mánadagur 30. juni 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 123 - 30. juni 2008
tíðindi
Vanliga eru 12
fastbúgvandi
mykinesfólk. Men
leygardagin øktist
talið við 988, tá
útoyggjafólk og onnur
hittust til stevnu
Stevna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Mykines: Hátíðardagur var
leygardagin, tá árliga Út
oyggjastevnan varð hildin í
vestastu oyggj okkara.
Mett varð, at eini 1000
fólk vóru í Mykinesi henda
dagin. Hetta var ikki uttan
orsøk, tí veðrið var av tí all
ar fagrasta til eina slíka
stevnu.
Stevnan varð sett av Stein
grimi Abrahamsen, síðani
var togtogan millum útoyggj
arnar, har fugloyingar endur
vunnu bragdið frá í fjør.
Seinnapartin vórðu túrar
gjørdir í bygdini, har greitt
verður frá ymiskum søgu
ligum hendingum, m.a. um
lívið hjá kenda listamanni
num, S. J. Mikines.
Á skránni vóru annars
framsýningar, fyrilestrar og
ein spennandi filmssýning
við upptøkum frá eldri døg
um og fram til dagin í dag.
Tað er Reðin Leonsson sum
hevur gjørt hesar upptøkur í
Mykinesi. Hesin filmurin
varð vístur í fullsettum
skúla fleiri ferðir, og tað var
ikki frítt, at fólk tosaðu um,
at hetta var hæddarpunktið
á stevnuni.
Um kvøldið vóru eisini
fleiri spennandi tiltøk, m.a.
dansur, útifundur og annað.
Vanliga búgva 12 fólk í
Mykinesi, men henda dagin
vóru tey minst 988 fleiri!
Enn er ikki avgjørt, hvar
næsta
Útoyggjastevnan
verður.
Úr 12 upp í 1000 fólk
Steingrím Abrahamsen setur
stevnuna við eini røðu, har
hann mintist aftur á fyrstu
ferð sína til Mykines. Hann
vísti eisini á møguleikar, sum
bygdin hevur fyri at menna
seg í framtíðini
Eingin stevna uttan tónleik. Hesir báðir gingu runt í bygdini og hugnaðu um hjá
stevnugestunum
Ein av ídnu stríðsmonnunum fyri útoyggjunum er Tummas
Frank Joensen úr Skúvoy, sum her er avmyndaður saman við
konuni. – Henda stevnan vísir, at tað er dugur í útoyggjafólki,
sigur hann
Húsini hjá Reðini vóru eitt savningarstað hjá mongum gestum
Jens Kjeld Jensen greiddi
frá um fuglalívið í
Mykinesi. Í somu
hølum var eisini ein
málningaframsýning
við verkum eftir kenda
mykines-málarin S. J.
Mikines
Fólk úr øllum landinum vóru komin til Útoyggjastevnuna – eisini úr Skúvoy