Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 122 - 27. juni 2008 lýsingar Tú er fyrikomandi og dugir væl at samstarva, samskifta og at arbeiða sjálvstøðugt. Tú hevur royndir og áhuga fyri lønarmálum og samráðingum. Tú hevur góðan málkunnleika, telduførleika og eina útbúgving sum hóskar. Ávís útbúgving er ikki eitt krav og starvið verður skipað eftir áhuga og førleika. Tú er tann vit leita eftir. Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevur stórar avbjóð- ingar fyri framman, og vit hava brúk fyri tær at byrja 15. august 2008, ella eftir nærri avtalu. Tú skal arbeiða sum málsviðgeri, svara fyrispurningum, fyrireika og luttaka á fundum, skriva fundarfrásagnir og luttaka í sáttmálasamráðingum. Skriva ella ring til Lønardeildina á tlf 352200 ella send teldupost til lnd@lnd.fo Umsókn við prógvum og møguliga við- mælum skulu sendast til: Fíggjarmálaráðið, Lønardeildin Postbox 2039 165 Argir ella sum teldupostur til Lnd@lnd.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 15. juli kl. 15.00. NÝTT STARV? HYGG HER! LØNARDEILDIN Í FÍGGJARMÁLARÁÐNUM Lønardeildin hevur um hendi almennar lønir og setanartreytir. Høvuðsuppgávurnar eru at samráðast við fakfeløg um sáttmálar og avtalur fyri størv hjá landinum. Vit umsita tænastumannalóggávuna, flokka størv og góðkenna individuellar treytir. Vit ráðgeva ráðunum í arbeiðsrættarligum og setanarrættarligum spurningum. Lønardeildin heldur til í Figgjarmálaráðnum saman við øðrum stovnum. Her eru góðar arbeiðsumstøður og kantinuviðurskifti. Lønardeildin hevur eina flekstíðarskipan. Sí annars www.lnd.fo STEPHANSSONS HÚS