Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 klumman Nr. 127 • 4. juli 2008 Fram við byrsuni Veruligt víðskygni setir sín dám á pensjónsreformin, sum nú er lagdur fram. Gamlir føroyingar gerast bæði fleiri og eldri, og tí eru eittans ráð at taka til. Nevnliga at hækka pensjónsaldurin, soleiðis at tú í 2049 skalt verða 71 ár, áðrenn tú fært fólkapensjón, heldur enn verandi 67 árini. Av sonnum ein stór kollvelting, sum uttan iva frøir mangan arbeiðsmann og –kvinnu, sum kanska hava slitið seg upp í 50 ár á arbeiðsmarknaðinum. Nú skulu tey so taka fýra ár afturat! Skulu vit halda fram í sama spori, so er ein onnur gongd leið væl eisini at lækka livialdurin. Verða fólk sjúk, skulu vit bara taka byrsuna fram. So er tann byrðan beind av vegnum. Ella kanska skuldu vit bara droppa øll hesi heilsuátøkini. Eitt lægri avgjald á tubbaki, rúsdrekka og grønum keks fer heilt víst at økja um títtleikan av lungnakrabba og diabetes, og so er trupulleikin jú eisini loystur. Kann vera, at hetta økir um útreiðslurnar til sjúkrahúsverkið, men tað er væl nakað, sum vit eru so von við, at hetta eigur ikki at skapa teir heilt stóru trupulleikarnar. Tykist eisini, sum hevur fíggjar­ málaráðharrin yvirtikið bæði heilsu­ og eldraøkið, so tað skuldi væl borið til at samansjóvað alt hetta. Anyway. So er 2049 hampuliga langt frammi í tíðini. Og hvør sigur, at vit tá framhaldandi eru eins nógv her á klettunum. So hvørt sum pólarnir bráðna verður væl minni og minni liviligt her hjá okkum, ella kanska skulu nýggjar eldraíbúðir bara byggjast uppi á Slættaratindi. Jákup Mørk blaðmaður jakup@sosialurin.fo Heini bloggar úr Ísrael Komandi tíðina fer Heini í Skorini, sum er í starvsvenjing á donsku ambassaduni í Tel Aviv, at skriva bloggar í vikuskiftisinnlegginum hjá Sosialinum. Heini fer at skriva um og úr gerandisdegnum í Ísrael. – Den ene dags kampe leverer de ofre og den vrede og det had, der skal til for at holde morgendagens kampe i gang. Og på den måde er konflikten sit eget brændstof. Soleiðis skrivar danski TV2­korrespondenturin í Miðeystri seinastu tjúgu árini, Steffen Jensen. Og við hesum havi eg endiliga funnið setningin, eg so leingi havi roynt at formulera í mínum egna høvdi. Áralanga stríðið millum jødar og palestinar er vorðin ein ævinleikans maskina. Eitt sjálvfor­ sýnandi tól, sum áhaldandi syrgir fyri at endur­ framleiða tað brennievni, sum í morgin skal halda stríðnum á lívi. Harðskapurin er vorðin ein ónd ringrás, hevndin eitt sjálvútinnandi profeti og hatrið ein kavabóltur, sum er farin á rull og ikki steðgar aftur. Palestinska stríðið ímóti ísraelskari herseting og fyri einum sjálvstøðugum stati verður ført við amboðum, sum einans undirgrevur málið. Tí hvørjaferð ein yvirgangsatsókn verður framd í Ísrael, hvørjaferð ein rakett verður send úr Gaza inn í Suðurísrael, og hvørjaferð ein islamistiskur Hamas­leiðari brølar um at sletta statin Ísrael av heimskortinum, so intensiverar ísraelski herurin hersetingina av palestinsku økjunum í Gaza og á Vestara Áarbakka, sum aftur økir um palestinsku vreiðina og talið av álopum, sum aftur fær ísraelska herin til at stramma aggressivu trygdartiltøkini og so framvegis og so framvegis. Poengið er tann ónda ringrásin, sum eingin tykist megna at bróta, og sum er sokkin so djúpt í eitt díki av sínámillum hatri og misáliti, at tað krevst ein stór politisk skurðviðgerð við nógvum professionellum læknum at reparera hetta vrakið av eini samveru, sum stríðið millum ísraelar og palestinar er vorðið til. – They are the occupiers and we are the