fríggjadagur 27. juni 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 122 - 27. juni 2008
Av tí at leiðsluskrivari okkara fer í farloyvi,
verður hetta starvið lýst leyst frá 21. juli 2008
til 18. mai 2009.
Starvið fevnir um
Høvuðsuppgávurnar hjá leiðsluskrivaranum
eru at:
• Avgreiða mál vegna stjóra og leiðslu
• Stýra og umsita journal (Doculive),
kundamóttøku, postmóttøku og
samskifti annars
• Avgreiða telefon, kalendara, fundir og
vitjanir
• Umsita starvsfólkamál
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú
• hevur HH, skrivstovu- ella líknandi
útbúgving
• hevur royndir innan tænastu og fyrisiting
• hevur kunnleika og royndir innan KT á
brúkarastigi
• hevur góð evni at orða teg skrivliga og
munnliga á føroyskum og norðurlendskum
• arbeiðir sjálvstøðugt og málrættað
• hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
• ert álítandi og hevur góðan røkjuskap
Stjóraskrivstovan
Stjórin á SSL hevur ovastu leiðsluna og
umsitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina
av virksemi stovnsins. Ábyrgdarøkið fevnir
eisini um langtíðarráðlegging við ábyrgd
fyri samskiping av ymsu deildunum og
virkisøkjunum. Stjóraskrivstovan hevur ein
týdningarmiklan leiklut at samskipa dagligu
umsitingarligu uppgávurnar hjá leiðsluni.
Setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið, og
er lønt í 4. lønarfl okki.
Umsóknir
Umsóknin skal, saman við prógvum og
møguligum ummælum, sendast til:
Strandfaraskip Landsins
Boks 30
810 Tvøroyri
Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er 11. juli 2008
kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Eyðhild Jacobsen, leiðsluskrivara,
á tlf. 343000, ella við telduposti: eyj@ssl.fo
Leiðsluskrivari
Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Løgmálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands
fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL
í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar, 8 ferjur
og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í fýra deildir:
Samferðslu-, Sjó-, Fíggjar-, og KT-deild.
Til verkstað okkara í Tórshavn
søkja vit eftir einum mekanikara
at byrja skjótast gjørligt.
Útbúgving sum trukk mekanik-
ari, maskinsmiður ella bilmek-
anikari er ein fyrimunur, men
ikki ein treyt.
Ert tú ágrýtin, hevur áræði og
hug til at arbeiða á einum dy-
namiskum virki, so ert tú møgu-
liga tann, ið vit leita eftir.
Eru spurningar, ert tú vælkomin
at seta teg í samband við Allan
Norðfoss á telefon 588840.
Umsóknir mugu vera okkum í
hendi í seinasta lagi fríggjadag-
in 11. juli 2008.
Umsóknir verða viðgjørdar í trú-
naði.
Løn og treytir kunnu vit tosa
nærri um.
KJ Norð trukk søkir mekanikara
at byrja beinanvegin
Mykinesgøta 3 . postboks 1315 . Tel 31 51 36 . Faks 310 931
info@nordtrukk.fo . www.nordtrukk.fo
KJ Norð Trukk fæst í høvuðsheitinum við sølu,
útleigan og umvælan av trukkum og aðrari lyftiútgerð