Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 54

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

54 Nr. 127 - 4. juli 2008 lýsingar Samtakið kring Miðlahúsið fevnir um Sosialin og Miðlavarpið, ið rekur Rás2. Í samtakinum starvast í dag 42 fólk. Starvslýsing: Journalistur til Miðlahúsið miðlahúsið í Vágsbotni Hevur tú eitt miðlafólk í búkinum? Kom og hjálp okkum at menna Rás2, Sosialin og Portalin. Í Miðlahúsinum í Vágs- botni vilja vit støðugt styrkja okkum til avbjóðingarnar í einum livandi fjølmiðla- heimi. Síðani oktober í fjør hevur Rás2 verið partur av okkara samtaki, sum er í støðugari menning. Nú sóknast vit eftir fólki at styrkja um tíðinda- og aktualitets partin á redaktiónini, fyrst og fremst á Rás2. Sum partur av Miðlahúsinum fær tú møguleikan at virka í einum livandi og dynam- iskum fjølmiðlaumhvørvi, har vit í felag royna at gagnnýta styrkir og møguleikar hjá okkara miðlum. So hevur tú hug til tíðindaheimin? Nøs fyri eini góðari søgu? Hevur tú hug og evni, bæði at arbeiða sjálvstøðugt og tætt saman við øðrum. Og dámar tær avbjóðingar? So lat okkum frætta frá tær! Útbúgving og/ella royndir innan fjølmiðlaøkið eru absolutt fyrimunir, men tó ikki treytir. Tú byrjar í starvi hjá okkum skjótast tilber, men helst ikki seinni enn 1. august. Tú frættir meira um starvið við at seta teg í samband við Jan Müller, stjóra, á telefon 341800. Eisini ber til at senda teldubræv til jan@sosialurin.fo Merkið brævbjálvan »umsókn« og sendið hesa í seinasta lagi 15. juli til: P/F Miðlavarpið Postsmoga 76 FO-110 Tórshavn Aftur í ár gevur Sosialurin út eitt ser- stakt Ólavsøkublað í litum, sum kemur ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum týsdagin 22. juli. Seinasta freist at boða frá luttøku av omanfyristandandi lýsingarmøgu- leikum er týsdagin 8. juli. Stødd Litur • 1/4 síða (125 mm x 171 mm) 2.000 kr. + mvg • 1/2 síða (125 mm x 346 mm ella 254 x 171 mm) 4.000 kr. + mvg • 1/1 síða (254 mm x 346 mm) 8.000 kr. + mvg • Opna (2 síður) (536 mm x 346 mm) 12.000 kr. + mvg Gevið gætur: framleiðslan av lýsingum er við í kostnaðinum, um ynski er um tað. Allir prísirnir eru uttan mvg Kostnaður fyri lýsingar Serblað í litum til øll húsarhald í Føroyum Ólavsøkan 2008