Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 126 - 3. juli 2008 Í Vági vitja tveir seglbátar í løtuni. Umborð á tí minna eru tveir tilkomnir harrar. Tann eini vil uppliva og taka myndir, hin vil uppliva og eisini gera vart við støðuna í Tibet. Men føroyska gestablídni hevur tó tikið báðar á bóli Bátar Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo At bátar úr útlondum vitja, er í sær sjálvum ikki rár hending longur, men onkur, sum hevði verið á tal við teir báðar menninar, sum í løtuni liggja við bryggju í Vági, helt teir vera eina vitjan verda hjá einum blað­ manni. Og hetta vísti seg ikki at vera heilt av leið. Gay Boily og Augereau Michel eru meira ella minni tilvildarliga á ferð saman í bátinum Bonnie. Boily er úr Canada og Michel er úr Fraklandi, men teir hava ein felags vinmann, ið førdi teir báðar saman. Og soleið­ is komu teir at kennast, og á ferð saman um heimshøvini í bátinum hjá Michel. Teir eru blíðir beinavegin, ein kemur umborð, og eru prátingarsamir. Um orsøk­ ina til ferðina siga teir, at báðir eru farnir av arbeiðs­ marknaðinum, og høvdu hug at ferðast, og nú eru teir so á ferð. Michel er pensjóneraður, eftir at hava staðið við ábyrgdini av útbreiðsluni kring landið av flestu avís­ um í Fraklandi í eini 20 ár. Boily gjørdi sum 45 ára gamal av at selja sítt virkið, og fáast við tað, ið hann hevði hug til, og tað er í stór­ an mun at taka myndir, og hann er í dag myndamaður. Free Tibet Michel ger vart við flaggið, ið veitar í mastrini, og hettar er flagg, ið skal gera vart við Tibet og støðuna har. Hann tosar um Kina, og olympisku leikirnar har, og vil vita, um støðan í Tibet er kend her á landi. Eisini á síðuni á bátinum stendur Tibet Free 2008. Jú, Michel vil fegin ferðast, men vil eisini á ferðini gera vart við støðuna í Tibet, og hann er komin á tal við nógv fólk á ferðini um júst hetta, sigur hann. Far áðrenn ov seint er Boily sigur um ferð teirra, at teir gjørdu av at fara, tí skal slík ferð gerast, so er onki at bíða við, serliga ikki, um ein er komin nakað til árs. ­ Mong útseta slíkt, og so vita tey ikki av, fyrr enn tey eru fylt 75 ár, vísur Boily á, og sigur, at tá hann sum 45 ára gamal seldi virkið, so kall­ aði hann tað, at hann harvið keypti sær sjálvum tíð. Teir viðganga, at ikki altíð er lætt at ferðast á hendan hátt, tí mangan hevur verið baldrut á ferð­ ini, men ein má samstarva og líta á hvønn annan. ­ Ein kann ikki á opnum havi siga, at nú er nóg mikið, og eg fari av, smá­ flennir Boily. Føroyskt gestablídni og stórir, blíðir fiskimenn Teir eru longu okkurt um ein mánað afturút eftir ferða ætlanini, men teir geva sær tó góðar stundir og steðga í Vági í nakrar dagar, og ætla eisini at leggja inn í Havn og kanska í Mykinesi. Ferð­ in gongur til Canada, men enn hava teir ikki gjørt av, um teir leggja inn í Íslandi. Teir fóru úr Nantes í Fraklandi, og hava siglt í tveir og ein hálvan mánað, og hava verið í mangari havn á ferðini, men teir eru ivaleysir í, at besta havnin, teir hava vitjað, er í Vági. ­ Vit hava fingið góða hjálp frá havnarskrivstov­ uni. Vit hava fingið kunnig og lyklarnar til brúsurnar. Alt er eisini ókeypis, siga teir báðir, sum eisini hava fingið fisk frá fiskimonnum á bryggjuni. Teir eru púra ovfarnir av hesum gestablídni, og ongarstaðni eru teir so væl móttiknir. Teir