mikudagur 2. juli 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 125 - 2. juli 2008
SW útgávan av
Peugeot 308 er bilurin
til tey, ið hava brúk
fyri meira plássi enn
í einum vanligum
hatchback. Peugeot
308 SW er liðiliga inn
rættaður og fæst við
upp til 7 sitiplássum
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Peugeot 308, sum kom á
marknaðin í fjør sum hatch
back, er nú eisini komin
sum stationcar og sum SW.
Peugeot 308 SW er ein sta
tioncar útgáva við pano
ramaglastaki og møguleika
til tvey eykasetur aftast.
Peugeot 308 SW er ein
eyðkendur
Peugeot
við
stórum opnum kølaragittari
og stórum Peugeotlogo
mitt framman.
Koyrieginleikar og kom
fortur eru sum á fronskum
bilum, tá teir eru best. Lætt
ur at koyra og merkist sum
ein munandi størri bilur,
hvat undirvogni og fjaðra
skipan viðvíkur.
308 SW er bygdur yvir
sama plattform sum hatch
back útgávan, men hesin
hevur longri aksilfrástøðu
og er 22 cm longri. Viðføris
rúmið er 674 litrar, og við
at leggja baksetrini niður
verður vørurúmið umleið
2.000 litrar.
Átta ymiskir motorar
Til Peugeot 308 er ein breið
motorskrá, sum umfatar
fimm bensin og tríggjar
dieselmotorar, sum allir eru
umhvørvisvinarligir og øko
nomiskir. Benzinmotorarnir
eru hesir: 1,4 við 95 hk, 1,6
við 120 hk, 1,6 við 150 hk,
1,6 við 140 hk (automatgir),
og 1,6 við 174 hk. HDi
dieselmotorarnir eru: 1,6
HDi við 90 hk, 1,6 HDi við
109 hk, og 2,0 HDi við 136
hk.
Standard útgerðin umfat
ar allar tær vanligu trygdar
skipanirnar sum t.d. ABS,
ESP, EBD og EBA (neyð
bremsuskipan), umframt at
bilurin fæst við nógvari aðr
ari útgerð.
Sum standard hevur Peu
geot 308 SW sjey airbag,
tveir framman, tveir í síðu
num, gardinairbag í báðum
síðum og knæairbag.
Peugeot 308 SW fæst í
útgávunum Comfort Plus,
Premium, GT Turbo og
Griffe.
Bilurin kann síggjast og
roynast hjá Auto Service
undir Krákugjógv. Prísirnir
byrja við 214.000 krónum.
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
bilar
Peugeot 308 SW 1,6 HDi
Motorurin:
1,6 litra HDi (diesel) við 109 hk
O-100 km/t:
12,5 sek (6-gir)
Botntrekk:
240 Nm við 1.750 snún/min
CO2 Útlát:
134 g/km
Oljunýtsla:
19,6 km/l (blandað koyring)
Stødd og vekt
Longd:
450,0 m
Breidd:
181,5 m
Hædd:
156,0 m
Eginvekt:
1.613 kg
Viðførisrúm:
674 litrar
Prísur:
kr. 280.000,- (Premium)
Søluumboð:
Auto Service
Undir Krákugjógv
FO-110 Tórshavn
Tel: 34 54 00
www.autoservice.fo
FAKTA
Peugeot 308 SW er stationcar útgávan við panorama-glastaki og møguleika til tvey eykasetur aftast
SW útgávan av 308 er til tey, ið hava brúk fyri meira plássi enn í einum vanligum hatchback
Peugeot 308 SW innan. Panorama-glastakið gevur gott ljós í
kabinuni
Flúgvaraborð við baksetrini
Bilradio á Rás2
Bilradio verður sent týsdag millum kl. 16 og
17, og endursent fríggjadag millum kl. 8 og 9,
og leygardag kl. 17
Peugeot 308 SW