Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 TÍÐINDI Nr. 126 - 3. juli 2008 Ætlanin hjá Janusi Djurhuus um at lata gitna heimspekingin Platon í føroyskt kot er nú at fáa í nýggjari útgávu frá forlagnum Fróðskapur TÝÐING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo0 Í 1929 skrivaði Janus Djur- huus skemtandi í brævi, at hann ætlaði at lata “hin ódeyðiliga Platon í føroyskt kot og korta buksur”. Iva- leyst var hann longu tá byrjaður at týða Platon, tí í árunum 1931 til 1935 læt Janus Djurhuus ikki færri enn fimm týðingar av gitna heimspekinginum úr hond- um. Moralur, ást og talukynstur Hesi fimm verkini gevur forlagið Fróð skapur nú út í aðru útgávu, savnað í eina bók við heitinum Platon: Drykku veitslan og aðrar samrøður. Savnið umfatar Verjurøða Sokratesar. Kriton - Faidon sum kom út í 1931. Verjurøðan er tann røðan, sum Sokrates helt fyri dómarunum í Athen, tá ið hann var ákærdur fyri at spilla ungdómin og avnokta gudarnar. Í síni mælsku og speisku røðu vildi Sokrates ikki ganga frá sínum hugsa- num um rætt og skeivt og varð dømdur til deyða. “Kriton” er samrøðan mill- um vinmannin við hesum navni og Sokrates, eftir at Sokrates er deyðadømdur og situr í fongsli. Kriton sættar seg als ikki við, at Sokrates skal doyggja. Hann roynir tískil at finna útvegir, og vil til dømis hava Sokrates at flýggja. Men Sokrates sannførir Kriton um, at tað rætta er at taka við dóminum og ikki at bróta landsins lóg. “Faidon” er um síðstu løtur og deyða Sokratesar. Vin- maður hansara, Faidon, ið var hjástaddur, tá ið hann doyði, sigur frá, hvussu Sokra tes skemtaði, tosaði álvara og uggaði sorgar- bundnu vinir sínar, áðrenn hann tømdi eiturdrykkin. Við í savninum er eisini ”Sym posium – Gorgias”, sum Føroyingafelag í Keyp- mannahavn gav út í 1935. ”Sýmposion” ella ”Drykkju- veitslan” er ein røð av, talum um ástina frá ymsum heimspekiligum, natúr speki- ligum, mýtiskum og skalds- ligum sjónarhornum. Av teim um er røðan hjá Sokra- tesi tindurin. Evn ið í “Gorgiasi” er talu kynstrið – røðulistin. Øll kunnu vera við Hóast hugmyndirnar hjá Platon ofta flúgva høgt og heimspekin stingur djúpt, er bókin skrivað einfalt og livandi, so øll kunnu vera við. Umframt platon týðing- arnar hjá Janusi eru tvær greinir í bókini, ætlaðar sum kunnandi bakstøði til hesar 2500 ára gomlu tekstirnar. Jógvan Hansen, heim- spekifrøðingur, skrivar um lívssøgu Platons, hug mynda- frøði hansara og tann týdn- ing, hann fekk. Bergur D. Hansen, søgufrøðingur, skriv ar um søguna hjá forna Hellas, serliga tað fólka- ræðisligu stýrislagið í Ath- en. Aftast í bókini er listi við frágreiðing um um nøvn og hugtøk í bókini. 54 fuglasløg verða umrødd í fikkubókini Føroyskur búfuglur, ið er triðja bókin í røðini hjá HNJ bókhandli um ymisk føroysk evni BÓKARØÐ Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo0 Tað er Jens-Kjeld Jensen, fugla kennari, ið hevur skrivað lýsingarnar av ymsu fuglasløgunum í bókini Føroyskar búfuglar Í innleiðandi teksti vísir Jens-Kjeld Jensen, á, at heili 306 fuglasløg eru sæð í Føroyum. Tey umrøddu 54 fuglasløgini í bókini eru vald, tí tað eru hesi, ið oftast eru at síggja á sjógvi og landi í Føroyum. Bókin er skipað við mynd av einum fuglaslagi á hvørji síðu saman