fríggjadagur 4. juli 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 127 - 4. juli 2008
lýsingar
Á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróð-
skaparsetrinum er eitt nýtt adjunktstarv
í løgfrøði leyst at søkja.
Starvsøki
Umframt at taka sær av undirvísing í
grundskeiði í lóg skal adjunkturin
saman við lektara fyrireika og leggja til
rættis eina komandi masterútbúgving í
lóg og fremja gransking í lóg. Adjunkt-
starvið er eitt útbúgvingarstarv sett fyri
4 ár, soleiðis at adjunkturin eftir 4 árum
vinnur sær neyðugan granskingar- og
undirvísingarførleika fyri at kunna
setast í fast starv sum lektari.
Førleikakrøv
Umsøkjarin skal hava kandidatútbúgv-
ing ella samsvarandi í løgfrøði og hava
áhuga fyri gransking og fara undir eina
Ph.D. verkætlan í løgfrøði.
Løgfrøðingar við drúgvum løgfrøði-
ligum royndum í verki kunnu, uttan at
kravt verður, at teir fara undir Ph.D.
útbúgving, eisini søkja starvið, men teir
skulu vinna sær førleika á annan hátt og
lektarametast eftir 4 árum fyri at koma
í fast starv.
Adjunkturin skal duga at samskifta væl
á føroyskum, enskum og norðurlendsk-
um og skal hava førleika til at knýta
netverk og samstarva við onnur
universitet.
Til at meta um umsóknirnar verður sett
ein sakkøn metingarnevnd mannað við
trimum fólkum. Av hesum skal eitt fólk
hava góðan kunnleika til løgfrøði í
Føroyum.
Umsóknir
við ævilýsing, avritum av próvskjølum,
viðmælum ella tilvísingum, møguligum
vísindaligum greinum og ritgerðum í
trimum eintøkum skulu vera Fróð-
skaparsetrinum í hendi áðrenn 10. juli
2008.
Nærri upplýsingar um starvið fáast
við at venda sær til deildarleiðaran,
Elin Súsonnu Jacobsen, tlf. 352583,
elinsj@setur.fo,
til
setursskrivaran,
Rúnu Hjelm, tlf. 552504 runah@setur.
fo ella til rektaran Jóan Paula Joensen,
tlf. 552503, jopajo@setur.fo.
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00
J. C. Svabos gøta 14 · Postrúm 272
110 Tórshavn · www.setur.fo
Umsóknir skulu sendast til:
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøtu 14 – Postrúm 272 – FO-110 Tórshavn
Adjunktur í løgfrøði
Starv á Fróðskaparsetri Føroya
ENDURLÝSING
Útferð í Lítlu Dímun, har sigið verður á Renningini
Lítla Dímun - FO 850 Hvalba - www.ldimun.com - ldimun@ldimun.com - +298 270 840
3X2V.COM
Sp/f ZARTEC Bygging
Tlf. 226459
V/ Heðin B. Nielsen
Tlf. 421403
Húsasmiður
Fax. 421403
Alt TIMBURARBEIÐI
verður gjørt SKJÓTT OG VÆL
Ring á tel. 226459 ella
421403 og hoyr nærri!
• Innrætting
• Klæðing
• Tekjan
• Garð
• Hús
v.m.