Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 3. juli 2008 13 Lygn er nýggja amboðið hjá gomlu Dimmu í royndini at sláa stórar gølusøgur upp á forsíðuni “Tað eydnaðist ikki Dimma­ lætting at fáa fatur á John Johannessen fyri evstamark hjá blaðnum í dag” Hesa umberingina brúkti Dimmalætting, tá hon í út­ gávu nr. 124 týsdagin 1. juli 2008 valdi at hongja familju mína og meg út á forsíðuni við dulnevndum keldum sum grundarlagi, uttan at hava kannað veruligu umstøðurnar og uttan at hava biðið um mínar viðmerkingar, eins og góður fjølmiðlasiður er. Dimmalætting leyg, tá hon skrivaði, at tað ikki eydnaðist at fáa fatur á mær. Tí Dimma­ lætting ringdi ikki til mín. Hetta gjørdi eg blaðstjóran varugan við, og klokkan 15.08 týsdagin ringdi hann so til mín, har hann helt fast við, at Dimma fleiri ferðir hevði roynt at fingið fatur á mær, men at eg svaraði ikki. Mikudagin lýgur Dimma aftur. Hesaferð er tað sjálvur blaðstjórin, sum undir einari viðmerking frá mær á síðu 10, útgávu nr. 125, 2. juli 2008 skrivar: “Harra John Johannessen! Dimmalætting fekk ikki fatur á tær, hóast ringt varð fleiri ferðir. Gøla? Løgtingsmaður seinkar flog­ fari. Hvat heldur tú sjálvur?” Her lýgur sjálvur blað­ stjórin og prógvar, at nýggja amboðið hjá gomlu Dimmu er sjálv lygnin. Tíbetur hevur Vodafone fingið loyvi frá Fjarskiftis­ eftirlitinum at kanna allar inngangandi samrøður til mína telefon frá mánadegn­ um fyrrapart, tá vit lendu í Vágum, og til týskvøldið eftir at Dimmalætting var borin út. Listin hjá Vodafone og Fjarskiftiseftirlitinum prógvar mítt uppáhald. Dimmalætting lýgur og hev­ ur bert ringt til mín týsdagin 1. juli klokkan 15.08, eftir at eg hevði lagt boð til blað­ stjóran um at ringja til mín. Mitt telefonnummar er at finna í telefonbókini, á www. nummar.fo, á heimasíðu løg­ tingsins, á mínari heimasíðu og á heimasíðu Javnaðarfloksins. Tað skuldi ikki verið so trupult hjá Dimmu at leita tað fram. Sí hjálagda lista niðanfyri frá Fjarskiftiseftirlitinum og Vodafone og met um nýggja trúvirðið hjá gomlu Dimmu. Telefonirnar hjá Dimmu hava 5412, sum fýra tey fyrstu tølini. Tvey tey seinastu tølini eru tikin burtur úr uppringingum frá vinfólkum, fyri at verja teirra identitet í hesum máli. Dimmalætting lýgur Móttikið 522242 4563** 2008.jun.30 12:11:45 PM Móttikið 522242 211489 2008.jun.30 12:40:03 PM floksskrivarin Útgangandi 522242 202020 2008.jun.30 12:57:25 PM Inngangandi 522242 202020 2008.jun.30 01:01:31 PM Útgangandi 522242 DULT 2008.jun.30 08:26:43 PM Móttikið 522242 211489 2008.jul.01 09:36:09 AM floksskrivarin Útgangandi 522242 541234 2008.jul.01 02:51:45 PM Her ringi eg til blaðstjóran á Dimmu Móttikið 522242 541234 2008.jul.01 03:08:31 PM Her ringir blaðstjórin á Dimmu aftur til mín Móttikið 522242 3020** 2008.jul.01 09:11:50 PM Móttikið 522242 4418** 2008.jul.01 10:09:48 PM Móttikið 522242 DULT 2008.jul.01 10:53:32 PM Afturat hesum hevur telefonin hjá mær sjálv skrásett nøkur uppkall, har eg ikki havi svarað telefonini. Tey eru hesi: ósvarað 522242 2296** 2008.jun.30 08:26:?? PM ósvarað 522242 4577** 2008.jul.01 10:58:?? AM ósvarað 522242 4577** 2008.jul.01 12:07:?? PM ósvarað 522242 4577** 2008.jul.01 01:09:?? PM ósvarað 522242 DULT 2008.jul.01 02:27:?? PM ósvarað 522242 211489 2008.jul.01 02:30:?? PM floksskrivarin John Johannessen Tá ein hevur búð uttanlands í yvir fimmti ár er ymist sum vil gloymast, annað er sum ígjögnum