mikudagur 2. juli 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
28
nr. 125 • 02. juli 2008
umvending. Frá hesi ferðina er
ein dagbók, og her skal verða
endurgivið tað, hann skrivar
um vitjanina í Norðragøtu, har
”Vi bleve venligt modtaget og
gæstfrit beværtet af Bonden
Jacob Olesen. Han indrettede
sine værelser til at holde for
samling, men da en anden af
hans naboer fandt, at der blev
for lidt plads for den mængde
mennersker, som allerede
strømmede til, indrettede han
sine endnu større rum med
sæder og lod alle komme deri.
Vi havde havt adskillige vakre
lejligheder, siden vi kom til
Færøerne, men jeg tror dog, at
denne forsamling overgik dem
alle. Bevægelsen var almindelig.
Taarer flød mengdevis. Adskilligt
af interesse forefaldt her, som jeg
ved denne lejlighed maa undlade
at bemærke”.
Bóndin Jacob Olesen var uttan
iva í Tjørnustovu, men størra
grannahúsið helst hevur verið
Blásastova, sum var størsta hús
í bygdini. Afturat hesum vóru
bóndurnir báðir næstu skyld
menn. Men hóast tár og rørsla
sigur søgan einki um, at hendan
vitjan setti nøkur varandi spor.
Bóndin kom av
Strondum
Abbi mín Tummas Thomsen
(18531940) var ættaður av
Strondum og kom ungur sum
húskallur í Blásastovu. Hann
hevur í hvussu er verið har í 1870,
17 ára gamal. At hetta hevur
verið eitt vælahús sæst eisini av
tí, at umframt húskall høvdu tey
tá tríggjar “tjenestepiger”.
Abbi bleiv so verandi. Omma
var einasta barn og var tískil
borin til Blásastovufestið. Tað
rann saman millum tey bæði, og
abbi varð tískil bóndi í Blása
stovu. Tey fingu seks børn, Rakul
var elst, f. 1884, Tummas Jakku,
f. 1886, Petur Jakku, pápi, f.
1889, Elsa f. 1892, Símun Karl f.
1895 og so Bernina f 1901. Bert
tvey av teimum giftust, Peter
Jakku og Tummas Jakku. Bernina
doyði ung, meðan Rakul, Elsa
og Símun Karl blivu gomul. Tey
vóru tey seinastu, sum búðu í
Blásastovu.
Tað var nógv fólk sum kom í
Blásastovu. Her kom eisini fólk
at búgva. Ein teirra var Napoleon
Jensen f. 1889, kallaður Gøtu
Poli. Hann kom sum smádrongur
og bleiv verandi líka til hann
giftist. Abbi var mammubeiggi
Pola. Tey búðu við Gjónna í
Kollafirði. Pápi Pola doyði, tá
ið hann var 9 ára gamal. Tey
fluttu tá. Mamman og ein systir
fóru til Fuglafjarðar, og Poli
kom í Blásastovu. Ein beiggi,
Tummas, fór út í Toftir í Fuglafirði
at vera. Poli var ein av teimum
gøtumonnum, sum í 1910
tóku stig til at stovna Føroya
Fiskimannafelag. Hann giftist
seinni til Klaksvíkar.
Tóku sær av fólki
Í 1911 var eisini ein 11 ára gamal
drongur úr Havn í Blásastovu
sum “logerende”. Hann hevur
havt tað, sum í dag kallast
atferðartrupulleikar, og er sendur
norður í Blásastovu. Ein annar
drongur var av somu orsøk við
Hús í Syðrugøtu. Eg hitti hendan
drongin seinni í Havn, og tá var
eingin trupulleiki.
Hans Jacob Thomsen, f. 1889
kallaður Eiðis Hans Jacob, var
eisini har í nøkur ár. Hann var
bróðursonur abba. Ein sonur
hansara var Jørgen Thomsen,
sum var tingmaður fyri javnaðar
flokkin í fleiri setur. Beiggi
hansara Godtfred kom eisini til
Gøtu og kom at vera hjá Líggjas á
Fløttinum í Syðrugøtu. Báðir blivu
verandi í Gøtu alla sína tíð.
Lisa á Kletti kom eisini í Blása
stovu, eftir at mamman var deyð
í 1916 av meslingum. Hennara
søgu koma vit aftur til.
So var tað ein húskallur úr
Funningi, Joen Johannesen
Funding f. 1843, vanliga kallaðir
Funnings Jógvan. Hann var
húskallir í Blásastovu í umleið
50 ár og gjørdist eini 95 ár. Hann
var ein sera lítil maður á vøkstri,
av allar minstu monnum. Men
hann var ein góður og trúgvur
húskallur. Hann gjørdi alt arbeiði,
sum kundi vera. Lønin til ein
húshall var matur og klæðir, og so
eitt lamb um heystið. Hann kravdi
ikki nógv, men honum dámdi
væl at fáa uppí nevið. Ein lítlan
segði hann heldur ikki nei til. Tá
ið onkur bjóðaði honum, tók hann
húgvina av og segði: “Skål” á
donskum.
Prestur mátti út
Omma æt Elspa Katrina (1858
1951). Mamma hennara Rakul
var úr Húsgarði. Hon var
annars komin til giftingar við
bóndasoninum í Stórustovu í
Oyndarfirði. Gávuseyðir og alt var
tikið. Men hann gjørdist sjúkur og
doyði.
