Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 127 - 4. juli 2008 tíðindi Stýring frá a til ø – verkætlanarleiðari til menningardeildina Menningardeildin í Føroya Banka hevur ábyrgd av at samskipa og stýra øllum verkætlanum bankans og arbeiðir eftir einum skipaðum leisti í tøttum samstarvi við virkisøkini og leiðsluna. Vit víðka nú hóp okkara av dugnaligum verkætlanarleiðarum, og kanska er tað júst tær, vit leita eftir. Starvið Sum verkætlanarleiðari í bankanum fært tú ábyrgd av verk­ ætlanum og uppgávum frá a til ø, eins og vit vænta eina handilsliga tilgongd og tætt samstarv í toyminum við denti á úrslit. Tú Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og royndir sum verk­ ætlanarleiðari. Persónligu eginleikar tínir eru m.a. opinleiki, framsøkni, málsøkni, góð samskiftisevni og sjálvstøðugt arbeiðslag, eins og tú megnar at hava greiði á fleiri upp­ gávum í senn. Menningarmøguleikar Góðir møguleikar eru fyri víðari førleikamenning, bæði fak­ liga og persónliga. Meira at vita Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Inga Vestergaard, menningarleiðara, á tel 330 330 ella á iv@foroya.fo. Skrivlig umsókn saman við avritum av CV og prógvum skal sendast til starvsfolk@foroya.fo ella til P/F Føroya Banki, Att: Bjarki Mohr, Húsagøta 3, FO­100 Tórshavn og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. juli. Heri Dahl, sum hev­ ur havt ríðiskúla í Havn í nøkur ár og Heini á Heygum, sum hevur veiðirættindi á vøtnunum við Lóm­ undaroyru oman fyri Vestmana, eru nú saman farnir at marknaðarføra tilboð­ ið, sum teir rópa fisk­ ing og frítíð Ferðavinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Sum nakað heilt nýtt kunnu vit nú bjóða sílaveiðu og yvirnátting á sama staði. Vælumtókta síl- aveiðan á okkara vøtnum ger tað nú nógv lættari hjá vitjandi, ið ikki longur noyð- ast heim eftir lokna veiðu. Nú ber nevniliga til at gista í okkara stásiligu húsvogn- um, sum vit hava sett upp á hesum náttúruvakra øki. Heri Dahl sigur, at umframt sílaveiði, gisting og gongutúrar, skipa teir eis- ini fyri túrum á rossabaki. Fólk, sum kundu hugsað sær at roynt nýggja tilboðið hjá fiskogfritid, sum teir rópa tað, kunnu fara inn á heimasíðuna fiskogfritid@ com. - Á heimasíðuni fáa fólk ein “forsmakk” upp á tann einastandandi møguleika, sum hetta er, sigur Heri Dahl. Hann vísir á, at nógv og góð síl eru at fáa á hesum vøtnum. - Her eru tvey vøtn, har tað fremra vatnið er nógv størri enn tað niðara. Heri sigur, at gistin fer fram í marglætisvognum, sum standa við Lómundar- oyru, har útsýnið yvir niðøara vatnið er eitt rætti- ligt panorama. - Fólk hava høvi at keypa sær ein part av hesum til- boði – ella allan pakkan. Tað er púrasta upp til tann ella tey, sum hava hug at royna hetta. Heri Dahl sigur, at til- boðið eisini er sera væl egn- að sum ein veruligur fam- iljupakki. - Í báðum kampingvognu- num er pláss fyri tilsamans 14 fólkum, leggur hann aftr- at. Nýtt ferðavinnutilboð í Vestmanna - Fólk hava høvi at keypa sær ein part av hesum tilboði – ella allan pakkan. Tað er púrasta upp til tann ella tey, sum hava hug at royna hetta, sigur Heri Dahl