Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 klumman Nr. 122 • 27. juni 2008 Koyr bara 60 Koyr bara 60 km/t á lands­ vegnum! Fyri mína skyld behøvist tú ikki at trýsta meira á spidaran. Eg havi gjørt tað til ein sport ikki at irriterast inn á bilførarar, sum eru varnir á vegnum millum bygdir, og tað er ein avbjóðing av rang. Vit, sum av og á koyra teir longru teinarnar í landinum, møta javnan – um ikki hvørja ferð – bilførarum, sum traðka meira á bremsuna enn spidaran. Trillandi, akandi og pjakandi fara teir avstað, og tað gongur framá – so nøkunlunda. Við hvørt er tað ein eldri kvinna, sum skal nærlesa hvørt vegskelti, sum hon er í nánd av, og óttast stórliga fyri, at hon verður løgd undir tortur hjá ríkisløgregluni, um hon vágar sær at nærkast teimum 80 km/t. Við hvørt er tað ein av hes­ um stóru, skitnu lastbilunum, sum eru kasseraðir í Danmark og innfluttur til Føroya at gera ónáðir. Silkeborg Tomat Transport stendur við stórum stavum á bilinum, og so koyra teir, sum stúrdu teir fyri, at ein altoyðileggjandi kettjup­ heljarríki var fyri framman. Og so eru tað sjálvsagt hesar longu røðirnar á sein­ asta teininum til Havnar. 50 bilar í takt eftir Kald­ baksvegnum, meðan onkur hálvsovandi sjaførur fremst í røðini hevur stóra fragd av at telja, hvussu nógvar bilar hann kann hava aftanfyri seg, tá hann kemur á Sandvíkar­ hjalla. Men tá alt kemur til alt, so leggi eg líka í. Traffic packed up twenty miles to the east Must have hit every damn red light on the street The weatherman says it’s gonna rain for a week Hey, what can you do? Heini bloggar úr Ísrael Komandi tíðina fer Heini í Skorini, sum er í starvsvenjing á donsku ambassaduni í Tel Aviv, at skriva bloggar í vikuskiftisinnlegginum hjá Sosialinum. Heini fer at skriva um og úr gerandisdegnum í Ísrael. Free Gilad Shalit! The Prime Minister Has For­ gotten the Soldiers of Israel! We Want Shalit! Soleiðis ljóða slagorðini í ísraelskum fjølmiðl­ um, nú tvey ár eru liðin, síðani 23 ára gamli ísraelski korporalurin Gilad Shalit varð tikin til fanga av palestinska felagsskapinum Hamas í Gaza. Við jøvnum millumbilum koma skrivlig neyðarróp úr fangaskapi, har hann biður og bønar um sítt lív, og tað er eftirhondini vorðið fólkakrav í Ísrael, at stjórnin syrgir fyri at fáa neyðars Shalit heimaftur. Málið er vorðið ein sonn marra fyri for­ sætisráðharran Ehud Olmert. Trupulleikin er, at Hamas krevur um 400 palestinskar fangar í ísraelskum fongslum afturfyri. Og trygdarpolitiski myndugleikin í Ísrael sigur kortanei til at leyslata 400 terroristar, sum allir hava jødiskt blóð á sínum hondum. ­ At leyslata 400 terroristar er at seta lívið hjá øllum ísraelskum borgarum í vága og fer einans at elva til fleiri gíslatøkur, segði ein beinharður ísraelskur herovasti í vikuni. So heldur lata Gilad Shalit rotna í einum dryppandi fongs­ ulskjallara onkustaðni í Gaza. Men mótvegis herovastum skulu politikararnir tekkjast veljarafjøldini, ikki minst nú nýval hongur í luftini. Og tá sveimandi fólkastemningurin vil hava Shalit heimaftur fyri ein og hvønn prís, er forsætisráðharrin undir ógvusligum trýsti. Málið um Shalit er kyknað, eftir at hann ikki varð partur av avtaluni um eina vápnahvíld, sum í seinastu viku varð fingin í lag millum Ísrael og Hamas, og sum ætlandi skal vara í seks mánaðir (hóast tekin longu eru um, at tað verður trupult). Avtalan er