Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-30, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juni 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 30. juni 2008 27 tíðindi Seinastu dagarnar hava Sigrið Sivertsen og Anna Katrina Petersen skipað fyri einum sangskeiði, har tær hava lært frá sær ein serligan sangteknikk, ið kallast »Complete Vocal Technique«. Tveir lærarar frá størsta sangskúlanum í Evropa luttóku á skeiðnum, har bert 10 útvaldir føroyskir tónleikarir sluppu at luttaka Tónleikur Bjørk K. Olsen bjork@sosialurin.fo Seinastu vikuna hava Sigrið Sivertsen og Anna Katrina Petersen skipað fyri einum sangskeiði á Tórshavnar Musikkskúla. Tveir lærarir frá Complete Vocal Institute í Keypmannahavn, ið er størsti sangskúli í Evropa, hava lært frá sær teir sein­ astu fimm dagarnar. Hesin stovnurin ferðast runt ymsa staðni at læra frá sær ein ser­ ligan sangteknikk og gera hetta nú í Føroyum. Com­ plete vocal technique, eitur teknikkurin, teir 10 tónleik­ ararnir, ið eru við á skeið­ num, læra. Tær báðar, Sigr­ ið Sivertsen og Anna katrina Petersen, hava fingist nógv við hesum serliga sangtek­ nikkinum, ið kann nýtast til allar sjangrur innan tón­ leik. Skeiðið Tónleikararnir verða undir­ vístir í einar átta intensivar tímar hvønn dag í fimm dagar. Bert 10 tónleikarir sleppa at luttaka á skeiðnum, greiðir Sigrið Sivertsen frá, og tí tordu tey ikki at lýsa almennt við skeiðnum. Skeiðið er á einum ávísum støði, og tí kunnu øll ikki luttaka. Sigrið Sivertsen hevur spurt um seg, fyri at fáa tónleikarar, ið eru á ein­ um nóg høgum støði. Teir tónleikararnir, Sigrið Sivert­ sen og Anna Katrina Pet­ ersen, ivaðust í, hava sent eina demofløgu niður til sangstovnin í Keypmanna­ havn, har tey síðan hava mett, um teir eru á nóg høg­ um støði. Tónleikararnir Fleiri teirra, ið luttóku, eru sera vand innan tónleik­ heimin í Føroyum. Millum annað luttóku Karl Martin Samuelsen, ið er kendur frá bólkinum Hjarnar, og Jóannes Lamhauge, ið eigur sangin »Púra vekk«, ið hev­ ur verið spældur javnan í útvarpinum seinastu tíðina. ­ Tað er ikki ætlanin at taka fólk inn og skapa ein tónleikara, sigur Sigrið Sivertsen. Tónleikararnir koma hagar og greiða frá, hvat tey vilja hava og duga, og tað er hetta, vit skulu hjálpa teimum við. Tey hava tó eisini roynt ymiskar sjangrur, tey ikki eru von við, á skeiðnum. ­ Millum annað hevur ein genta, ið vanliga syngur klassiskt og milt, sungið ein rokksang við einum overdrivi, ið er rokkkent, og hetta vísti seg at rigga sera væl. Á skeiðnum spældi Jó­ annes Andreasen undir, men summi høvdu egin ljóðføri við at venja sangir, tey sjálvi høvdu skrivað. Sunnudagin endaði skeið­ ið við einari konsert í lista­ skálanum, har tey sungu ein sang hvør og síðan eitt felagsnummar, tey høvdu vant alla vikuna. Teir 10 føroysku tón­ leikararnar, ið luttóku á sangskeiðnum: Karl Martin Samuelsen Jens Marni Hansen Katrina Petersen Jóannes Lamhauge Sigrið Sivertsen Fríði Bjørgvin Lovinda Helgaklett Tórfríð Tavsen Kristina Hansen Doris Helena Olsen Øðrvísi sangskeið 10 føroyskir tónleikarir luttóku á sangskeiðnum hjá Sigrið Sivertsen og Onnu Katrinu Petersen Ein lærari frá størsta sangskúlanum í Evropa, Complete Vocal Institute, lærir Jens Marna Hansen at syngja í ymsum munnstøðum