occupied. We only fight for our national rights against a brutal imperialist power, er afturvendandi svarið, tá eg spyrji palestinar á Vestara Áarbakka, hví tey ikki steðga við álopunum á Ísrael, tá tað eftir seksti ár ikki hevur givið nakað sum helst úrslit. Og tá eg í Ísrael havi mínar endaleysu diskussiónir við alskyns ísraelar, er niðurlagið tað sama. – We only defend ourselves and do what is necessary to protect the state and poeple of Israel. The moment they recognize us and stop the terrorism, we will end the occupation and give them their state, sum kioskeigarin í grannalagi mínum endurtekur upp í saman, tá eg keypi bløðini og havi viðmerkingar til dagsins forsíður. Í Palestina er raðfylgjan, at “vit berjast ímóti Ísrael, tí Ísrael hevur hersett okkum”. Í Ísrael er raðfylgjan, at “vit hava hersett palestinsku økini, tí palestinar fremja álop á okkum og mugu steðgast”. Báðar útgávurnar av stríðnum hava hvør sín syndabukk og hvør sítt offur. Tað er altíð hin parturin, sum fyrst hevur tikið vápnini í hond, og sum fyrst má leggja tey aftur. Og eitt og hvørt kjak strandar á ymiskum tulkingum av søguni og serliga av árinum 1948, tá staturin Ísrael varð settur á stovn, tá 700.000 palestinar flýddu av húsi og heimi, og tá arabiski heimurin leyp á. Soleiðis rullar heimssøgan. Inntil onkur hevjar seg upp um allan krígslogikk og allar tær reglur, altjóða politikkur annars virkar eftir. Eitt menniskja, ein rørsla, ein hugmynd, sum megnar at gera enda á óndskapinum, líðingini og absurdi­ tetinum. Sum megnar at venda søgunnar hjólum úr einum spori í eitt annað. Sum megnar at steðga galskapinum og peika á ein nýggjan veg. *** Men í skrivandi stund, hetta mikukvøldið í juli í einum hálvmyrkum kamari í Tel Aviv við aircondition fyri fullari styrki, er trupult at fáa eyga á eina loysn. Sonevndu friðarsam­ ráðingarnar millum ísraelsku stjórnina og palestinsku myndugleikarnar líkist eftirhondini einum innihaldsleysum glantrileiki uttan úrslit. Sonevnda vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas í Gaza er skroypilig, og sambært mein­ ingakanningunum er trúgvin á eina friðaravtalu og viljin til neyðugu kompromissini søguliga lágur. Tá eg svari spurningum um mítt arbeiði á donsku sendistovuni og nevni orðið “peace proces”, so flenna tey forhánisliga og spyrja, hvørja friðarprosess eg meini við. Tí í Miðeystri finst eingin slík. Tey hava roynt hetta ov ofta. Vónbrotini hava verið ov mong, tá politikararnir proklameraðu “peace in our time” framman fyri vónríkum mannamúgvum. Og hóast tað er friðarligari í Ísrael í dag, enn tað hevur verið í fleiri ár, so er fíggindin intaktur og politiska støðan óbroytt. Lagnan er framvegis “at liva av svørðinum”, sum landsfaðirin David Ben­Gurion plagdi at siga. Karen Thisted skrivaði einaferð, at summi fólk duga at henta rósur, har ongar rósur vaksa. Í tíðum sum hesum krevjast slíkir eginleikar, inntil litríkari eingir og grønari líðir aftur eru at hóma. heini_skorini@yahoo.com – Soleiðis rullar heimssøg­ an. Inntil onkur hevjar seg upp um allan krígslogikk og allar tær reglur, altjóða politikkur annars virkar eftir, sum megnar at gera enda á óndskapinum, líðing­ ini og absurditetinum. Sum megnar at venda søgunnar hjólum úr einum spori í eitt annað. Sum megnar at steðga galskapinum og peika á ein nýggjan veg. Ísraelskar herkvinnur í gamla býnum í Jerusalem. Svørðið er skift út við maskinbyrsuna, men lagna Ísraels er framvegis “at liva av svørðinum”, sum fyrsti ísraelski forsetin David Ben-Gurion plagdi at siga At liva av svørðinum