rósa eisini kunning­ arstovuni í Vági. Teir eru púra ovfarnir av stórum og róligum fiskimanni við hvítum skeggi (Bjarni Brattaberg, blðm.), ið hevur verið blíður og bara við sínum vermáta hevur verið teimum stuðul og íblástur. Eisini hava teir á munni forsprákaran fyri sluppini Johonnu, Gudmund Jacob­ sen, sum púra ókeypis hevur latið teimum streym. Alt hetta gestablídni hev­ ur tikið fraklendingin og kanadiumannin á bóli, og sannført teir um, at slíkt gestablídni og slíka móttøku hava teir ikki upplivað í nakrari havn áður. Teir báðir sigla saman við einum størri seglbáti, har eitt par er umborð, og báðir bátarnir liggja við síðuna av sluppini Johnnu við bryggjuna í Vági. Orsøkin til, at nevndu menn, og aðrir vágbingar, stákast so óført við og umborð á Johonnu nú er, at Johanna hósdagin fer til Skotlands. Hetta er leigu­ túrur við løgreglufólki. Fýra túrarar eru á skránni hjá sluppini í summar. Saman og tó Hóast hesir garprnir í seglbátinum, Michel og Boily, eru ólíkir á mangan hátt, so hava teir tó funnið saman sum ferðamenn, og eru so at siga í sama báti. Samstarvsvilji og samskiftis­ hegni eru neyðugir egin­ leikar, tá teir tveireinir ­ tó saman við størra seglbáti­ num nærhendis ­ fara um høv. Ferðin hjá teimum er ætlað at taka 5 mánaðir. Boily nýtir møguleikarnar í Føroyum at taka myndir, og báðir eru teir hugtikinir av ljósinum og sera skiftandi veðrinum. Teir leggja aftur frá landi í Vági, tá vikuskiftið nærkast, og fara ætlandi til Hanvar, áðrenn farið verður víðari út á Hav. Besta havnin vit enn hava vitjað Augereau Michel og Guy Boily úr ávíkavíst Fraklandi og Canada. Teir eru á ferð saman um høv, og liggja í løtuni á Vági, og størri gestablídni, enn tað føroyska, hava teir ikki møtt aðrastaðni Mynd; D. Olsen Teir báðir Michel og Boily ferðast í bátinum Bonnie, men sigla saman við størra seglbátinum Dolphin. Á Bonnie ger Michel vart við støðuna í Tibet við flaggi og teksti á bátasíðuni. Bátarnir liggja á Vági uttanfyri sluppina Johannu, og hava notið gott av, at menn har eru við at rigga hana til, tí sluppin fer til Skotlands hósdagin Mynd; D. Olsen Guy Boily er virkin myndamaður og til ber at síggja nakrar av myndum hansara á http://guyboily.com og samband fæst við goyboily@videotron.co Augereau Michel vil fegin gera vart við ólukkuligu støðuna í Tibet og hann vísur til heimasíðuna www. karuna-fr.org Ferðin hjá Michel og Boil higartil: Úr Nantes í Fraklandi, síðani Lorient, Benodet, Camaret, Bretagne, Aber Wrac’h, Saint Quay, Portrieux, Jersey, Scilly Oyggjarnar, Arklow, Isle of Man (Port Erin),Bangor (nær Belfast), Red Bay, Islay (Skotland), Port Ellen, Artfern(Yacht Centre, - tí trupulleikar vóru við motorinum), Tobermory, Hibrid, Shiant Island, Stornoway og so nú í Føroyum FAKTA Túsund børn á summarlegur í Nesvík Fyrstu summarlegurnar hjá Heimamissiónini eru nú byrjaðar. Í alt verða 10 legur og væntandi fara væl yvir túsund børn, juniorar, ung og vaksin á legu í summar, skrivar Trúboðin. Væl av tekningum eru eisini komið til familjuleguna, ið verður beint eftir ólavsøku. Sum nakað nýtt á legunum í ár, kunnu bæði børn og vaksin stuttleika sær á nýggjari hoppipútu, sum nú er komin í Nesvík. Høvi verður eisini at spæla nøkur nýggj spøl, tí nú er bæði flogbóltsnet, kurvabólt, tennisútgerð og annað komið til leguhúsið.