Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 - 4. juli 2008 31 lýsingar Vit sóknast eftir nýggjum starvsfólkaleiðara. Í Eik leggja vit dent á ein virknan starvsfólka- politikk, fyri at vit framhaldandi kunnu varðveita og draga dugnalig starvsfólk til Eik samtakið. Góður trivnaður, arbeiðsgleði og støðug starvsfólkamenning eru samstundis lyklaorð, tá tað snýr seg um at veita kundu- num framúr fakliga og persónliga ráðgeving. Starvið Starvsfólkaleiðarin vísir beinleiðis til stjórn- ina, og er sparringspartnari hjá stjórnini, deildarleiðarum og starvsfólkum í Eik. Sum starvsfólkaleiðari hevur tú møguleika at orða og mynda framtíðar starvsfólkapolitikkin hjá Eik. Saman við leiðarunum hevur starvsfólka- leiðarin ábyrgd av at skapa rammur og møguleikar fyri víðari menning av hvørjum starvsfólki sær. Ymsar fyrisitingarligar upp- gávur liggja eisini á Starvsfólkadeildini, t.d. setan og útbúgving av starvsfólkum, lønar- útgjalding og frítíðaruppgerðir. Fakligir førleikar Vit vænta, at starvsfólkaleiðarin hevur útbúgving innan starvsfólkaøkið og gjarna eisini bankabakgrund. Hetta er tó ikki eitt krav, tí persónligu eginleikarnir hava serstakan týdning fyri at kunna røkja starvsfólkaleiðarastarvið. Persónligar eginleikar Evnini at samstarva, samskifta og lurta mugu vera góð. Vit ynskja okkum eina eldsál, ið eggjar øðrum til og torir at ganga á odda. Stundum krevst eisini, at starvsfólkaleiðarin loysir ósemjur, og til tess krevst dirvi, innlit og oftani eisini humor. Menniskjakunnleiki, áhugi fyri starvsfólkaviðurskiftum og innlit í Human Ressource Management er eitt gott grundstøði. Áhugað kunnu venda sær til Bjarna Olsen, stjóra, á telefon 348575, teldupostur bjarni. olsen@eik.fo. Starvið verður sett skjótast gjørligt og lønt sambært avtalu. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 8. juli kl. 12.00. Umsóknir skulu stílast til: Eik Banka Att.: Bjarni Olsen, stjóri Yviri við Strond 2 100 Tórshavn Starvsfólkaleiðari við hugsjónum Í Eik samtakinum starvast á leið 400 fólk á 15 deildum kring landið, í dótturfelagnum Inni P/F og í dótturfelagnum Eik Bank Danmark A/S. Á starvsfólkadeildini Yviri við Strond í Havn starvast umframt leiðaran trý fólk. www.eik.fo Les meira á www.meklarin.fo HP. MARINE · SP/F RÚNAR Túnagøta 1 · 600 Saltangará tlf. 219450 · fax 449191 · hpe@kallnet.fo Bátar til ein hvønn tørv