fríggjadagur 27. juni 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 122 - 27. juni 2008
tíðindi
Sambært nýggjari
bók er tað norska
kommandørinum
Haakon Dahlstrøm
fyri at takka, at ork
estrið hjá frelsunar
herinum ikki datt
niðurfyri í síni tíð
Ævisøga
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Norski
kommandørurin
Haakon Dahlstrøm hevur
havt ein lyklaleiklut í tón
leikaliga virkseminum hjá
hópin av samkomum í Frels
unarherinum. Í nýggju ævi
søguni um Dahlstrøm, Jeg
er ingen blomst, verður mill
um annað greitt frá, um tá
norski kommandørurin í
1937 varð sendur til Føroya
at bjarga hornorkestrinum
hjá Frelsunarherinum.
Byrjan til útimøtini
Í bókin greiðir høvundurin
Emil Skartveit, frá, hvussu
ein ósemja um gjald av
ljóðførum var orsøkin til, at
hornorkestrið hjá frelsunar
herinum í Havn varð dottið
niðurfyri. Tískil var Dahl
strøm boðsendur, og onkurs
vegna eydnaðist tað honum
at fáa lív aftur í orkestrið.
Í eitt ár stjórnar Dahlstrøm
sjálvur orkestrinum, og gev
ur hann luttakararnum tvær
hondskrivaðar
nótabøkur,
tær sokallaðu Færøyjournal
irnar.
Tónleikastykkini
verða spæld so ofta, at lut
takararnir til endan duga
tey uttanat.
Dahlstrøm hevði nevni
liga eisini aðrar ætlanir við
vitjanini. Hann hevði sett
sær fyri at skipa fyri útimøt
um á hvørjum gøtuhorni í
Føroyum hvørt fríggjakvøld,
uttan mun til, hvussu veðrið
var.
Ætlanin hjá norska komm
andørinum eydnaðist betri
enn væntað, og tískil var
hansara uppgáva loyst. Eftir
eitt ár í Føroyum fór Haakon
Dahlstrøm víðari á síni lívs
ferð, ið verður lýst í ævisøg
uni Jeg er ingen blomst – En
rejse gjennom kommandør
Haakon Dahlstrøms liv.
Bjargaði
orkestrinum
hjá føroyska
frelsunarherinum
Sambært
ævisøguni
”Jeg er ingen
blomst”
fekk norski
komman
dørurin
Haakon
Dahlstrøm
stóran týdning
fyri virksemið
hjá frelsunar
herinum í
Havn
Í nýggju lesibókini Hervør og
Høgni í triðja verður miðja
móti, at næmingarnir venja
lesingina enn meir, og at teir
skilja tað, teir lesa.
Ein
fløga
fylgir
við
bókini, har allur teksturin
er lisin inn. Á hendan hátt
kunnu næmingarnir brúka
allar sansir, meðan teir lesa
og lurta, so lesiupplivingin
verður tess størri.
Bókin fylgir Hervør og
Høgna og teirra vinum gjøg
num eitt skúlaár og ymsu
árstíðirnar.
Í bókini eru ymisk teksta
sløg. Summir partar eru
ætlaðir til næmingin at lesa
uppá heima og so lesa aftur
í skúlanum. Aðrir partar eru
ætlaðir
at
viðgera
í
skúlanum, til dømis sangir,
uppskriftir av ymsum slag
og tekstir um fiskar.
Til
bókina
eru
tvær
arbeiðsbøkur, ið flestu næm
ingar
kunnu
arbeiða
sjálvstøðugt við.
ave
Hervør og Høgni eru aftur
Føroya Skúlabóka
grunnur gevur nú út
triðju lesibókina um
Hervør og Høgna
Vit sóknast eftir nýggjum starvsfólkaleiðara.
Í Eik leggja vit dent á ein virknan starvsfólka
politikk, fyri at vit framhaldandi kunnu
varðveita og draga dugnalig starvsfólk til Eik
samtakið. Góður trivnaður, arbeiðsgleði og
støðug starvsfólkamenning eru samstundis
lyklaorð, tá tað snýr seg um at veita kundu
num framúr fakliga og persónliga ráðgeving.
Starvið
Starvsfólkaleiðarin vísir beinleiðis til stjórn
ina, og er sparringspartnari hjá stjórnini,
deildarleiðarum og starvsfólkum í Eik. Sum
starvsfólkaleiðari hevur tú møguleika at orða
og mynda framtíðar starvsfólkapolitikkin hjá
Eik. Saman við leiðarunum hevur starvsfólka
leiðarin ábyrgd av at skapa rammur og
møguleikar fyri víðari menning av hvørjum
starvsfólki sær. Ymsar fyrisitingarligar upp
gávur liggja eisini á Starvsfólkadeildini, t.d.
setan og útbúgving av starvsfólkum, lønar
útgjalding og frítíðaruppgerðir.
Fakligir førleikar
Vit vænta, at starvsfólkaleiðarin hevur
útbúgving innan starvsfólkaøkið og gjarna
eisini bankabakgrund. Hetta er tó ikki
eitt krav, tí persónligu eginleikarnir hava
serstakan týdning fyri at kunna røkja
starvsfólkaleiðarastarvið.
Persónligar eginleikar
Evnini at samstarva, samskifta og lurta mugu
vera góð. Vit ynskja okkum eina eldsál, ið
eggjar øðrum til og torir at ganga á odda.
Stundum krevst eisini, at starvsfólkaleiðarin
loysir ósemjur, og til tess krevst dirvi, innlit
og oftani eisini humor. Menniskjakunnleiki,
áhugi fyri starvsfólkaviðurskiftum og innlit í
Human Ressource Management er eitt gott
grundstøði.
Áhugað kunnu venda sær til Bjarna Olsen,
stjóra, á telefon 348575, teldupostur bjarni.
olsen@eik.fo.
Starvið verður sett skjótast gjørligt og lønt
sambært avtalu. Umsóknir skulu vera okkum í
hendi í seinasta lagi týsdagin 8. juli kl. 12.00.
Umsóknir skulu stílast til:
Eik Banka
Att.: Bjarni Olsen, stjóri
Yviri við Strond 2
100 Tórshavn
Starvsfólkaleiðari
við hugsjónum
Í Eik samtakinum starvast á leið 400 fólk á 15 deildum kring landið, í dótturfelagnum Inni
P/F og í dótturfelagnum Eik Bank Danmark A/S. Á starvsfólkadeildini Yviri við Strond í Havn
starvast umframt leiðaran trý fólk.
www.eik.fo