leygardagur 21. juli 2001síða 17
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 138 - 21. juli 2001
Nr. 138 - 21. juli 2001
33
HEILSANIR
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
Eg takki hjartaliga øllum
tykkum, sum á ymiskan
hátt gleddu meg og for-
eldur míni á konfirma-
tiónsdegnum 1. apríl.
Sára Mortensen, Hoyvík.
Hey góða Hansa.
Hjartaliga tillukku við 60
ára føðingardegnum, sum
var tann 17.
Heilsan Systir tín lítla.
Góði elskaði sonur.
Hjartaliga tillukku á 25 ára degnum í dag. Okur ynskja tær
alt tað besta.
Kærar heilsanir mamma og pabba.
Góði elskaði pabba.
Eg og mamma vilja ynskja fær hjartaliga tillukku á 25 ára degnum í dag. Alt tað besta.
Ynskir dóttir tín Súsanna.
Hey Anni.
Tillukku! tillukku! Nú ert
tú blivin eitt ár deiligari.
Nú mást tú koma niður
aftur, tí at vikubløðini hava
einki at skrivað um.
Heilsan Fríðrikkur prinsur.
Hey Anni.
Her ert tú ung og fitt, nú ert tú bara fitt. Tillukku við
degnum.
Heilsan Charlie Pride.
Góði fitti Teitur.
Hjartaliga tillukku á 8 ára
degnum 20. juli, vit elska
teg.
Heilsan mamma, babba
og Linda.
Hey hey.
Hjartaliga til-
lukku við deg-
num 17. juli.
Takk fyri ein
ógloymandi túr
í Íslandi.
Ynskja vit øll,
Krakkurin,
Bambus
og
Jägermeister.
Hey Anni.
Nei, tað er annað lívið at ganga á Abbey Road. Tillukku
við 20 ára degnum í dag.
Heilsan Vit, ið ganga aftanfyri.
Hey Anni.
Tillukku við degnum. Takk
fyri, at tú altíð ert so góð
við meg.
Heilsan Sonja.
Halló Steikin.
Tillukku við degnum, og
takk fyri nógv góð ár
saman. Tað er stuttligt at
síggja, at tú heldur tær so
væl.
Heilsan Johnny Cash.
Halló liðleiðarin!
Vit vilja bara siga takk fyri
ein fantastiskan túr á Isle
of Man. Tú ert bara BEST.
Sera undirhaldandi eisini.
Tað ber hendan myndin
prógv um....Hahahaha.
Heilsan Gullgenturnar.
Gudstænastur
6. sunnudag eftir trinitatis
Havnar kirkja: Sonja Klein
kl. 11, altargongd,
skrifamál kl. 10.40 (Talvan
gongur fyri sjómansmissi-
ónina)
Kaldbak: Bjarni Bæk kl.
12
Argja kirkja: Bergur d.
Joensen kl. 11, altargongd
Kirkjubøur: Bergur D.
Joensen kl. 12.30, altarg.
Kvívík: Marjun Bæk kl. 12
Hósvík: Martin R. Jacob-
sen kl. 11
Hvalvík: Martin R. Jacob-
sen kl. 12
Vestmanna: Inga P. Dam
kl. 11, altargongd
Miðvágur: David Johanne-
sen kl. 11 (Talvan gongur
fyri Føroysku Sjómans-
missiónina)
Funningur: Emil Olsen kl.
12, messa
Oyndarfjørður: Jógvan
Fríðriksson kl. 12, altarg.
Rituvík: Meinhard Bjarta-
líð kl. 11
Christianskirkjan: Niels P.
Danielsen kl. 11, altarg.
Kunoy: Hans Eiler
Hammer kl. 12, altarg.
Mikladalur: Peter O. K.
Olofson og Silas Olofson
kl. 12, familjugudstænasta
Viðareiði: Elsa Funding kl.
11
Hvannasund: Elsa Funding
kl. 12.15
Sandur: Jákup R. Hansen
kl. 12
Vágur: Ólavur Rasmussen
Fámjin: P. M. Rasmussen
Hebron, Argir
Møti sunnudag kl. 10.30:
Minnismáltíð Harrans.
Møti kl. 18 avlýst í
summarfrítíðina. Byrjað
verður aftur sunnudagin
26. august.
Mikudag kl. 20: Bønar- og
uppbyggingarfundur.
