Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 125 - 2. juli 2008 31 lýsingar Á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróð- skaparsetrinum er eitt nýtt adjunktstarv í løgfrøði leyst at søkja. Starvsøki Umframt at taka sær av undirvísing í grundskeiði í lóg skal adjunkturin saman við lektara fyrireika og leggja til rættis eina komandi masterútbúgving í lóg og fremja gransking í lóg. Adjunkt- starvið er eitt útbúgvingarstarv sett fyri 4 ár, soleiðis at adjunkturin eftir 4 árum vinnur sær neyðugan granskingar- og undirvísingarførleika fyri at kunna setast í fast starv sum lektari. Førleikakrøv Umsøkjarin skal hava kandidatútbúgv- ing ella samsvarandi í løgfrøði og hava áhuga fyri gransking og fara undir eina Ph.D. verkætlan í løgfrøði. Løgfrøðingar við drúgvum løgfrøði- ligum royndum í verki kunnu, uttan at kravt verður, at teir fara undir Ph.D. útbúgving, eisini søkja starvið, men teir skulu vinna sær førleika á annan hátt og lektarametast eftir 4 árum fyri at koma í fast starv. Adjunkturin skal duga at samskifta væl á føroyskum, enskum og norðurlendsk- um og skal hava førleika til at knýta netverk og samstarva við onnur universitet. Til at meta um umsóknirnar verður sett ein sakkøn metingarnevnd mannað við trimum fólkum. Av hesum skal eitt fólk hava góðan kunnleika til løgfrøði í Føroyum. Umsóknir við ævilýsing, avritum av próvskjølum, viðmælum ella tilvísingum, møguligum vísindaligum greinum og ritgerðum í trimum eintøkum skulu vera Fróð- skaparsetrinum í hendi áðrenn 10. juli 2008. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til deildarleiðaran, Elin Súsonnu Jacobsen, tlf. 352583, elinsj@setur.fo, til setursskrivaran, Rúnu Hjelm, tlf. 552504 runah@setur. fo ella til rektaran Jóan Paula Joensen, tlf. 552503, jopajo@setur.fo. FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 J. C. Svabos gøta 14 · Postrúm 272 110 Tórshavn · www.setur.fo Umsóknir skulu sendast til: Fróðskaparsetur Føroya J.C. Svabos gøtu 14 – Postrúm 272 – FO-110 Tórshavn Adjunktur í løgfrøði Starv á Fróðskaparsetri Føroya ENDURLÝSING www.dekkmaster.fo info@dekkmaster.fo telefon 227 000 ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! Allar tær kulu Nógv góð og bílig dekk á goymslu! Lesið -tað loysir seg www.sosialurin.fo