fríggjadagur 27. juni 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 122 • 27. juni 2008
Vikuskifti
24
við til at townshippurin er ikki
meira vandamikil enn inni í Cape
Town. Tó fari eg at loyva mær at
ivast í tí.
Apartheit, søga ella
nútíð
Vit vita øll, at apartheid er søga.
Tó leggur ein merki til, at Cape
Town er rættiliga uppdeilt. Millum
annað í ítrótti. Rugby-landsliðið
er mannað við einans hvítum.
og fótbóltsliðið er mannað við
svørtum. Svørt búgva í einum
umráði í býnum, og hvít búgva í
einum øðrum. Indarar búgva aftur
í einum triðja umráði. So býurin er
sum heild ikki serliga blandaður,
sum eg annars av fyrstan tí hevði
fatanina av. Orsøkin til at ein fær
frænir av at býurin virkar bland-
aður, er nokk at miðbýurin i Cape
Town hevur øll fólkasløg. Tó eru
stórsti parturin, ið tú møtir her,
turistar.
Nú tá eg havi fingið sagt, at
eg meini at ein stórur partur
av teimum hvítu í suðurafrika
eru varin við teimum svørtu,
vil eg eisini leggja afturat at
tey allarhelst bara vilja verða
fyrivarin, ikki bert fyri teimum
svørtu og litaðu, men frá øllum
ið kann verða vandamiki. Hetta
er eitt ógvuliga kriminelt land og
morð, innbrot og grotesk álop
eru dagligdagur her niðri. Um eg
ikki latið hoyra frá mær í longri
tíð, hendir tað at onkur ringir fyri
at kanna, um alt er í lagi. Fólkið
her prioriterar tryggleika øgiliga
høgt, og tey halda eyga við
hvørjum øðrum. Tey minna meg
á, umaftur og umaftur at eg skal
aldrin slappa av. Eg má altíð hava
eyguni opin og halda eyga við
teimum, ið halda eyga við mær.
Og tíverri er tað soleiðis, at ein
stórur partur av teimum, ið fremja
kriminalitetinm eru tey við einum
øðrum húðarliti enn hvítum. Tá
tað jú eisini er hetta fólkaslagið.
ið er lægst í sociala hierakinum.
Apartheit árini eru kanska farin
forbí, men tað er langur vegur
enn, áðrenn hvít og svørt kunnu
liva saman í Cape Town.
Dreingirnir á heiminum hava ikki pening at keypa síni egnu
klæðir, men líta á donatiónir frá gávumildum fólkið, og sum
Sandile her, skapa sín egna stíl
Lívið sum gøtubarn kann ofta sýnast einsamalt og uttan
framtíð
Vinfólk og samanhald er ein ótrúliga týdningarmikil partur, tá
tú skalt yvirliva á gøtuni
Børnini spæla við tað tey finna á gøtuni. Og eru sjálvandialtíð klár, tá ein “umlungu” tekur
myndatólið fram
Pappkassar,træplátur og annað verður ofta nýtt sum tónleikainstrument