árini hevur havt so stór broyting við sær, eitt nú föroyska málið, tað er so mikið sum málið hevur tikið av broytingum, tað so at nógv orð skiljast vart um tey ikki hevði verið sett saman við öðrum orðum í settningar. Eitt er tað sum eg eigi ikki so væl við at skilja, tað eru lýsingarorðini stórt ­ og nógv ofta sær ein at sagt er so mikið stórt ella so mikið nógv, er ikki nokk at siga so stórt og so nógv. Annað orð virkar so undar­ liga at hoyra ella sýggja, tað er nýtsla oftar sagt um hús ella bygging er tikin í nyt­ slu,hetta ljóðar so undarliga tí ein sær mætvöru nýtast, ella okkurt sum minkar og hvörvur, men hús og bygg­ ing er tikin í brúk tá hon er liðug, nú eri eg kanska komin út á hálan ís tí fyrir um 60 árum var skúlin úti á bygd ikki so heilt av tí stóra, men eg vóni at har hevur verið mikið bött um. Men eitt má tó sigast, at vart er so lítil tjóð sum för­ oyar íð kan státa av at eiga egið móðurmál og tað tó hon hevur ikki átt egið rit­ mál í meir en innan við 200 ár, frásögusnildin og kvæð­ ini eiga mestu takkir fyri varveitslu málsins, men sjálvandi broytist málið, vit sýggja tað best her í Íslandi hvussi málið broytist, nú er komin nyggj týðing á Bíbli­ uni, seinasta týðing var gjörd í 1981, og er tað stórur munur á tíðingini nú og tá og er tá munurin helst í framsetning á ritmáli. Föroysk tíðindi til útisetar Ég havi eina tíð verið haldari av Sosialinum og kostaði haldaragjalðið 500 f.kr. um ársfjórðingin nú hendan dagin fekk eg bræv um at haldaragjaldið fyri fólk í útlondum skuldi hereftir gjalda 100 kr. fyri ársfjórð­ ingin, hetta er sum sagt, blað­ ið hækkar um 100%, eg vil ikki bera ímóti at dýrt kann vera at senda blaðpakkan við 5 blöðum til útlanda, tó haldi eg, at hetta má vera óhoyrt stökk í einum lopi, so eg má siga, at tað gongur ikki, tí tað sum eg havi áhuga fyri eru tíðindi heimanfrá, og í hvörj­ um blaðið er at eg haldi ikki meir en 15­20% áhugaverd tíðindi frá Föroyum hitt er snakk ella lýsingar. Tað sum kundi verið áhugavert var um saman vóru tikin föroysk týðindi og givið út eina ferð um vikuna og sent til útisetar og tey, sum vildu fylgjast við föroyskum viðurskiftum. Eitt er tað sum eg komi til at sakna í Sosialinum, tað eru skriv Óla Jacobsen um ymist gamalt ótrúliga áhugavert. Skerpikjöt spik og turt tvöst Eg var fegin, tá bóndi av oyggj einari á Breiðafjörð­ inum hevði samband við meg, tí hann hoyrdi at mær gekk illa at turka kjöt her á Akureyri, bóndin sendi mær part úr kjógvi til at sanna at kjöti hjá honum var gott, hetta var fyri 5 árum og hevur hesin bóndi turka fyri meg kjöt síðan, eg vil nú ikki siga at allt er líka gott, men tað er sumt sum alls ikki er verri en föroyska skerpikjöt­ ið, tað tekur longri tí at torna. Eg havi eisini fingið frá manninum ræst kjöt avbera gott, tað hava eisini aðrir föroyingar og aðrir sum dáma turt kjöt fingið kjöt frá sama bónda. Í fjör skrivaði eg til sjávar­ útvegs og landbúnaðar ráðu­ neytið og sökti um loyvi til at fá at flyta inn frá Föroyum skerpikjöt, tvöst (turt) og spik eg roknaði ikki við at hoyra frá teimum aftur, men viti menn svar kom at eg kundi fáa loyvi fyri lítlari nögð til egi brúk, men tí fylgði krava um at ymsir papírar og attestir máttu fylgja við um so sum sunn­ heitsattest viðurkent slaktarí, eg fekk systur mína heima at skaffa eitt kjógv, lítið eitt av tvösti og eittsindur av spiki, hetta kom allt uttan nakað sum helst. Tí sendi eg