komin í lag eftir blóðigar samanbrestir í fleiri mánaðir við nógvum ofrum í Suðurísrael og hundrað ferðir fleiri í Gaza, tá ísraelska krígsmaskinan hevur oyst sína vreiði yvir militantar palestinar, sum føra kríggj millum sivilar íbúgvar, og sum tí taka stór og smá við sær í deyðan. Vápnahvíldin hevur klovið ísraelska fólkið sundur í tvey. Øðrumegin bjóða íbúgvarnir í Suðurísrael vápnahvíldini vælkomnari við fagnaðarrópum eftir eitt traumatiserandi vár við fúkandi rakettum skamt sunnanfyri heimstað mín Tel Aviv. Og hinumegin eru tey, sum óttast, at støðan verður tíggju ferðir verri um seks mánaðir, tá Hamas hevur fingið frið til at dubba seg av nýggjum við fleiri hermonnum og kraftigari vápnum, sum fyrst og fremst koma úr Iran. Og sum um hetta ikki er nóg mikið, so samráð­ ist ísraelska stjórnin eisini við fíggindan fyri norðan, shiamuslimska felagsskapin Hizbollah í Libanon, um at leyslata teir báðar ísraelsku hermenninar Eldad Regev og Ehud Goldwasser, sum Hizbollah hevur liggjandi á goymslu frá Libanon­krígnum í juli 2006. Afturfyri skal Ísrael flýggja út libanesiska superterroristin Samir Kuntar saman við einum heri av øðrum Hizbollah­fangum, deyðum sum livandi. Og sundurbrotnu foreldrini hjá teimum trimum gíslunum, Shalit, Regev og Goldwasser, eru javnan í fjølmiðlunum og bøna við tárum stjórnina um at ganga krøvum fíggindans á møti, so synir teirra kunnu venda aftur til lívið. *** Ísraelskur politikkur er ikki fyri særtar sálir. Her snýr politikkur seg um lív ella deyð. Um kríggj ella frið. Um vón ella vónloysi. Og tá so stór mál eru gerandiskostur, so fær politikkurin í hesum landinum og partinum av heiminum eina so sterka eksistentiella dimensjón við so djúpum sálarligum og kensluligum avleiðingum, at tað er ræðandi. Heima hava vit ráð til ikki at sýna politikki áhuga. Til at sigla okkara egna sjógv og lata politikararnar koyra sítt show í einum húsi á Tinghúsvegnum. Og mangan er støðið so lágt, infantilt og heiladeytt, at politiska líkasælan er til at skilja. Men ikki at hava áhuga fyri politikki er og verður ein forkelaður luksusvani fyri tey, sum taka sum givið, at friður og vælferð valdar. Sum ikki geva sær far um, at onkustaðni í fortíðini hevur onkur stríðst fyri teimum framíhjárættindum, okkara samfelag druknar í. Og sum mest av øllum ikki eru tilvitað um, at lítla og ríka Skandinavia er undantakið heldur enn reglan, um vit hyggja at heiminum anno 2008 úr fuglaperspektivi. Tí uttanfyri lítla smørholið, sum tilvildin hevur dumpað okkum niður í, eru stórir partar av heiminum framvegis eitt ótrygt, kaotiskt, vandamikið og rátt helviti. heini_skorini@yahoo.com - Men ikki at hava áhuga fyri politikki er og verður ein forkelaður luksusvani fyri tey, sum taka sum givið, at friður og vælferð valdar (...). Og sum ikki eru tilvitað um, at lítla og ríka Skandinavia er undantakið heldur enn reglan, um vit hyggja at heiminum anno 2008 úr fuglaperspektivi Endiliga tagna ísraelsku stríðsvognarnir, eftir at ein vápnahvíld er fingin í lag millum Ísrael og palestinska felagsskapin Hamas, sum ætlandi skal vara í seks mánaðir. Men fólkið óttast, at eftir vápnahvíldina vendir kríggið aftur við størri styrki enn nakrantíð áður Hinir burturvilstu synirnir Eyðun Klakstein blaðmaður eydun@sosialurin.fo - Um eina skroypiliga vápnahvíld, ein trýstan forsætisráðharra og mammur, sum gráta um fangaðar synir