Kirkju- & missións-
húsið á Argjum
Sunnukvøld kl. 17.30:
Bønarløta, kl. 18.00 møti
við Jóhs. Mortensen og
Róa Rasmussen.
heimasíða okkara:
www.koma.fo
Meinigheitin
í Hoyvík
Sunnudagin í Hoyvíkar
skúla: Kl. 17.30: Bøn og
kl. 18.00: Møti við ung-
dómsbólkinum. Øll eru
vælkomin.
Meinigheitshúsið
Sunnukvøldið kl. 18.00:
Møti v/ Øssur Kjølbro.
Týskvøldið kl. 20.00:
Bíbliutími, Filippibrævið
3. kap. vers 12–21.
Ebenezer
Sunnudagin:
kl. 10.00: Breyðbróting,
kl. 18.00: Evangeliskt møti
kl. 21.00: Útimøti.
Mikukvøldið kl. 20.00:
Bønar- og uppbyggingar-
møti.
Heimasíðan:
www.ebenezer.fo
Filadelfia,
Landavegur 22
Í dag kl. 17.00: Landsbøn.
Sunnudagin kl. 11.00:
Morgunmøti v/ Tummas
Jacobsen, kl. 18.00:
Kvøldmøti v/ Fríðtór
Debes, kl. 22.00: Útimøti
v/ Filadelfia.
Mánakvøldið kl. 20.00:
Bønarskúlin.
Møtiskráin hjá Filadelfia
sæst á heimasíðu okkara:
www.filadelfia.fo
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl.
17.30: Messa í Kerit.
Leygardagin kl. 11.30:
Messa í Kerit.
Sunnudagin kl. 11: Inter-
national Mass – við sálm-
um á ymiskum málum v/
Martin de Leur í Mariu-
kirkjuni
Hvítusunnusamkoman
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 18: Evan-
geliskt møti.
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13.00:
Sunnudagsskúli.
Sunnudagin kl. 17.00:
Møti.
Kirkju- og missións-
húsið á Argjum
Heimasíða okkara:
www.koma.fo
Saron, Vestmanna
Sunnudagin kl. 11.00:
Morgunmøti við Jógvan
Jóhannesen.
Mánakvøldið kl. 20.00:
Bíbil- og bønarmøti.
Filadelfia, Sundalagið
Sunnukvøldið kl. 18.00:
Kvøldmøti. Vestmenningar
luttaka.
Evangeliskt møti í
Vík
Sunnukvøldið kl. 19
verður evangeliskt møti í
Avhaldshúsinum í Vík.
Nógvur sangur og vitnis-
burður við Tórmund,
Jaspur og fleiri
Útimøti
Heimamissiónin hevur
útimøti í Norðagøtu
sunnukvøldið kl. 20.
Missións- og ung-
dómshúsið á Glyvrum
Sunnudagin kl. 19.00:
Møti v/ Sigfred Johanne-
sen. Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Ørkin, Saltangará
Evangeliskt møti verður
sunnudagin kl. 19.00.
Týskvøldi kl. 20.00 verður
húsmøti hjá Maybritt og
Trúgva Berg, Søldar-
fjørður.
Keldan í Skálafirði
Leygarkvøldið 21. juli kl.
21.00: Opið hús við Arna
Abrahamsen og fleiri.
Sunnukvøldið 22. juli kl.
19.00: Møti v/ Jørgen
Frants & Hjørdis Jørgen-
sen.
Tú ert vælkomin í
Kelduna.
Soli Deo Gloria
Sunnudagin kl. 18,00 Møti
við Andrias Nýggjagarð.
Mánadagin kl. 20.00:
Bønarmøti.
Mikumorgun kl. 6.00:
Bøn.
4. mai fingu
Beinta og Regin
Hammer,
Glostrup, eina
dóttur. Hon vigaði
4000 gr. og var 55
cm long. Hon
eitur Tóra Regins-
dóttir Hammer.
4. juli fingu Ruth og Tordar Dimon, Vági, ein son.
Hann var 54 cm langur og vigaði 3330 gr.
16. juli fingu Eyðbjørg Sólbjørnsdóttir Olsen, Sandi,
og Helgi Strøm, Trongisvági, eina dóttur. Hon var 52
cm long og vigaði 3080 gr.
17. juli fingu Joan Agnarsdóttir Rasmussen og Eiler
Rasmussen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm
long og vigaði 3200 gr.
18. juli fingu Jóna Larsen og Gissur Vestergaard,
Tvøroyri, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði
3300 gr.
19. juli fingu Málfríð Høj, Strendur, og Jacob Pauli
Lamhauge, Rituvík, ein son. Hann var 55 cm langur
og vigaði 3700 gr.