Men so giftist hon við bóndan
um í Blásastovu, sum æt Jákup.
Men Jákup gekk burtur sjálvur
sætti við bátinum Broje, sum
fór til Klaksvíkar eftir viði til at
umvæla kirkjuna. Hetta var 23.
mai 1879. Hesa søgu koma vit
aftur til.
Inntil tá var Blásastova eisini
vertur hjá presti, tá ið hann
kom á vitjan seks ferðir árliga
at hava altargongd, barnadóp,
jørðákasting og tað sum annars
var uppgávan hjá presti. Hann
hevði sítt egna kamar, sum ikki
varð nýtt til nakað annað, og
hann hevði eisini sína egnu
inngongd, sum enn er har.
Men tá ið húsbóndin doyði,
mátti hetta halda uppat. Prestur
kundi ikki vera í húsi hjá einsa
mallari kvinnu. Tá fór prestur
oman í Jákupsstovu, næsta hús,
at vera.
Tá ið langabbi var farin, bleiv
abbi bóndi, men hann festi ikki fyrr
enn langomma doyði í 1903. Festið
var fýra og eina hálva mørk, og so
var nakað av ogn afturat.
Hetta var eitt nokk so vala
hús og var næststørsta festi í
Norðagøtu. Tað var eisini eitt
seksmannafar í húsinum, sum
eisini var mannað av húsfólki.
Blásastovubáturin kallaðist
Stjørnan Fríða.
Ullin frá lagdi til
klæði
Tey høvdu tríggjar kýr. Tað var
nógv at fáast við. Eitt var jørðin
við øllum tí, sum hon kravdi. Tað
mundu vera einir 120 seyðir.
Hetta gav eisini nógv arbeiði.
Og so var tað ullin. Hon varð øll
virkað. Fyrst var hon nappað,
síðan karðað, síðan spunnin og at
enda bundin til troyggjur og onnur
pløgg. Troyggjurnar vóru partvíst
seldar. Men øll tey klæði, sum
tey sjálvi fóru í, vórðu eisini gjørd
heima sum til dømis undirklæði.
Í roykstovuni gingu tveir rokkar
og meira viðhvørt. Tað bleiv nógv
prátað og fortalt. Tað vóru rættar
kvøldsetur.
Úthús
Til eini slík bóndahús hoyrdi so
nógv onnur hús. Hjallur var tætt
við ánna beint yvir av húsinum.
Ein hjallur var beint omanfyri
Tjørnustovuhúsini. Tveir hjallar
vóru uppi á Fløttu beint við, og so
høvdu tey ein hjall úti á Bakka.
Umframt hetta var so neyst og
hoyggjhúsið beint omanfyri.
Hoyggjhúsið er í dag partur av
fornminnissavnunum, har tað ber
til at síggja allan tann reiðskap,
sum varð nýttur.
Eg var nógv inni í Blásastovu.
Vit búðu so langt burtur frá bygd
ini, inni í Kongsbø. So spældi
man har heima so leingi, at tað
bleiv myrkt. Tá bleiv man verandi
har heima. Tað vóru eingi hús frá
grannalagnum inn til okkara, so
tað var óunniligt at ganga.
Pápi var tó ikki tann fyrsti, sum
bygdi har inni. Teir fyrstu vóru
Johannes fyri Innan Á og Jógvan
hjá Zacharias í Mortanstovu.
Teir bygdu í 1914 og pápi í 1917.
Omma plagdi at siga, at tað var
sum ein oyðimørk har inni. Tað
kann verða nevnt, at hetta er ikki
longur burtur enn so, enn at hesi
hús eru yvirav fótbóltsvøllinum
hinumegin vegin, sum gongur
gjøgnum bygdina.
Eg hevði tað so gott í Blása
stovu. Omma var so góð við meg.
Hon kallaði altíð festið fyri “breyð
ið í húsinum”.
Tað var nóg mikið at gera bæði
vetur og summar. Tá var kúgv i
hvørjum húsi, so tað var kanska
ikki tann stóri marknaður fyri
mjólk í bygdini.
Men tey høvdu eina sentrifugu,
so tað kundi fáast bæði smør
og rómi. Tá ið mjólkaforsýningin
kom í Havn við rutusigling inn
á Skálafjørðin í 1908 slapst
eisini av við mjólkina. Men hetta
var eisini eitt baks, tí mjólkin
mátti berast yvir um Gøtueið til
Skipanesar, har mjólkin var koyrd
umborð á mjólkabátin. Fyrst var
hon stoytt í dunkar. Jóan Frederik
Skibenæs tók ímóti.
Hetta varð gjørt einar tríggjar
ferðir um vikuna. Tað var eitt
rættuligt fylgi, sum plagdi at fara
avstað við mjólk.
Tað var ikki tað stóra, sum fekst
fyri hetta, men tó frægari enn einki.
Komandi partur
Í komandi parti verður
meira greitt frá um
Blásastovu, húsini hjá
GlyvraHanusi og annars
lívið í bygdini fyrst í
seinastu øld
Blásastova
Gomul mynd av Norðragøtu
Roykstovan í Blásastovu