mánadagur 7. juli 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 128 - 7. juli 2008
Fakta um 1. deild
14. umfar
07 Vestur-TB 3-1 (1-0)
1-0: Jens Erik Rasmussen 11.
2-0: Jens Erik Rasmussen 54.
2-1: Óli Johannesen 62.
3-1: Jens Erik Rasmussen 75.
Víkingur-AB 1-5 (1-2)
0-1: Thomas Hans Rubeksen
0-2: Magnus Jakobsen br
1-2: Kaj Ennigarð
1-3: Tróndur Sigurðsson
1-4: Tróndur Sigurðsson
1-5: Thomas Hans Rubeksen
Reytt kort: Poul Arni Jacobsen og Jan Poulsen, Víkingur,
og Rói Jacobsen AB
VB/Sumba-B68 4-2 (3-0)
1-0: Dan Djurhuus
2-0: Dan Djurhuus
3-0: Pól Thorsteinsson
3-1: Súni Fríði Barbá
3-2: Remi Langgaard
4-2: Dan Djurhuus
NSÍ-KÍ 6-0 (5-0)
1-0: Kári Hansen 12.
2-0: Klæmint A. Olsen 25.
3-0: Jann Martin Mortensen 27.
4-0: Pól Jóhannus Justinussen 32.
5-0: Klæmint A. Olsen 37.
6-0: Klæmint A. Olsen 82.
Æraði løgmaður og æraðu
landsstýrisfólk
Eg eri vorðin kunnaður
um, at eitt bløðunum í
landi tykkara (Dimmalætt
ing) hevur havt grein, har
umrøðan av mínum persóni
kann varpa ein skugga á
tykkum. Hettar eri eg sera
harmur um, tí tað var ein
stórur heiður fyri meg, at
so nógv umboð fyri stjórn
ina møttu upp til framl
øguna av AntArktis verk
ætlanini.
Í 1999 gingu søgur um,
at eg var ákærdur í Singa
pore fyri at vera við í
avtalaðum spæli, sokallað
‘match fixing’. Í stuttum
gongur tað út uppá, at leik
arar so ella so fáa pening
fyri at spæla ‘ímóti’ sínum
egna liði fyri at skapa
óvæntað úrslit og harvið
stóran veddingarvinning.
Mítt mál snúði seg ikki um
at tapa, men um at vinna!
Ein fremmandur persónur
spurdi meg á gøtuni, um
vit ikki skuldu spæla ímóti
tí og tí liðnum og um vit
fóru at vinna; eg møtti
honum tríggjar ferðir. Fót
bóltsleikarum líkt svaraði
eg hvørja ferð okkurt um,
at vit fóru at buka
mótstøðuliðið av.
Fyri mær var hettar bara
ein av mongum prátum við
fótbóltsáhugaði, sum fót
bóltsleikarar uppliva dag út
og dag inn. Trupulleikin
var bara tann, at hetta túna
tosið vísti seg at vera ein
‘sak’, tí hesin persónurin –
ein bookmakari (veddingar
stjóri) vísti tað seg – vitn
aði í einum rættarmáli,
sum varð reist ímóti mær,
at hann hevði sagt við meg,
at um hann veddaði upp á
dystirnar, og um vit vunnu,
so fór hann kanska at lata
meg fáa 7.000 dollarar, og
at eg skuldi hava svarað, at
so skuldi eg nokk síggja
til, at vit hølvaðu hini
liðini av.
Ákæra var ongantíð reist
ímóti mær fyri at hava ver
ið við í ‘match fixing’,
snøgt sagt tí at einki
grundarlag var fyri slíkari
ákæru. Tveir teir fyrstu
dystirnir vunnu vit, tann
triði endaði við javnleiki,
og í hesum dysti var eg
kosin besti leikari í dysti
num. Eg gjørdi sostatt
einki annað uttan mítt
arbeiði so frægt sum eg
kundi í hesum dystunum.
