fríggjadagur 27. juni 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 122 - 27. juni 2008
Ritstjóri á Skúlabóka-
grunninum
Eitt starv sum ritstjóri á Føroya
Skúlabókagrunni innan mið-
námsskúlaøkið verður lýst leyst
til setanar, so skjótt sum til ber.
Praktiskt útgávuvirksemi
Starvið, sum talan er um, fevnir í
høvuðsheitum um praktiskt útgávu-
virksemi innan øll fakøki til miðnáms-
skúlan eins og ráðgeving og vegleiðing í
hesum sambandi. Vilt tú vera við til at
menna miðnámsskúlaøkið og
tryggja, at lærarar og næmingar hava
góðar undirvísingarmiðlar, so eru nógv-
ar áhugaverdar uppgávur at fara í holt
við á Skúlabókagrunninum.
Førleikar
Til starvið krevst útbúgving sum mið-
námsskúlalærari, í minsta lagi 5 ára
undirvísingarroyndir og dyggur fakligur
førleiki í føroyskum og kunnleiki í teld.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða eftir sátt-
mála við avvarðandi fakfelag og við
góðkenning Fíggjarmálaráðsins.
Royndartíðin er eitt ár. Skrivlig umsókn
við avriti av prógvum og møguligum við-
mælum skal vera Skúlabókagrunninum
í hendi í seinasta lagi mánadagin tann
14. juli 2008.
Gjølligari upplýsingar um starvið fáast
frá Niels Petersen, tlf. 31 61 00.
Avloysari fyri ritstjóra
Tíðaravmarkað starv fyri rit-
stjóra í barnsburðarfarloyvi
verður lýst leyst til setanar frá
15. oktober 2008 til 31. juli
2009. Ritstjórastarvið fevnir
um fólkaskúlaøkið.
Praktiskt útgávuvirksemi
Hetta starvið fevnir í høvuðsheitum um
praktiskt útgávuvirksemi innan allar
lærugreinir í fólkaskúlanum eins og ráð-
geving og vegleiðing í hesum sambandi.
Ætlanin er, at ritstjórin skal arbeiða
við útgávum innan kunningarlæru-
greinirnar í fólkaskúlanum. Tað eru
søga, samfelagslæra, landalæra, lívfrøði
o.s.fr. Eisini í lærugreinunum kristni,
føroyskum og fremmandum máli er
tørvur á nýggjum undirvísingarmiðlum,
og kunnu uppgávur á hesum økjum
koma fyri. Vilt tú vera við til at menna
fólkaskúlan og tryggja, at lærarar og
næmingar hava góðar undirvísingar-
miðlar, so eru nógvar áhugaverdar
uppgávur at fara í holt við á Skúlabóka-
grunninum.
Førleikar
Til starvið krevst útbúgving sum
fólkaskúlalærari, í minsta lagi 5 ára
undirvísingarroyndir og dyggur fakligur
førleiki innan tey fakøki, sum ritstjórin
fer at arbeiða mest við, hollur kunnleiki
í føroyskum og kunnleiki í teld.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða eftir sátt-
mála við Føroya Lærarafelag í lønar-
flokki 30.1 og við góðkenning Fíggjar-
málaráðsins. Skrivlig umsókn við avriti
av prógvum og møguligum viðmælum
skal vera Skúlabókagrunninum í hendi
í seinasta lagi mánadagin tann 14. juli
2008.
Gjølligari upplýsingar um starvið fáast
frá Niels Petersen, tlf. 316100.
3 STØRV
á Føroya Skúlabókagrunni