Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 124 - 1. juli 2008 tíðindi Danski tjóðartings­ bygningurin Christiansborg verður í hesum døgum umvældur bæði innan og uttan. Listamaðurin úr Kirkjubø er biðin at listprýða spildurnýggja Føroyahølið. Føroyska Tíðindastovan var hjá­stødd, tá­ ið prúðu má­lningarnir skuldu hangast upp í vikuni Føroyska Tíðindastovan Myndir: Bárður Eklund - Veggirnir eru mosagrønir. Tað skuldi vera so, sambært arki- tektinum. Tí hevur tað verið rætti- liga torfør uppgáva at arbeiða upp ímóti hesum kraftmikla og ráðandi liti, sigur ein spentur Tróndur Patursson, tá ið stóru ultramarinu málningarnir av Hestoynni í lognbrá endiliga koma upp at hanga. Nýggja Føroyahølið, ið liggur síð um síð við nýggja Grønlands- hølið hevur rættiliga serstakt skap. Er smalt og langt og 6 metrar til loftið. – Tíbetur eru fantastisk høg vindeygu, ið loyva dagsljósinum innum, sigur Tróndur Patursson. Tróndur Patursson hevur arbeitt við verkætlanini seinasta árið. Báðir málningarnir, ið eru um 2 x 5 metrar, eru málaðir á Statens Værksted for Kunst á Christianshavn. Myndevnið er sýnið av Hestoynni frá Trøll- høvda á Sandoynni, ið Kirkjubø- menn eiga. – Málningarnir hava fingið heitið lognbrá. Tað er náttúru- fyribrigdi at oyggj vegna ljósbrot í luftini sýnist hægri og nærri enn hon í royndum er. Sjóvar- málin er kámur, oyggj og hav renna at kalla saman. Eygað hevur ilt við at skyna á markið, sigur Tróndur Patursson. Rættiliga passandi motiv. Ultramarinu málningarnir so at siga spreinga hol í grøna veggin og fær hølið at sýnast størri. Ultramarin er sum ein optiskur litur. Ímyndar djúpasta hav og hægsti himmal. – Eg havi sjálvur blandað tempera-málingina. Bæði tað ultramarinu og tað svørtu. Tann svarta er við asfalt og tjøru og tann ultramarina er sum tey flestu brúka í dag, eftirgjørd. Ektað ultramarin er ikki keypandi. Hon er gjørd burturúr gimsteininum Lapis lazuli, ið er at finna í Kaukasus. Bara málingin til slíkt verk hevði tá farið uppum kr. 100.000. Men tann eftirgjørda er rættiliga góð kortini, sigur Tróndur Patursson. So er spennandi at vita um hesi fantastisku listaverkini fara at geva fundarluttakaranum íblástur framyvir. Hvør síni megin borðið er møguleiki at hvørva inn í logn- brá. Kanska átti fastur hálvleikur at verið í Føroyahølinum soleiðis at fundarluttakararnar kundu skift síðu og fingið báðar vinklarnar við av Hestoynni. Tróndur Patursson á­ Christiansborg