Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 3. juli 2008 FJARÐASTEVNAN 2008 3 Bárður Nielsen róði í nógv ár Ein av teimum, sum er við til at rigga kapp- róðrarøkið á Vestmanna til, er Bárður Nielsen, sum sjálvur róði kapp í nógv ár. Hann var eisini føroyameistari við Vestmenningi tvær ferðir – í 1995 og 1997 – og endaði fleiri ferðir á øðrum plássi VESTMANNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Bárður Nielsen fegnast um, at tað hevur eydnast at mannað 10-mannafarið Vestmenning til fjarðastevnu, sum verður í vikuskiftinum. – Hetta verður fyrsti róðurin í summar, har Vestmenningur verður við. Tað eru serliga vestmenningar og kvívíkingar, sum manna bátin, men venj- ingartíðin hjá teimum hevur verið rættiliga stutt. Hetta eru menn, sum hava róð fyrr, men nú munnu tað vera nøkur ár síðan, at teir flestu góvust. Í summar hava vestmenn- ingar annars mannað Hav- frúnna við bæði dreingjum og gentum og Fortuna, sum er 6- mannafar, hevur eisini luttikið á nøkrum stevnum við monnum. – Vit eru spent eftir at síggja, hvussu bátunum fer at gang- ast, nú róð verður í heima- sjógvi. Higartil í summar hevur Havfrúgvin við dreingjum staðið seg best av okkara bátum, eins og Fortuna hevur staðið seg hampiliga væl á 1000 metrum, sigur Bárður. Hevur róð nógv Sjálvur hevur Bárður róð nógv, bæði við Havfrúnni og Vest- menningi. – Eg róði í nógv ár tilsamans, og okkum eydnaðist eisini at vinna tveir FM-sigrar við Vest- menningi. Hetta var árini 1995 og 1997, og onnur ár endaðu vit á øðrum plássi. Hann sigur, at tey árini, hann róði við Vestmenningi, kapp- aðust teir serliga við Havnar- bátin og Skálabátin, sum eisini vóru rættiliga stinnir hesi árini. Harður streymur Vit spurdu eisini Bárð Nielsen, hvussu útlitini eru til róðrar- líkindi á Vestmanna leygar- dagin, tá FM-róðurin verður. - Eg haldi, at veðurvánirnar eru góðar, men tað er harður streymur. Vestmannasund rekur hart, og hóast málið hjá øllum bátum bert er 1000 metrar, kunnu streymviðurskifti hava ein ávísan týdning fyri kappróðurin, sigur hann. – Tað er nógv, sum skal riggast til og fáast upp á pláss til kappróðurin, men eg haldi ikki, at hetta kennist so strævið, tí arbeiðið er eftirhondini vorðið ein rutina, sigur Bárður Nielsen VESTMANNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Tað gongur væl at rigga kapp róðrarøkið til. Flestu av okkum eru teir somu, sum hava gjørt hetta gjøgnum fleiri ár, og tí vita vit, hvussu hetta skal gerast. Vit seta málsteng- ur upp, leggja málboyður út, og vit gera klárt til at spenna fasta startin upp. Málið uppi á landi skal eisini gerast klárt, so Róðrarsamband Føroya fær sett sína útgerð og síni tól upp. Annað, sum eisini skal havast upp á pláss til róðrar- dagin, er bátadrátturin. Tað sigur Bárður Nielsen í Vestmanna, sum flestu føroy- ingar ivaleyst best munnu kenna úr politikki. – Jú, hetta gongur fínt, og kappróðrarøkið er nú um at verða klárt, fekk Sosialurin at vita longu seinnapartin miku- dagin. Nógv í gongd Eitt, sum tey í Vestmanna gera burtur úr, tá kappróður er, er at seta upp stengur sum vísa, hvussu langt er eftir á mál hjá manningunum. – Tey, sum rógva, kunnu hyggja upp á land og síggja stengur sum vísa, nær ávika- vist 400, 250 og 100 metrar eru eftir á mál. Bárður Nielsen vísir á, at 400 metrar eru eftir, tá bátarnir eru á ytra pierinum, 250 tá teir eru á innara pierinum, og 100 metrar eru eftir, tá teir eru staddir beint uttanfyri Havna- skrivstovuna. – Stengurnar eru góðar hjá manningunum at miðja seg eftir, heldur maðurin, sum sjálvur hevur róð kapp í nógv ár. Hann sigur, at rættiliga fitt av fólki hevur verið í gongd við at gera róðrarøkið klárt. – Øll eiga stóra tøkk fyri sín lut í hesum. Ein stór hjálp hevur eisini verið, at vit eru slopnir at læna alibátar, sum hava góða útgerð og gott pláss á dekkinum, leggur hann aftrat. Annað hvørt ár Bárður Nielsen heldur, at fjarða stevna er betri passandi fyri Vestmanna, enn vestan- stevna var. – Nú hava vit FM-róður annað hvørt ár, men tá vit vóru partur av vestanstevnuni og skuldu skiftast um stevn- una við bygdirnar í Vágum, høvdu vit stevnu og kappróður bert fjórða hvørt ár. Hann heldur, at tað er ein fyrimunur fyri fyrireikingarar til eitt nú kappróðurin, at tað ikki er so langt ímillum stevn- urnar. – Man er líka sum meira í gongd, um vit skulu rigga til annað hvørt ár heldur enn fjórða hvørt ár. Eg haldi eisini, at hetta ger tað lættari at halda upp á fólkið, sum hevur roynd- irnar at skipa fyri. Eftir mínum tykki passar tað okkum betri, nú vit eru partur av fjarða- stevnu. Jú, oftari sama arbeiði verður gjørt, tess lættari fellir tað. Eg haldi ikki, at hetta er so strævið, tí arbeiðið er eftir- hondini meira vorðið ein rutina. Bárður Nielsen heldur seg minnast, at fjarðastevnan sá dagsins ljós í 2003, tá Skála/ Strendur skipaðu fyri, og fyrstu ferð stevnan varð hildin í Vestmanna var í 2004. Í Vestmanna eru allir FM- róðrarnir 1000 metrar. – Tað er ein stór hjálp, at vit eru slopnir at læna alibátar, sum hava góða útgerð og gott pláss á dekkinum, sigur Bárður Nielsen Róðrarøkið er klárt til stevnu – Vit eru meira í gongd, tá vit skulu rigga til kappróður annað hvørt ár heldur enn fjórða hvørt. Jú, oftari tú riggar til, tess lættari fellir tað, sigur Bárður Nielsen