ num, at arbeiðið er skipað í vaktir – einari frá kl. 8 til 16 og einari frá kl. 16 til 24. ­ Eg arbeiddi fyrst í fiski í Fuglafirði, men hevði hug at royna okkurt nýtt her á Bakka­ frost. Her trívist eg í øllum førum sera væl, sigur 18 ára gamla Margretha. Ikki lívsstarv Tað er ikki vist, at øll starvs­ fólkini hugsa um, at tey eru ein partur av einum samtaki við omanfyri 200 starvsfólkum í høvuðsvinnu okkara. Fyrimunurin hjá hesum stóra samtakinum er, at tey í roynd og veru eru sjálvforsýnandi við rávøruni sum kemur frá øðrum virksemi hjá Bakkafrost. Tá ein tosar um tann víðari og beinleiðis týdningin av hesum, so er hetta til stóran fyrimun fyri Margretu, Fríðu og Gunrið og øll hini 197 starvs­ fólkunum: Tær tríggjar í dagvaktini vita, at hvørja ferð tær fara undir eina nýggja vakt, liggur laksur í hópatali og bíðar eftir reinsker­ arum, pakkarum og øðrum liðum í hesi framleiðsluni. Hóast Margretu dámar væl at arbeiða her, og hóast arbeiðið er støðugt, ætlar hon ikki at arbeiða her restina av lívinum. ­ Noy, eg ætli at fáa mær onkra útbúgving. Tað má man í øllum førum hava, slær hon fast. – Vit bakka ikki fyri laksinum Fyrr varð sagt, at tað luktaði av peningi í Fugla­ firði. Tað er kortini ikki bert har at peningur er í fiskivinnuni. Á Bakkafrost á Glyvrum er nógv virksemi og nógv arbeiðsfólk. Millum hesi telist 18 ára gamla Margretha Jacobsen úr Fuglafirði. – Her er gott at vera, sigur hon »Her eru so doyliga nógv skeg fólk« »Eg ætli at fáa mær onkra útbúgving. Tað má man í øllum førum hava« Laksur fyri milliónir verður framleiddur her á virkinum. Hetta krevur góð – og ikki minst støðug – arbeiðsfólk