12. juli
Poulina Solmunde í Søldafirði, ættað úr Klaksvík, 79
ár
Hans Jacob Sivertsen, á Argjum, ættaður úr Funningi,
91 ár.
14. juli
Pauli Holmsund á Kambsdali, 18 ár.
16. juli
Siggert Mikkelsen, múrari, í Tórshavn, 80 ár
Douglas Clothier á Argjum, 80 ár
17. juli
Elin Højsted úr Funningi, 72 ár
18. juli
Niels Frederiksberg á Strondum, 87 ár
Thomas Wilhelm, vanliga nevndur Tom, fyrrverandi
politistur, ættaður úr Vági, 90 ár.
Ella Olsen í Mikladali, 81 ár
ANDLÁT
FØÐINGAR
TILTØK
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Tað fyrigevandi sinnalagið
Tí at eg sigi tykkum, at um rættvísi tykkara ikki ber av
rættvísi teirra skriftlærdu og Farisearanna, koma tit
als ikki inn í himmiríkið.
Matt. 5, 20
Tað sinnalagið, sum svarar til 5. boð, er tað fyrigevandi
sinnalagið. Tað, ið ikki søkir egnan rætt og æru, men
heldur roynir at skapa frið og semju. Ógjørligt er at
gera nágreiniligar reglur fyri hesum, og tað er heldur
ikki tað, Jesus ger, tá ið hann í fjallatalu síni nevnir tvey
dømi, sum lættliga kunnu koma fyri.
Fyrst sigur hann, at tað hevur størri týdning at verða
samdur við bróður sín enn at bera fram gávu á Guðs
altar. Tann, ið kennir Jesaja profet, veit, at Guð tekur
ikki náðiliga móti gávum, sum blóðdálkaðar hendur
rætta honum. Nei, fyrst eitur tað: “Tváið tykkum,
reinsið tykkum og fáið illgerðir tykkara burtur frá ásjón
míni; lættið av tí illa. Lærið at gera tað góða, leggið
dent á tað, sum rætt er, hjálpið neyðstødddum, fremjið
rættin hjá faðirloysingum og verjið mál einkjunnar.”
(Jes. 1, 16-17)
Hitt seinna dømið hjá Jesusi - at tað er frægari at
skunda sær at fáa sátt við mótstøðumann sín, enn at
báðir skulu enda fyri dómaranum - finna vit eisini aftur
í skriftini. Paulus brikslar Korintmonnum, at teir skulu
hava sakarmál hvør við annan: “Hví líða tit ikki heldur
órætt? Hví lata tit ikki heldur verða tikið frá tykkum?”
spyr hann. (1. Kor. 6, 7) Jesus hugsar óivað uppaftur
longur fram, tá ið hann endar sítt lítla dømi við
orðunum: “Sanniliga sigi eg tær: Ikki skalt tú sleppa út
aftur úr fangahúsinum, fyrr enn tú hevur rindað títt
seinasta oyra.” Jesus hugsar um ein annan dómara.
Jesus hugsar um eina aðra revsing.
Við at skerpa lógarinnar krøv vil frelsarin læra
okkum, at Guðs boð ikki kunnu uppfyllast, men mugu
fullførast. Tað ræður ikki um at gera seg lidnan við tey,
men at liva í teimum. Ikki fyrr enn vit halda uppat at
stríðast móti Guði, ikki fyrr enn vit læra okkum at
boyggja vilja okkara inn undir vilja hansara, koma vit
at inna sanna rættvísi.
Himmiríkið er Guðs ríki. Tað ríkið, sum við Jesusi er
komið okkum nær. Í hesum ríki ræður tann rættvísi,
sum verður vunnin við fyrigeving. Jesus vann okkum
hana. Eru vit borgarar í hesum ríki, liva vit av Guðs
fyrigevandi náði, so verður fyrigeving eisini okkara
ynski og mál.
Tú boyggj mítt hjarta, mildi Guð,
at friður valdar sinn’ og hug’,
og ei eg frá tær víki;
tú minn meg á tað hjartalag,
tú bart so mangan dapran dag,
tú minn meg á títt ríki!
Jákup Reinert Hansen
LÆKNAVAKTIR
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033
Eysturoy:
Leygardagin 21. juli: Tormóður Stórá, 444038
Sunnudagin 22. juli: Leif Mosekilde, tlf. 448016
Norðoyggjar:
Læknavaktin tlf. 458888
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður): tlf. 371560
Suðuroy (suður): tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi-
dagar kl. 13-14. Tlf. 314544.
C
M
Y
K
33
32