Grundað á útsagnirnar hjá
veddingarstjóranum varð
eg ákærdur fyri ‘corrupt
verbal agreement’; logikk
urin er í hesum føri, at
stendur tær peningur í boði
um tú vinnur, og tú sigur
‘at vit skuldu nokk hølva
teir av’, so hevur tú sagt
nakað revsivert, líkasum at
innsatsurin hjá tær er vorð
in treytaður av vinningi
num, sum lokkar.
Alt hettar varð sagt í ein
um veruligum rættarsali,
við livandi vitni og einum
veruligum dómara, og eg
varð dømdur fýra mánaðir
í geglið. So tað ber illa til
at siga, at hettar ikki var
veruleiki. Beiskur veru
leiki. Trupulleikin fyri meg
var bara tann, at einki av
hesum hevði hald í tí veru
leikanum, sum sipað varð
til: Fremmandamaðurin
hevði ongantíð grett orð
um pening, tá ið vit
prátaðu.
Alt hevur sína orsøk, og
eg spurdi meg sjálvan,
hvør hon var í hesum føri.
Um hetta mundið gingu
nógvar søgur um ‘match
fixing’ í liguni, men tað
gekst illa í hond at steðga
tí. Fyri at vísa, at stjórnin
og fótbóltssambandið
veruliga gjørdu nakað við
málið, vóru skitin átøk
gjørd, og serliga kendu,
útlendsku og lutfalsliga
ríku leikararnir vóru meiri
hent offur, tí tað skapti
meiri umrøðu og ‘virðing’
fyri innsatsinum ímóti
‘match fixing’.
Søgan aftanfyri var tann,
at persónurin, sum kontakt
aði meg, veddingarstjórin,
var í kikaranum fyri eitt
brotsmál (hann hevði bart
ein leikara av í einrúmi við
einum gassa), og kundi
rokna við harðari revsing.
Íspunna søgan um meg var
var eitt slysálop á meg –
ein púra ósekan persón –
fyri at fáa ljósið burtur frá
sær sjálvum, óivað eftir at
hava fingið lyfti frá
myndugleikunum um, at
hann fekk linari ella onga
revsing fyri harðskapin,
um hann kundi hjálpa
myndugleikunum við at
skapa eitt offur í ‘match
fixing’ stríðnum. Men eg
svørji nú – eins og eg
gjørdi tá – at eg ongantíð
havi luttikið í slíkum.
Alt hettar málið – ákær
an, dómurin og teir fýra
mánaðirnir í geglinum –
fekk alsóran persónliga
týdning fyri meg. Fongslið
var ræðuligt, eg lætnaði 18
kilo og var um at gerast
óður í høvdinum. Men eg
kláraði tað. Eg gjørdist ein
sterkari persónur, og fekk
eyguni upp fyri mongum
her í verðini, ið eg ikki
hevði givið gætur, eitt nú
slíkt sum rættartrygd og
viðurskiftini hjá fangum.
Hettar var snøgt sagt ein
vend í mínum lívi, ið m.a.
hevur ført til verkætlanina
til frama fyri einum betri
umhvørvi.
Dómurin og umrøðan av
málinum hevði sjálvsagt
við sær, at fyrstu tíðina var
trupult at fáa sáttmála.
Men hettar broyttist skjótt,
sohvørt sum rætti saman
hangurin kom fram, og eg
havi havt sáttmálar við 9
feløg eftir Singaporemál
ið. T.v.s., at eg uttan trupul
leikar havi fingið arbeiðs
loyvi í londum, sum eru
strong á hesum øki, eitt nú
Kanada, USA og Ný
Sælandi.
Eg havi fingið greinina í
føroyska blaðnum týdda,
og tað er skilligt, at greinin
er sett upp sum ein stór
‘avdúking’ av nøkrum,
sum eg skal hava ligið
omaná í sambandi við
Føroyaferðina. Hettar er
púra burturvið! Av tí at eg
havi ferðast víða – og ikki
minst nú eg eri komin
‘runt’ og eisini havi tikið
stig til AntArktis
verkætlanina – eri eg
vorðin ein almennur
persónur, ið javnan eri í
fjølmiðlahøpi, eitt nú
sokallaðum talk shows. Og
Singaporemálið er at kalla
altíð fastur táttur í hesum
sendingum (eg sendi blað
num 14 links sum vísa
hetta, t.d. http://www.br
online.de/bayerisches
fernsehen/blickpunkt
sport/blickpunktsport
interview
ID120937421973.xml og
http://mp3.swr.de/swr1/bw/
leute/lutzpfannenstiel
torwart.6444m.mp3, og
kundi sent 100 onnur. Í at
kalla øllum sendingum er
vinkulin hjá fjølmiðlunum
tann sami: At málið var
burturúr vón og viti og
dømi um ikkivestur
lendska rættarsiðvenju.
