Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 - 4. juli 2008 5 tíðindi sansir.fo Billund og Aalborg / Prísur úr : 11.995,- Íroknað prísin er flogferð aftur og fram fyri tvey vaksin, tvey børn undir 12 ár og bilur í 1 viku. Bilurin stendur og bíðar eftir tykkum á flogvøllinum. Tit gera sjálvi av, hvat tit vilja síggja og uppliva. Í Jyllandi eru nógv spennandi tilboð til familjuna, og vit hjálpa fegin at finna hotell, um tørvur er á tí. Les meira á www.atlantic.fo Bílegg á telefon 341010 hjá Atlantic Airways ella á tínari ferðaskrivstovu. Tilboðið er galdandi frá 1. juli til 31. august 2008. Pakkaferð til Billund og Aalborg fyri alla familjuna við bili atlantic.fo / Tel 34 10 40 − á føroyskum veingjum í 20 ár Ársins átak hjá Vinn­ u­húsinu­m 2006 – »Vinnu­vitan« ­ fekk tu­ngan sjógv í 2007. Vinnu­ligi vitin fór í 2007 yvir í blóðreytt, fekk álvarsligar gjald­ føristru­p­u­lleikar og er í 2008 seldu­r til gomlu­ Dimmu­. Undir­ skotið hjá Vinnu­vitan í 2007 var 1,7 millión­ ir krónu­r VINNA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Vinnuportalurin Business Line hevur eina greining av úrslitinum hjá blaðnum, sum hvørja viku greinar rokn­ skapir hjá øðrum virkjum, Vinnuvitan. Ársúrslitið hjá Vinnuvitan fyri árið 2007 er alt annað enn gott. ­ Uttan at kalla hugskotið genialt at fara undir útgávu av einum nýggjum vinnulig­ um tíðindablað í Føroyum, so skuldi tíðin tó vísa, at tørvur var á einum vinnulig­ um vikublað, ið hevði møg­ uleika at gera meira burtur úr vinnuligum tilfari, enn verandi miðlar av góðum grundum fingu stundir til. Blaðið fekk rímiliga undir­ tøku og árini 2005 og 2006 góðu nøktandi úrslit, skrivar Business Line, sum vísir á, at tá tú hevur góðan vinnuligan byrð er kynsturin at halda fast um kjarnutæn­ astuna og royna at hjúkla um hana. ¸ » ­ Men Vinnuvitan­sam­ takið ynskti ikki at verða verandi lítlibeiggi í føroyska fjølmiðlaheiminum og valdi í 2007 at gera lánsfíggjaðar íløgur upp á slakar 10 milli­ ónir krónur í lýsingarblaðið Vikublaðið við tilhoyrandi virksemi. Á henda hátt kom samtakið upp á somu stødd sum Dimmalætting og Miðlahúsið. Gamaní hevur Vikublaðið verið ein góð forrætning fyri gomlu eigarnar, men nógv bendir á, at lánsfíggj­ aði keypsprísurin uppá slak­ ar 10 milliónir krónur hevur verið í so stórur biti hjá Vinnuvitan. Fyritøkan renn­ ir seg skjótt í gjaldføristrup­ ulleikar, og endin er, at fel­ agið, ið rekur Vinnuvitan verður selt til P/F Dimma­ lætting, ið nú roynir at binda um heilan fingur við at selja burtur av virksemi­ num. Spurningurin er nú, um gamla Dimma fær broytt upp á matematikkina og fær minus + minus at geva pluss. Dimma hevði í 2005 og 2006 undirskot upp á til­ samans 2,5 mió kr, meðan Vinnuvitan sum áður nevnt hevði eitt undirskot í fjør upp á 1,7 milliónir krónur«, skrivar Business Line í greiningini av roknskapi­ num hjá P/F Vinnuvitan fyri 2007. Vinnuvitan 1,7 milliónir í halli Ungi og sjarmerandi sangarin frá X Factor kap­p­ingini byrjar nýggja yrkisleið su­m sangari við fram­ førslu­ á Su­mmar Festi­ valinu­m TÓNLEIKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo 16 ára gamli Basim er eitt ordans sjarmutrøll. Í sjón­ varpsrøðini X Factor tók hann pallin við stormi og brakaði ígjøgnum sjón­ varpsskíggjan og út til danir og føroyingar, sum fylgdu við sangkappingini. Hann dugir framúr væl at framføra og við síni serstaku rødd er lítið at ivast í, at ein nýggj sangstjørna er fødd. Basim býr stutt uttanfyri Keypmannahavn, hann er júst liðugur við 9. flokk. Hann hevur arbeitt á McDonalds í frítíðini, men frameftir verður alt meira tíð nýtt til tónleikin. Fyrsta stakfløgan hjá Bas­ im kemur út á Summar Festivalinum, og Basim fer sjálvsagt at framføra hendan sangin og aðrar á Summar Festivalinum. Foreldrini hjá Basim er úr Marokko, og tað verður sagt, at sangevnini eru í familjuni. Pápin hevur sung­ ið bæði í heimlandinum og Spania. ­ Beiggi mín fekk meg at syngja, og hann hevur givið mær íblástur at brúka rødd­ ina hjá mær, sigur Basim. ­ Sangurin er fyri meg ikki bara eitt ljóð, sum kemur út úr munninum á mær. Tað er meira ein háttur at úttrykkja mínar kenslur ella eina løtu, sum eg havi upplivað. Eg vil gjarna siga søgur fyri fólki, og vit skulu kunna grína og gráta saman, sigur Basim. ­ Eg eri eisini byrjaður at skriva mínar egnu tekstir, og tað er stuttligt, sigur hann. Basim og Summar Festi­ valurin ganga hond í hond. Tí í dag, nú hann verður kunngjørdur sum navn á Summar Festivalinum, fyll­ ir hann 16 ár, og á sjálvum Summar Festivalum verður fyrsta stakfløgan hjá Basim givin út. Basim skal í kvøld tann 4. juli – á tjóðardegnum hjá USA – spæla til stórt hátíðarhald hjá amerikanska ambassadørinum í Danmark. Basim á Summar Festivalin Magni Olsen og Óli á Deild Olsen, menninir aftan fyri Vinnuvitan, tá teir í 2006 fingu heiðurin ”Ársins átak” frá Vinnuhúsinum