fríggjadagur 27. juni 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 122 - 27. juni 2008
Seinnapartin í gjár
varð fyrsti hakin
settur í eina av
teimum heilt stóru
og forvitnisligu
verkætlanunum í
Føroyum, nevniliga
ein nýggjan skeiðs
depil í Skálavík, ið
fyrrverandi reiðarin,
Eiler Jacobsen
stendur aftanfyri
Bygdamenning
Orð&myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Skálavík: Tað var Eiler
Jacobsen sjálvur sum loysti
fyrsta bøkkin til henda dep
ilin, ið fyrst og fremst skal
vera karmur fyri kristiligum
møtum og legum.
Ætlanin er síðan at dep
ilin skal gerast til ein part
av føroysku ferðavinnuni
og øðrum virksemi, sum
verður avleitt av hesum.
Tríatitals milliónir verða
nú settar í henda frítíðar og
mentanardepilin, sum tað
væntandi fer at ganga tvey
ár at byggja. Depilin, sum
verður út ímóti 4000 fer
metrum til støddar, og ligg
ur á einum 50.000 fermetrar
stórum grundøki.
Verkætlanin fevnir um
eitt nú svimjihyl, tónleika
og møtisal, baðiland og mat
stovu, umframt gistingar
møguleikar.
Borgarstjórin í Skálavík,
Linjohn Christiansen fegn
ast um hesa ætlanina í hans
ara kommunu. Eftir hansara
meting verður her ein møgu
leiki at kunna hýsa størri
altjóða ráðstevnum í Føroy
um.
Vónandi fara eisini út
lendsk ferðalið og áhuga
bólkar at koma til Skálavíkar
at halda skeið og størri ráð
stevnur. Hetta fer uttan iva
at skapa lív í bygdini og í
oynni, sigur Linjohn Christ
iansen.
Meiri um hesa stóru ætl
anina í einum komandi
blaði!
Grótkastið í Skálavík
verður nú umvælt
Á bygdaráðsfundi fyrr í vikuni samtykti bygdarráðið í
Skálavík at taka av tilboðnum frá R.T.S. Contractors
um at umvæla grótkastið, sum fór í herviligu
vetraródnini herfyri. Harumframt skal nýtt grótkast
gerast út á Magnusartanga, og verður hetta einar 9
metrar langt. Sjálvur bátahylurin skal eisini dýpast
eins og onnur arbeiðir skulu gerast, skrivar bkv.fo. Alt
arbeiðið kemur at kosta umleið 3,5 mió krónur.
Sandoyingar bjóða til
stevnu í Húsavík
Eins og aðrar bygdir kring landið, skipa fólkið í Sandoynni
eisini fyri sínari stevnu, teirri sonevndu Sandoyarstevnuni. Í
ár verður henda stevnan hildin í Húsavík í døgunum 11. til
13. juli. Fyrireikarar vóna, at tað koma nógv fólk til
Húsavíkar. Longu nú er greitt, at klovnar fara at undirhalda
børnunum. Fríðbjørg Jensen fer at syngja, umframt Martin
Joensen úr Vestmanna og aðrir vísusangarar. Møti og dansur
verða eisini.
Skeiðsdepil skapar
samveru í Skálavík
Eiler Jacobsen hevur júst loyst fyrsta flagið til stóra
frítíðardepilin, sum væntandi kann verða liðugur um eini tvey
ár. Borgarstjórin í Skálavík, Linjohn Christiansen fegnast um
ætlanina í hansara kommunu
Skeiðsdepilin hevur útlendskan dám, og verður vónað, at útlendingar eisini fara at gera brúk av
deplinum til ráðstevnur, skeið og annað
Sleppa ikki
undan olju
tunnum
beinan
vegin
Løgmálaráðið hevur
ætlað og ætlar
framvegis, at tað
skal gerast einfaldari
hjá fólki á útoyggj
at fáa olju í land.
Oljutunnurnar skulu
hereftir fara í søguna
Bygdamenning
Snorri Brend
Í eina tíð hava samráðing
ar verið millum kommun
ur á útoyggjum, SEV,
oljufeløgini og Fiskimála
ráðið um møguleikarnar
at bøta um oljuflutningin
til útoyggjar okkara.
Í september mánaði í
fjør var málið komið so
langt, at ein eykajáttanar
lóg varð løgd fyri tingið,
har ein sløk millión krón
ur skuldi setast av til
hetta endamálið.
Við hesi upphæddini
var ætlanin at keypa ein
mobila oljupumpu at fáa
oljuna frá skipunum hjá
Vaktar & Bjargingar
tænastuni og upp í tangar
á landi. Her skuldi ein so
keypa
eina
mobila
pumpueind at føra oljuna
frá tangunum til húsar
haldini.
Eins og so mong onnur
uppskot datt hetta eisini
niðurfyri, tá løgtingsval
varð útskrivað í desember
mánaði í fjør. Og á fíggj
arlógini fyri 2008 er
eingin upphædd sett til
hetta endamálið.
Men sum skilst á Hilm
ari Høgenni, deildarstjóra
í
Løgmálaráðnum
er
hetta eitt mál sum verður
raðfest høgt í fíggjarlógini
fyri komandi ár.
Sosialurin hevur áður
skrivað um hesa skipan
ina sum stendur púra
klár í Mykinesi. Her er
alt klárt at taka ímóti
oljuni, men enn verður
bíðað eftir at fáa oljuna
pumpaða í land.
Líkt er til, at tað kann
fara at henda komandi
ár.