Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 45

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 - 27. juni 2008 45 lýsingar Nóatún · Boks 3051 · FO-110 Tórshavn Starv sum havnastjóri við Fuglafjarðar havn Starvið sum havnastjóri við Fuglafjarðar havn verður hervið lýst leyst at seta tann 01. oktober 2008 ella so skjótt sum til ber eftir hetta. Starvið: Tú kemur at hava dagligu leiðsluna av Fugla- fjarðar havn, somuleiðis sum tú eisini í starvi- num kemur at átaka tær uppgávur við at marknaðarføra havnina í tøttum samstarvi við havnanevndina og býráðsleiðsluna. Førleikakrøv: Útbúgving sum skipsførari ella aðra viðkomandi hægri útbúgving og førleika í enskum máli bæði í talu og skrift, somuleiðis sum tú skalt duga at orða teg væl bæði munnliga og skivliga, hava teldukunnleika og kunnleika til nýmótans leiðslamboð. Haraftrat skal tú eisini hava hollar leiðslu- førleikar frá almennari ella privatari vinnu, og ávísar royndir innan sjóvinnu. Vit bjóða tær: Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum leiðari fær møguleika fyri at menna havnina. Setanarviðurskifti: Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag, somuleiðis verður skriv- ligur sáttmáli gjørdur partanna millum um arbeiðstreytir vm. Starvstreytir: Umsøkjarar við royndum innan sjóvinnu hava fyrimun. Royndartíðin verður sambært avvarðandi sáttmála. Hevur tú áhuga so ert tú vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum og møguligum CV og viðmælum til Fuglafjarðar býráð, Postboks 30, 530 Fuglafjørður, og skal henda verða ráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. august 2008 kl. 15.00. Fleiri upplýsningar fáast við at venda sær til Sigurð S. Simonsen, borgarstjóra á telefon 737777 ella Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 737702. Býráðið skilar sær rætt til at velja millum umsóknirnar ella onga at taka. Fuglafjørður 19. juni 2008 Fuglafjarðar býráð Fuglafjarðar Býráð Lesið Sosialin - so eru tit við