mikudagur 2. juli 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
26
Sosialurin
STARVSLÝSING
Fiska- og djórasjúkudeildin lýsir eftir
Tveimum djóralæknum
Lýst verður eftir tveimum djóralæknum til fiska- og djórasjúkudeildina.
Talan er um
- eittfast starv
- eitt avloysarastarv fram til 30. juni 2009
Arbeiðsuppgávur
Storvini fevna um allar veterinerar uppgávur á Fiska- og djórasjúkudeildini, so
sum:
" heilsuyvirvaku og sjúkugreining av fiska- og djórasjúkum
- eftirlit, góðkenning og sýnistaku innan alivinnuna sum heild og málsviðgerð í
hesum sambandi
- eftirlit við inn- og útflutningi av livandi dýrum
- luttøku í veterineru vaktarskipanini á stovninum umfatandi alt tað veterinera
gki.
Umframt veterineru uppgávurnar koma djóralæknarnir at luttaka í ødrum
virksemi á deildini, millum annað:
- verða við Í tilgongdini at góðskutryggja arbeiðið á deildini
- fakligari ráðgeving í kunngerðararbeiði
" luttøku í upplýsandi tiltækum, so sum skeiðum, ráðstevnum og fundum
Størvini verða í besta mun tillagað til settu djóralæknarnar, men umsgkjarar
mugu eisini tola broytingar í arbeiðsgkinum.
Útbúgving
Tú skalt vera útbúgvin djóralækni/veterinerur frá einum av norðurlondunum, ella
hava eina veterinerútbúgving, sum samsvarar við hesar og sum ger, at tú kann
laggildast í Føroyum til embætisdjóralækna.
Umsgkjarar við starvsroyndum innan fiskasjúkur hava fyrimun.
Vit sóknast eftir fólki við árræði og framfýsni at náa settum málum,
og sum:
- megna at vísa og fasthalda yvirlit í eftirlitsarbeiðinum, og tá ið á leikar
- hava grundleggjandi skil fyri fyrisiting og fyrisitingarligum avgerðum, og sum
duga væl at samskifta við onnur
- síggja nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing
- kunnu arbeiða sjálvstaðugt, men samstundis verða liðleikarar
- hava kunnleika til og eru fús at arbeiða við framkomnum edv-skipanum, sum
Í stóran mun eru hornasteinurin í arbeiðinum
- hava koyrikort til bil
Vit bjóða
- eitt spennandi og sjálvstaðugt arbeiði á eini deild við engageraðum starvs-
fólki í einum tvarfakligum arbeiðsumhvgarvi.
" eitt arbeiði Í samstarvi við vinnuna og aðrar myndugleikar
- nýggjar avbjóðingar
" staðuga fgrleikamenning
Tíð og setanarviðurskifti
Storvini eru fulltíðarstarv og verða lant sambært sáttmála millum Figgjarmála-
ráðið og Magistarafelagið, sí www.Ind.fo.
Umsóknir til starvini
Umsóknir við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.t. skulu verða Heilsufraðiligu
starvsstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 16. juli 2008.
Norsk útgáva av lýsingini verður eisini latin norskum fakportali. Um ivamál verða,
er tað fgroyski teksturin ið er galdandi.
Upplýsingar
Upplýsingar um stgrvini fáast við at venda sær til Andrias Petersen, settan
deildarleiðara, ella Bárð Enni, stjóra.
Stutt um fiska- og djórasjúkudeildina
Fiska- og djórasjúkudeildin hevur eftirlit við, at djórasjúkulógin verður hildin. Sum
vera man er hetta eitt breitt arbeiðsgkið, ið fevnir um nógvar ymsar vinnugreinar i
Fgroyum.
Síðani fiska- og djórasjúkudeildin varð sett á stovn, hevur serligur dentur verið
lagdur á at skapa tryggar karmar fyri alivinnuna í Føroyum. Alivinnan hevur verið
fyri stórum broytingum hesi seinnu árini, bæði orsakað av sjúku og svikaligum
søluprisum, men eisini av herdum kravum frá keyparum og myndugleikunum.
Arbeiðið við at tillaga alivinnuna til nýggju kravini er komið væl ávegis við
kunngerðum um rakstur av alistaðum og koppseting av alifiski, og ikki minst við
einari munagóðari hugburðsbroyting í vinnuni.
Deildin umsitur eisini djórasjúkulógina í mun til onnur djór, sosum kleyvdjór,
kelidjór og flogfenað - eitt nú hoyrir yvirvaka av ridluskriða og fuglakrími undir
okkum. Eisini verða flutningsloyvi givin til og eftirlit fart við flutningi av livandi fiski
og djórum til og um landi.
(8) HEILSUFRÖÐILIGA STARVSSTOVAN
Falkavegur 6, 2. hædd
FO-100 Tórshavn
Faroe Islands
Tel. #298 556 400
Fax #298 556 401
E-mail: hfs(æhfs.fo
www.hfs.fo
Nr. 125 - 2. juli 2008