Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 26. juni 2008 EYSTANSTEVNAN 2008 23 Bara ólav­ søkan størri enn eystan­ stevnan Hesi síðstu árini hevur áhugin fyri gomlu bygdar­ stevnunum verið dalandi, fyrst og fremst grundað á teir mongu og stóru festi­ valarnar og tónleikatiltøkini, ið hava verið kring landið. Í støðum hevur enntá verið tosað um at niður­ leggja onkra stevnu, men soleiðis er avgjørt ikki í Runavík. Eystanstevnan í ár verður hin størsta og mest umfat­ andi nakrantíð, og fyri­ reikararnir hava sett sær sum mál, at Eystanstevnan framyvir skal verða so stór og umfatandi, at bert Ólavsøkan er størri. Stevnan í ár er serstøk, tí fleir nýggjar verkætlanir og tiltøk verða roynd, og fyrireikararnir leggja seg eftir, at øll – bæði børn, ung, miðaldrandi og gomul ­ kunnu hava okkurt at fara til. T.d. er eitt stórt og rættiliga øðrvísi tiltak er á skránni, áðrenn stevnan verður sett fríggjakvøldið. Talan er um eitt karneval, ið fer at avloysa vanligu skrúðgonguna. Bátastevna partur av stevnuni Av tí at fleiri og fleiri fólk vitja ymisku stevnurnar við báti, hava fyrireikararnir mett tað sjálvsagt at knýta eina bátastevnu at stevnuni, tí umstøðurnar í Runavíkar havn eru frálíkar. Bátastevnan verður skipað í samstarvi við bátafelagið á staðnum og verður hildin í sjálvum bátahylinum, sum liggur sera tætt at stevnuøki­ num. Ætlanin er, at bátarnir skulu koma til Runavíkar nakað áðrenn karnevals­ gonguna fríggjakvøldið. Nógvur tónleikur verður á skránni á bátastevnuni, m.a. hava fyriskipararnir syrgt fyri at seta eitt stórt tjald upp á havnalagnum tætt upp at stevnuøkinum. Um dagin verður góður har­ monikutónleikur og klaver­ spæl at hoyra, kryddað við góðum felagssangi. Áðrenn og eftir midnáttarsam­ komuna leygarkvøldið er føroyskur dansur á skránni, og fríggja­ og leygarkvøldið er so møguleiki at fara á góðan bryggjudans. Arbeitt verður eisini við einum serligum tiltaki, sum skal verða á havnarlagnum. Bátastevnan endar sunnudagin. Eitt ár aftrat Tað er kortini ikki bert Mar­ gretha ið hevur ætlanir um at fáa sær eina útbúgving í nærm­ astu framtíð. Hetta sama heldur starvs­ felagi og býarfelagi hennara, Gunrið Jacobsen. Hon arbeiðir her á Bakkafrost av teirri einfaldu orsøk, at hon ikki ætlaði sær í skúla – beinan­ vegin altso. ­ Eg verði her kanska eitt ár aftrat, sigur Gunrið. Systir Margretu, Fríða nikkar samtykkjandi. Hon verður helst ikki verandi her á virkinum í allar ævir, hóast úrtøkan er góð og arbeiðið støðugt. Júst, hvørja útbúgving ella skúlagongd tær tríggjar kundu hugsað sær, verður einki sagt um. Tað skilst tó, at hetta verður ikki innan fiskivinnu. Porsjónir Ein vanligur dagur hjá Mar­ grethu og hinum 39 á dagvakt­ ini byrjar klokkan 8 og endar klokkan 4. Henda hósdagin, tá Sosial­ urin vitjaði virkið, møtti hon eisini um morgunin og fór beinanvegin í laksin at arbeiða. ­ Eg havi arbeitt ymsastaðni her á virkinum. Onkutíð eri eg í »porsjónunum«, men í morgun havi eg skorið laks. ­ Og tað komi eg helst eisini at gera restina av degnum, sigur hon. Skeg fólk á Bakkafrost Bakkafrost man teljast millum best útgjørdu virkini í landinum. Hetta er somuleiðis eitt, ið starvsfólkini fegnast um og seta prís uppá. - Eg dugi ikki akkurát at siga, hvat er best við virkinum. Umstøðurnar eru í øllum førum góðar – ja, alt er bara gott, sigur Margretha. Arbeiðsfólkið hevur tað sera gott saman. Hetta sæst best aftur í lívliga prátinum, tá tey hittast til matarsteðg í snotuligu og ljósu matstovuni. - Her eru so doyliga nógv skeg fólk, sigur Margretha við einum brosi. »Mong undrast á at vit, sum eru so ungar, yvirhøvur tíma at arbeiða í fiski« Gunrið Jacobsen og systrarnar Fríða og Margretha Jacobsen dáma væl at arbeiða á Bakkafrost. Hetta er kortini ikki nakað verandi stað hjá teimum Starvsfólkini koma bæði av Skálafjørðinum, Fuglafirði, Norðoyggjum og úr útlondum. Sum skilst er ein vaksandi áhugi fyri at fáa arbeiði ávirkinum