við stuttum og greiðum teksti um útsjónd, atferð og veiðutíð av nevnda fuglaslagi. Ætlað ferðafólki Føroyskur búfuglur er triðja bókin í røðini hjá HNJ bóka- handli um ymisk føroysk evni. Fyrstu bøkurnar í røðini vórðu givnar út í fjør. Onnur um Grind og Grindadráp og hin um Føroyska List. Fyrru bókina skrivaði Dorethe Bloch, lívfrøðingur, meðan Inger Smærup Sørensen, listfrøð- ingur, skrivaði ta seinnu. Bøkurnar eru fyrst og fremst ætlaðar ferðafólki, ið hava tørv á álítandi og dagførdum upplýsingum um føroysk viðurskifti, men eru eisini áhugaverdar og viðkomandi hjá føroyingum. Á enskum hava bøkurnar heitið HNJ’s Indispensabe Guide to the Faroe Islands og á donskum, HNJs Ulti- mative Guide til Færøerne HNJ bókahandil ætlar at geva fikkurbøkur út um nýggj evni á hvørjum ári. Av evnum, sum ætlanin er at umrøða, kunnu nevnast víkingar, plantur og blómur, bókmentir, matuppskriftir, binding og handarbeiði, før- oyskur dansur og føroyskt mál. Bøkurnar eru ymiskar í vavi, umleið 40 til 60 síður, og eru at fáa í bókahandlum, bensinstøðum og kunn ing- arstovum kring landið. Tað er Elin Winther Poul- sen, ið ritstjórnar bóka røð- ina. Bókin um teg Bókadeildin gevur nú út Bókin um teg við vøkru mynd u num hjá kenda teknaranum Svend Otto Sørensen. Í bókina um teg kanst tú skriva alt um barnið, líka frá móðurlívi til tanningaár. Fremst í bókini er eisini ein ættartalva, har bæði langommur og – abb- ar sleppa upp í søguna. Eisini ber til at líma myndir ella kanska ein hár- lokk á onkra síðu. Sum árini líða sleppur eisini barnið sjálvt at skriva um skúlan og hvørji áhugamál tað hevur. Bókin um teg fæst í bókahandlum kring landið. ave Fikkubók um føroyskar fuglar Janus Djurhuus hevur latið hin ódeyðiliga Platon í føroyskt kot, sum forlagið Fróðskapur nú gevur út í savninum ”Platon: Drykkjuveitslan og aðrar samrøður” Platon í føroyskum koti J Dj h h l tið hi ód ðili Verja viðbrekin sjóøki Á fundi í London hevur NEAFC samtykt eina skipan um at verja viðbrekin sjóøki. Nýggja skipanin skal verja viðbrekin havøki í altjóða sjógvi móti skaðiligum árinum av botnfiskiskapi, og hon er gjørd eftir sama leisti, sum NAFO kom ásamt um fyrr í ár. Samtyktin ber í sær, at verandi NEAFC- leiðir í altjóða sjógvi, har botnfiskiskapur hevur verið síðani 1987, skulu skrásetast, og at fiskiskapur á leiðum, sum eingin fiskiskapur við botn- reiðskapi hevur verið á, verður roknaður sum royndarfiskiskapur. NEAFC fer seinni í ár at útgreina mannagongdir fyri slíkan royndarfiskiskap. Herumframt fer NEAFC at gera eitt yvirlit yvir serliga viðbrekin havøki í NEAFC-øki, so metast kann, hvørt royndarveiða eftir 2009 kann hava skaðilig árin á havbotnin. Kallsevni og Grímur Kamban landaðu í dag Kallsevni og Grímur Kamban, sum samtrola, landaðu í gjár. Teir høvdu tilsamans 180.000 pund. Annar landaði í Skopun og hin í Klaksvík. Teir fóru til fiskiskap 22. juni. Seinnapartin í gjár komu teir á Sørvág, har teir beinanvegin fóru at gera klárt til nýggjan túr, teir tóku ís og olju, eisini vóru ymsar ábøtur gjørdar. Ætlandi skuldu teir nýggjan túr í dag. Nýggja fikkubókin ”Føroyskur bú fugl- ur” er skipað við mynd av einum fugla- slagi á hvørji síðu saman vit stuttari frá- greiðing um útsjónd, atferð og veiðutíð