í febrúar hetta árið teldupost til somu stovn­ un og bað nú um loyvi fyri tvösti og spiki, eg roknaði ikki við at fáa svar tí eg hevði ikki hoyrt frá teimum um miðjan júni,men um 20. júni kom svar at eg kundi flyta inn til egið brúk lítið eitt av turrun tvösti og spiki, og somu regl­ ur skuldi haldast um váttan og onnur skriv um uppruna vörurnar og frískleika. So eg eri fegin at tað kann lata seg gera at fáa föroysk­ an mat higar, kanska er tað Hoyvíkssáttmálin sum loysir um hafti sum verið hevur. Eitt og annað akureyri Niels J. erliNgssoN Sjálvstýrisflokkurin heilsar stiginum hjá landstýrismann­ inum í fíggjarmálum væl­ komnum og takkar fyri kunn­ ingina um pensjónsreform, ið partarnir á arbeiðs­ marknaðinum og politiska skipanin vórðu boðin til. Føroyingar eru seinir á sjóvarfallinum við pensjóns­ reformi í mun til Ísland og Danmark, og neyðugt er at fremja tiltøk til tess at trygg­ ja, at hvør einstakur løntakari skal gjalda hóskandi prosent­ part av løn síni til pensjón. Framrokningar vísa, at færri virkin fólk verða fyri hvønn pensjónist. Verður onki gjørt, vaksa eldraút­ reiðslurnar heilt upp í 21% av BTÚ í 2050. Tí mugu arbeiðsmarkn­ aður og politikarar í felag finna semju um framtíðar pensjónskipanina. Týðandi partar av henni mugu verða krøv um uppsparing, líðandi hægri pensjónsaldur og munagóð almenn pensjón til teirra, ið ikki hava møgu­ leikan at spara upp. Nøkur stig Beinanvegin má inntøku­ markið fyri mótrokning í fólkapensjónini hækka og mótrokningarprosentið lækka. Sjálvstýrisflokkurin hevur uppskot klárt um hetta, ið fer at eggja teimum virkisføru eldru at halda fram á arbeiðsmarknaðinum sum longst. Hækkanin í fólkapensjón­ ini má fyrst og fremst verða í viðbótini, so tey uttan egna uppsparing fáa meiri mun­ andi styrk. Men samstundis mugu vit krevja, at øll ið orka at spara skulu spara. Samhaldsfasti varðveitast Samhaldsfasti er ikki fólka­ pensjón men arbeiðsmarkn­ aðargjald, ið arbeiðsgevarar og løntakarar gjalda í grunn. Arbeiðsmarknaðurin fíggjar skipanina. Politikarar eiga at halda seg burtur frá hesi skipan og mugu ikki sleppa at marknaðarføra Samhalds­ fasta sum fólkapensjón. Serliga seinastu 4 árini hevur grunnurin fingið leiklutin sum einasta pensjónshækkanin. Samhaldsfasti skal varð­ veitast sum óheft arbeiðs­ marknaðarpensjón. Vit staðfesta at: 1. Samhaldsfasti skal varð­ veitast sum óheft arbeiðs­ marknaðarpensjón, ið ikki skal avloysa almennu pen­ sjónina, men skal verða tað ískoyti til pensjónina, ið hann av fyrstan tíð var tilætlaður. 2. Samhaldsfasti má samskipast, so hann lýkur treytirnar fyri ásetingunum í Norðurlendsku Konventión­ ini – fólk skulu fáa hann við sær, um tey flyta. 3. Krøv mugu setast um pensjónsuppsparing, men til øll á arbeiðsmarknaðinum hava fingið nøktandi upp­ sparing, skulu vit tryggja, at ongin dettur niðurímillum við at hækka viðbótina til almennu fólkapensjónina. 4. Onnur stig mugu takast, serliga at minka mótrokning hjá pensjonistum ið fram­ vegis arbeiða, umframt at loyvi fólki at útseta fólka­ pensjónina afturfyri hægri pensjón seinni. 5. Sjálvstýrisflokkurin vil positivt viðgera breiða semju um pensjónsreform, men minnir á, at eisini pen­ sjónsreformur krevur vakstr­ arbúskap, serliga at vit fáa ungdómin at støðast og duga at menna útbúgving, gran­ sking og nýggjar vinnur. Ongin gloymdur Vegna Sjálvstýrisflokkin Kári P. Højgaard Floksformaður Kári á Rógvi Næstformaður