Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 122 • 27. juni 2008 Vikuskifti halda til í Khayelitscha. Uppsøkjandi arbeiði vil siga, at vit ganga runt og hyggja, um vit síggja børn, sum í skúlaldri verða brúkt sum arbeiðsmegi. Eisini fari vit á heimavitjan hjá familjum, ið vit á ein ella annan hátt veita hjálp. At verða hvít úti í townshippinum er nakað heilt serligt. Fyri tað fyrsta er tað frá mínari síðu kultursjokkið at koma frá einari peningaríkari bakgrund og inní eitt heim ið er, bygt upp av stálplátum, pappeskjum, plastik­ posum ella hvat annað nú er at finna. Tað er uml. 20 fermetrar til støddar og hýsir fleirifólkum. Fyri tað næsta er tað heilt óvanligt, at hvít fólk koma inn í town­ shippin. Allastaðni koma fólk út at hyggja at tær. Børnini renna rundan um teg og rópa “Umlungu umlungu!” ið merkir; hvít fólk á xhosa málið (xhosa er tað málið, ið høvuðsparturin av íbúgvunum í Khayelitscha tosa). Mennirnir hyggja gjølla at tær, tosa sína millum og flenna. Nøkur av teim­ um smáu børnunum ræðast meg og goyma seg aftanfyri mammu sína, ímeðan onnur eru meira djørv og koma yvir at nema við mína húð og mítt hár. Tað ókenda og vandamikla Tá eg fortelji fyri mínum hvítu vinfólkum, ið eru uppvaksin í Cape Town, um arbeiði eg geri, er tað ymiskt hvussu tey reagera. Summi eru stuðlandi og rósa mær fyri, at eg tori at verða ið teimum belastaðu umráðnum. Onnur rista við høvdinum ogfortelja mær ræðusøgur um, hvat hendi harúti. Tey leggja stóra orku í at fortelja, hvussu tey svørtu í townshippinum uppfata hvít fólk. Tey hava aldrin, og fara aldrin at seta sín fót út har, og tey kenna ongan, ið kemur harfrá. Eg royni at greiða teimum frá, at eg havi ikki uppliva, at tað er so ringt, sum tey vilja verða við til. Higartil føli eg meg ógvuliga væl móttiknan og fólk vísa stóra virðing fyri tí arbeiðnum, eg geri. Tað harmar meg, at eg má ásanna, at ein stórur partur av teimum hvítu suðurafrikanarunum kenna líka nógv til townshippin, ið liggur 40 kilometrar vekk frá býnum, sum omma mín, ið situr heima í Funningsfirði og lurtar eftir Útvarpi Føroya. Ein morð-fabrikk Nakað sum hevur gjørt eitt stórt inntryk á meg tað tíðina, eg havi verið her, er ræðsla. Fólk­ ið sýnist at liva í konstantari ræðslu. Ræðsla fyri at verða álopin, ræðsla fyri at hava innbrot. Ræðsla fyri at fara út í myrkri. Og í summun førum, fyri tað hvíta samfelagið, livir eisini ein ræðsla fyri tí svarta og litaða samfelagnum. Hetta er kanska heldur ikki so løgið, tá tey flestu morðinihenda úti í hesum samfelagnum. Tað er ikki meiningin at generalisera alt tað hvíta samfelagið í Cape Town. Men hetta er, hvussu eg upplivi støðuna. Eg eri limur í einum róðrafelag her niðri, ið einans hevur hvítar limir, og hetta er við til at geva mær eitt innlit í samfelagið hjá teimum hvítu og teirra holdningar. Sum kontrast til mítt ítriv saman við hvítum fólki, arbeiði eg í Khayelitscha, tann størsti townshippurin í Cape Town, hetta er eitt svart/litt samfelag, og tey, sum eg arbeiði saman við, eru eisini svørt ella litað. Hvítir suðurafrikanarir hætta sær næstan ikki herút, av tí at tey meta at vandin fyri at verða dripin ella neyðtikin er ov stórur. Og jú, tað er rætt, at her er ógvuliga kriminelt, og tað er ikki ein vika, ið fer framvið uttan at tú hoyrir um tað síðsta morðið, neyðtøkuna ella annað, ið er hent nærhendis. Khayelitscha, townshippurin ið eg arbeiði í, hevur fingið eyknevnið: “The Murder Factory”, ið jú sigur eitt sindur um støðuna her úti. Tó hava allar søgur tvær síður, og Khayelitscha hevur eisini síni ljóspunkt. Fólkini, ið eg higartil havi møtt her, eru ógvuliga blíð, og hava eitt ótrúliga heitt og vinarligt lyndi. Tey eru stolt av síni mentan. Tey eiga ikki nógv. Tey eru kreativ og vilja gjarna geva burturav tí, sum tey hava. Millum annað er tað teirra mat­ mentan ið er ein stórur partur av teirra lívi. Høsnarungaføtur og smileys (seyðarhøvd) eru tvær av teimum mongu delikatessunum, ið tey borðreiða við. Eg upplivi eisini herúti, at fólkið ansar eftir mær. Um eg gangi úti á gøtuni, spyrja tey hvar eg skal, og um eg finni fram sjálv. Tey biðja meg ansa mær væl, av tí at tað eru ikki øll, ið ynskja hvít fólk herút. Tað eru eisini nøkur av teimum, ið eg møti herúti, ið vilja verða Fólkatalið er uml 3.5 mill. 79.6% eru svørt. 9.1 % eru hvít. 8.9 eru litaði. 2.5 eru in darar ella asiatar Harav eru uml. 15.1% HIV positiv 27% av fólkinum í aldrinum 20 –64 eru HIV positiv Her er mett at verða í miðal ein neyðtøka um tíman Her eru 1925 morð um árið. Tað vil siga 5,3 um dagin Fakta um Cape Town Ein lokal seyðarhøvdagrill. Seyðarhøvd verður einans etið av mannfólki, av tí at hetta symboliserar at maðurin er høvdið í húsinum Kreativiteturin blómar úti í townshippinum. Millum annað verður nógv skapað burturúr brúktum sodavatnsdósum, sum tit síggja á myndini her Heidi Joensen er í løtuni í starvsvenjing í Cape Town, har hon arbeiðir við gøtudreingjum