Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-03, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 3. juli 2008 43 lýsingar sansir.fo Starvið sum útoyggjalærari í Fugloyar skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. august 2008. Komandi skúlaár verður 1 næmingur í Fugloyar skúla. Um starvið Útoyggjalærarin er bæði leiðari og lærari skúlans og hevur sjálvur alla undirvísingina í skúlanum. Søkt verður eftir útoyggjalærara, sum • undir ábyrgd skúlamyndugleikanna skal hava fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans • skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv millum skúla og heim • skal vera førur fyri at loysa trupulleikar • í samstarvi við foreldrini skal virka fyri, at næmingarnir fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt Førleikakrøv Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar hava leiðsluroyndir. Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við tænastu í Fugloyar skúla. Starvið er fl okkað í lønarfl okkunum 27.1, 28.1, 29.1, 29.2 og 31.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Umsóknir Umsóknir saman við avriti av læraraprógvi, skeiðum, frágreiðing um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skulu verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 15. juli 2008. Umsóknin verður stílað til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn ella við t-posti: mmr@mmr.fo Tey, ið ynskja fl eiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, ella Olaus Jespersen, deildarstjóra, tlf. 355050. Tórshavn, 2. juli 2008 Mentamálaráðið Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Starv sum útoyggjalærari í Fugloyar skúla         Lesið - so eru tit við