Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 124 - 1. juli 2008 Stutt Sagt Sviar mótmæla enn Svíar mótmæla framvegis avgerðini hjá Ríkisdegn­ um at herða lógirnar, sum skulu forða yvirgangi, og sum elvdi til nógv kjak í Svøríki. Fyrradagin heitti blaðið Expressen á sviar um at siga sína hugsan, og Christina Green, tals­ kvinna hjá Ríkisdegnum, sigur, at tað fyrsta sam­ døgrið aftan á áheitanina fingu tingfólk 1,1 millión teldupostar. Ein meiningakanning herfyri vísti, at 47 prosent av svenska fólkinum eru ímóti at herða yvirgangs­ lógirnar, og at 36 prosent eru fyri. Uppskotið fekk eisini tepran meiriluta í Ríkisdegnum. 142 ting­ limir atkvøddu fyri tí, meðan 138 atkvøddu ímóti. Býflugur sluppu leysar Tað var heppið fyri fólkið í kanadiska býnum New Brunswick, at tað regnaði mánanáttina. Uttan fyri býin var ein lastbilaførari so óheppin, at bilurin holvdist. Á lastini hevði hann 330 kassar við 12 milliónum býflugum. Myndugleikarnir sendu alt fyri eitt serfrøðingar á staðið, fólk í heilsuverk­ inum vórðu varskógvað, men tað eydnaðist at savna meginpartin av býflugunum, skrivar blað­ ið The Canadian Press. Tey serkønu siga, at tað var heppið, at tað regnaði, tí tá tíma býflugurnar ikki á flog. Hevði tað haraftur­ ímóti verið turt, høvdu tær nógvu býflugurnar farið í allar ættir, skrivar blaðið. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Vit sleppa ikki málinum, sjálvt um løgreglan ger tað. Tvørturímóti herða vit okkara kanningar (sakførari hjá McCann-hjúnunum) útlond Portugisiska løgreglan leggur nú málið um ta horvnu Madeleine McCann í skuffuna, tí hóast drúgvar kanningar hevur løgreglan onga hóming av, hvussu gentan hvarv, ella hvar hon er Sambært portugisiska blaðn­ um Jornal de Noticias er løgreglan komin til ta niðurstøðu, at tað ber ikki til at finna nakran ella nøkur sek í málinum um Madeleine McCann. Tí hev­ ur kanningardeildin hjá løg­ regluni gjørt av at gevast við kanningunum, og keldur siga fyri blaðnum, at hetta helst merkir, at málið verður slept. Í hesum døgum eru 14 mánaðir, síðani Madeleine McCann hvarv úr einari íbúð í Portugal, men hóast umfatandi kanningar hevur løgreglan ikki kunnað stað­ fest, um talan var um dráp ella burturflyting. Løgreglan hevði leingi illgruna til foreldrini hjá Madeleine, men sambært Jornal de Noticias hevur løgreglan ásannað, at hon hevur einki prógv, sum knýtir foreldrini at einari møguligari brotsgerð. Ein triði persónur, Robert Murat, hevur eisini verið undir illgruna, men løgregl­ an hevur seinni sagt, at hon hevur heldur eingi prógv ímóti honum. Portugisiski verjin hjá McCann­hjúnunum, Carlos Pinto de Abreu, sigur við Jornal de Noticias, at málið um Madeleine verður ikki slept her, tí gevst løgreglan við sínum kanningum, fara hann og foreldrini at leggja so mikið størri dent á at loysa gátuna um ta horvnu gentuna. Suðurafrikanskir diplomatar eru í ferð við at leggja síðstu hond á eitt uppskot, sum skal loysa ta politisku kreppuna í Zimbabwe Høvuðstátturin í suður­ afrikanska uppskotinum er at fáa stjórnarflokkin hjá Robert Mugabe og and­ støðuflokkin hjá Morgan Tsvangirai til samráðingar­ borðið við tí fyri eyga at skipa eina samgongu­ og savningarstjórn. Tað skrivar suðurafrik­ anska blaðið Business Day í dag. Eygleiðarar siga tað vera áhugavert, at tíðindini koma sama dag, sum leið­ ararnir á afrikanska topp­ fundinum í Egyptalandi skulu umrøða, hvat skal gerast við ta politisku kreppuna í Zimbabwe. Sambært Business Day miðjar suðurafrikanska ætl­ anin eisini eftir, at Zimbab­ we skal hava nýggja grund­ lóg, og at tann politiska skipanin skal endurskoðast og umskipast. Løgreglan slept málinum um Madeleine McCann Suðurafrika ætlar at loysa kreppuna í Zimbabwe Madeleine McCann hevði júst fylt fýra ár, tá hon hvarv tann 3. mai í fjør (Mynd: Polfoto) Gerry og Kate McCann. Portugisiska løgreglan sigur, at hon kann ikki prógva, at tey medvirkaðu til, at dóttirin hvarv (Mynd: Polfoto) Fleiri milliónir býflugur sluppu leysar (Mynd: DR) Suðurafrika vil hava Robert Mugabe og Morgan Tsvangirai at tingast um eina savningarstjórn (Mynd: Polfoto)