Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-01, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 1. juli 2008 29 lýsingar Starv sum havnastjóri við Fuglafjarðar havn Starvið sum havnastjóri við Fuglafjarðar havn verður hervið lýst leyst at seta tann 01. oktober 2008 ella so skjótt sum til ber eftir hetta. Starvið: Tú kemur at hava dagligu leiðsluna av Fugla- fjarðar havn, somuleiðis sum tú eisini í starvi- num kemur at átaka tær uppgávur við at marknaðarføra havnina í tøttum samstarvi við havnanevndina og býráðsleiðsluna. Førleikakrøv: Útbúgving sum skipsførari ella aðra viðkomandi hægri útbúgving og førleika í enskum máli bæði í talu og skrift, somuleiðis sum tú skalt duga at orða teg væl bæði munnliga og skivliga, hava teldukunnleika og kunnleika til nýmótans leiðslamboð. Haraftrat skal tú eisini hava hollar leiðslu- førleikar frá almennari ella privatari vinnu, og ávísar royndir innan sjóvinnu. Vit bjóða tær: Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum leiðari fær møguleika fyri at menna havnina. Setanarviðurskifti: Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag, somuleiðis verður skriv- ligur sáttmáli gjørdur partanna millum um arbeiðstreytir vm. Starvstreytir: Umsøkjarar við royndum innan sjóvinnu hava fyrimun. Royndartíðin verður sambært avvarðandi sáttmála. Hevur tú áhuga so ert tú vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum og møguligum CV og viðmælum til Fuglafjarðar býráð, Postboks 30, 530 Fuglafjørður, og skal henda verða ráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. august 2008 kl. 15.00. Fleiri upplýsningar fáast við at venda sær til Sigurð S. Simonsen, borgarstjóra á telefon 737777 ella Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 737702. Býráðið skilar sær rætt til at velja millum umsóknirnar ella onga at taka. Fuglafjørður 19. juni 2008 Fuglafjarðar býráð Fuglafjarðar Býráð TILBOÐ UPP Á SKÚLABARNAFLUTNING Fuglafjarðar kommuna lýsir hervið skúla- barnakoyringina Hellurnar-Oyndarfjørð skúla- árið 2008-2009 leysa frá 18. august 2008 at rokna. Talan er um flutning av einum næmingi av Hellunum til skúlan í Oyndarfirði og flutningur aftur til Hellurnar eftir skúlatíð. Tað verður kravt, at tann ella tey, ið átaka sær skúlabarnakoyringina, lúka krøv um, at akfarið, ið nýtt verður, skal verða góðkent og skrásett til vinnuligan fólkaflutning, herundir tryggjað til vinnuligan fólkaflutning, og at førarin hevur galdandi koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til persónbil ávikavist buss. Møgulig tilboð, ið skulu verða skrivlig, skulu verða Fuglafjarðar kommunu, Postboks 30, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 18. juli 2008 kl. 15.00. Nærri upplýsningar um flutningsdagar og tíðir kunnu fáast frá Halli Ellingsgaard, skúla- leiðara við Oyndarfjarðar skúla á telefon 252264. Kommunan skilar sær rætt til at velja millum innkomin tilboð ella einki at taka. Fuglafjørður, tann 23. juni 2008 Fuglafjarðar kommuna Fuglafjarðar Kommuna Lesið -so eru tit við!