At Singaporemálið er
partur av teimum sending
um, eg eri í, er ikki bara so
hissini ella tí tað er ein
‘góð søga’. Tað at málið
hevur havt so stóran
týdning fyri meg persón
liga og tað, eg fáist við,
ger, at eg sjálvur ynski at
málið verður tikið við í
fjølmiðlasendingum. Tað
er meiri og minni byrjanin
til alt ... Hettar at Singa
poremálið er frammi í
heilum hevur verið lagið í
so langa tíð, at eg rokni tað
sum almannakunnugt.
Eyðvitað er, at blaðmað
urin á blaðnum (Dimma
lætting) ikki hevur hesa
vitan, annars hevði søgan
ikki verið framborin
soleiðis. Eg eri nær tað
skal vera fúsur at svara
spurningum um málið eins
og eg fegin leggi oyra til
aðrar útleggingar enn hana,
sum eg her havi framborið.
Æraði løgmaður og
æraðu landsstýrisfólk. Lat
meg enda, har eg byrjaði:
Við Føroyatúrinum, sum
var mín fyrsti, men heilt
vist ikki tann seinasti.
Túrur okkar til land tykk
ara var fantastiskur, og
okkum untist upp á stutta
tíð at síggja stóran part av
tí. Eg var sera spentur upp
á at leggja fram AntArktis
verkætlanina, tí eg eri
sannførdur um, at vit hava
sama aðalmál. Sum eg
skilji, hevur hon eisini
fingið góða móttøku. Eg
takki fyri, at tit hava víst
verkætlanini so stóran
áhuga, og eg vóni, at vit í
felag kunnu varpa ljós á
eitt hitt størsta vandamál,
sum heimurin hevur at
dragast við.
Viðm.: Brævið er svar
uppá grein, ið stóð í
Dimmalætting síðsta
vikuskifti. Brævið er áður
sent Dimmalætting, ið ikki
vildi prenta brotið “Søgan
aftanfyri var tann ...” orsak
að av ótta fyri fjølmiðla
nevndini. Brævið er sent
Dimmalætting, har nevnda
brot er redigerað
ÓWH
Lutz
PfannenstieL
Lutz í dagsljósi
Samgongan vil ikki
hjálpa tí føroyska
rossinum
500.000 krónur av
fíggjarlógini, og tann
føroyski hesturin var
tryggjaður, men tað
vildi samgongan ikki
játtað. Sjálvt um
Sjálvstýrisflokkurin setti fram uppskot um at játta
upphæddina, so feldi samgongan uppskotið.
Í Føroyum finnast tað í dag enn eldsálir og
viljasterk fólk. Nøkur av hesum hava verið tey, ið
trúliga hava gjørt alt tað tey kunnu, at bjarga tí
føroyska rossinum. Tað er syndarligt, at samgongan
noktar at seta prís uppá hetta arbeiði.
Sanniliga er tað áhugavert at hyggja eftir
útlendskum sjónvarpssendingum um eitt serstakt hótt
føroyskt djóraslag, men annar lútur skal eisini til.
Minnist tí, at um hesin parturin av Føroyum og
føroyskari søgu doyr, at tað var Javnaðarflokkurin,
Tjóðveldi og Miðflokkurin, ið ikki vildu rætta eina
bjargandi hond.
Eg endi tí við orðunum hjá skaldinum og vóni, at
samgongan vaknar: Latið ei søguna doyggja, goymið
hana so væl.
Meira um hetta og annað á www.hedindp.com
www.hedindp.com
Heðin D.
PouLsen
viðmerkingar