Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 vinnan Nr. 124 - 1. juli 2008 Granska í Aberdeen fyri at finna føroysku oljuna frá markinum. Sí eisini kort­ ið. Fyrsti brunnurin í hesum økinum verður boraður í oktober í ár. Sosialurin skilur, at Chev­ ron eisini hevur í umbúnað at bora brunn í tess loyvi á føroyska landgrunninum, har talan er um Súlu/Stelkur prospektini tætt upp at markinum. (Sí gulu teigar­ nar vestan fyri markið). Don Ragusa, leitistjóri hjá felagnum segði við Sosialin í farnu viku, at tey í tí sein­ asta ársfjórðinginum í ár fara at taka støðu til, um Stena Carron longu skal til at bora ein brunn í føroysk­ um øki í 2009. Nógv bendir á, at so verður, tí felagið er longu farið undir at gera ymsar forkanningar og spyrja seg fyri í oljuídnaði­ num eftir vørum og tænast­ um. Hetta kann merkja, at tað verða boraðir tveir brunnar á føroyska landgrunninum næsta summar.          Stena Carron í roynd­ arsigling. Skipið er bygt í Suðurkorea og er tað best útgjørda í heiminum til at bora á djúpum vatni. Skipið er eisini bygt við serligum atliti til umhvørvi og dálking. Serstakur útbúnaður er umborð, sum skal minka um burturkastið frá komandi boriarbeiði. Samtíðis sum boriskipið ger klárt til at seta kós móti okkara leiðum eru umhvørvisfelagsskapir partur av arbeiðinum at tryggja náttúru og umhvørvi, her ikki minst fuglalívið og hval. Kelda Chevron Hetta sera áhugaverda kortið vísir, hvar Chevron arbeiðir á Atlantsmótinum. Gulu økini eru tey, har Chevron er fyristøðufelag. Reyðu økini er Chevron partnari í. Felagið fann í 2004 eina stóra oljukeldu, nevnd Rosebank/Lochnagar, sum nú er partur av tí stóra verkætlanarøkinum, sum verður rópt ”Greater Rosebank”. Her fer felagið frá oktober og komandi trý árini undir eina umfevnandi boriætlan, sum eftir øllum at døma fer at enda við eini veruligari útbygging. Gulu teigarnir føroysku megin markið standa eisini frammarliga í ætlanunum hjá Chevron og tess partnarum. Her finnast Súlan/Stelkur prospektini, ið líkjast ikki sørt Rosebankkelduni hinumegin. Um alt gongst sum ætlað og alt hetta gongur upp í eina hægri eind kann talan um nøkur ár verða um ein spildurnýggjan oljulandslut á Atlantsmótinum við framleiðslu báðumegin markið. Tað er hesum scenario spildurnýggja boriskipið Stena Carron skal rudda slóð fyri. Kort Chevron Serfrøðingar og granskarar á lærda háskúlanum í Aberdeen eru farnir at kanna møguligar nýggjar oljukeldur, sum hava ligið fjaldar og gloymdar í meira enn 40 milli­ ónir ár. Ein kanningarverkætlan í Hetlandsrennuni (Faroe­Shetland Basin, eitt av heimsins størstu basaltøkjum) hevur fingið játtað umleið 6 milliónir krónur í stuðuli GranskinG Jan Müller jan@sosialurin.fo Vónir eru til, at eitt tvey ára granskingar­ projekt, sum fer at fevna um 117 kvadrat fjórðingar av havøki millum Hetland og Føroyar, kann gerast lopfjølin fyri eitt nýtt mót fyri olju­ og gassleiting. Nýggj tøkni fer at verða brúkt til at koma niður gjøgnum basaltið á ein hátt, sum ongantíð er roynt áður siga keldur á lærda háskúlanum í Aberdeen. David Jolley, sum er eitt av fremstu jarðfrøðivísindafólkunum á universitetinum í Aberdeeen sigur við blaðið Press and Journal, at umrødda kanningarætlanin kann fáa sera stóra ávirkan á framtíðar orkuídnaðin. ­ At fara undir at kanna olju­ og gass­ goymslur í ”Faroe­Shetland Basin” er í veruleikanum at seta hol á eitt spildurnýtt geografiskt øki fyri framtíðar oljufund og eftir tað framleiðslu. Hetta fer at merkja eitt framlop fyri allan ídnaðin og serliga fyri Aberdeenøkið sum framtíðar orkuhøvuðsstaðurin í Europa sigur vís­ indamaðurin við blaðið. Aldargamla basaltið, sum finst í undir­ grundini, hevur higartil víst seg at verða ein forðing fyri leiting í hesum økinum. Eitt tveir fjórðingar tjúkt lag av basalti, sum fjalir alt økið, virkar sum eitt tak, sum fangar sand og móru, sediment, har olja kann vera til steðar, bæði í, ímillum og undir basaltinum. Jolley sigur við Press and Journal, at tjúkdin av basalti ger, at vanlig tøkni, sum verður brúkt í leiting, eitt nú í Norðsjónum, riggar ikki. ­ Vit fara at leggja fram nýggja tøkni, sum fer at loyva kortlegging av sediment­ um millum basaltløgini og sum kunnu vera tekin um oljugoymslur. Brunnar , sum eru boraðir í økinum í 2001, vísa, at tað í økinum er ein virkin kolvetnisskipan, og vónir eru til, at kann­ inganar hjá universtitetinum fara at føra til miðvísa leiting í tí vestara partinum av basenginum fyri fyrstu ferð. Jolley sigur, at vit í dag vita líka nógv um hetta serstaka økið av undirgrundini sum man visti um Brent miðskeiðis í 1970­unum. ­ Tann kollveltandi tøknin, sum vit fara at brúka, kann gera henda lovandi landslutin til ein ómetaliga gevandi part av olju­ og gassídnaðinum í framtíðini sigur David Jolley. Fíggingin av verkætlanini kemur umvegis Sindri bólkin, sum hevur til endamál at skunda undir verkætlaninir, ið hava týdning fyri framtíðar leiting á føroyska landgrunninum skrivar skotska blaðið Press and Journal.