Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 129 - 8. juli 2008 Eftir at hava selt fleiri málningar á eini listaframsýning í Japan, spyr nú enn eitt japanskt savn eftir verkum hjá føroysku listakvinnuni Sigrun Gunnarsdóttir List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Føroyska listakvinnan Sig­ run Gunnarsdóttir vekir nú rættiligan ans í Japan. Her­ fyri keypti Nagoya Univer­ sity of Arts tríggjar av henn­ ara málningum, eftir at hon hevði havt eina framsýning í býnum. Áhugin fyri fram­ sýningini hevur nú eisini við sær, at enn ein listafram­ sýning við verkum eftir Sig­ run Gunnarsdóttir letur upp í japanska býnum Gifu í september mánaða. Óvanligt tilboð Tað var eitt tilboð, Sigrun Gunnarsdóttir ikki kundi siga nei til, tá hon í juni mánað fekk møguleikan at fara til Japan at arbeiða og vísa sína list fram. Tilboðið fekk hon, eftir at hava tikið lut á einum donskum lista­ verkstaði, har nakrir lista­ kønir japanar høvdu fingið eyga á listina hjá føroysku listakvinnuni. Sum listafólk fært tú neyvan eitt betri tilboð, og Sigrun Gunnarsdóttir ivað­ ist heldur ikki í at taka av. Í seks vikur slapp hon at ráða yvir egnum atelieri, beint í einum serliga kveikjandi listaumhvørvi á universitet­ inum í japanska býnum Nagoya við møguleika at sýna fram í einum stórum framsýningarhøli. ­ Har vóru serliga nógv ung fólk, og tað gevur altíð nýggjan og spennandi íblást­ ur. Og sjálvandi var tað eisini nakað heilt serligt at arbeiða saman við japanum. Tú lærir ótrúliga nógv av at arbeiða saman við fólkum, sum hugsa heilt øðrvísi, enn tú sjálv, sigur Sigrun Gunnarsdóttir. Við nýggjum eygum Sjálv heldur Sigrun Gunn­ arsdóttir, at hon flutti seg ikki sørt sum listakvinna hesar vikurnar. Millum ann­ að royndi hon seg við at flætta ymisk japansk tekn inn í málningarnar. ­ Tað eru jú ymsir mátar, tú kanst flyta teg sum lista­ fólk. Í Japan upplivdi eg eis­ ini eina enn sterkari kenslu við teimum myndevnum, eg longu arbeiði við framm­ anundan. Ofta skalt tú jú burturfrá fyri at síggja tað vælkenda við øðrum og nýggjum eygum, greiðir listakvinnan frá. Nú stendur henni so í boði at sýna fram í Japanska býnum Gifu í september mánað. Sjálv heldur Sigrun Gunnarsdóttir tað vera ringt at meta um, hvat hevur vakt japanska áhugan fyri henn­ ara list, men onkrar ábend­ ingar hevur hon fingið. ­ Tey hildu mína list vera øðrvísi. Ofta fekk eg eisini at vita, at mínir málningar tóktust so róligir, sigur Sigrun Gunnarsdóttir. Hvat næsta framsýningin í Japan hjá føroysku lista­ kvinnuni fer at føra við sær, er ilt at spáa um. Fyribils fegnast Sigrun Gunnars­ dóttir bara um eina sera stóra uppliving, og at hon á hendan hátt kanska hevur verið við til at lata eina for­ kunnuga dyr upp fyri før­ oyskari list úti í heimi. Eyðkendu málningarnar hjá Sigrun Gunnarsdóttir eru eisini at síggja á Summarframsýningni í Norðurlandahúsinum hendan mánaðin Sigrun Gunnars­dóttir vekir ans­ í Japan Frá móttøkuni á listaframsýning hjá Sigrun Gunnarsdóttir í Nagoya University of Arts í Japan Sir Salman Rus­hdie Herfyri gjørdi enska drotning Elizabeth álvara av síni ætlan at lata rithøvundanum Salman Rushdie høgt virda riddaraheiðurin Order of the British Empire. Tá enska kongshúsið í fjør boðaði frá ætlanini um at heiðra Rushdie, svaraðu muslimskar rødddir aftur við hóttan­um um sjálvmorðsbumbur. Fyri nógvar muslimar stendur skaldsøgan hjá Rushdie »The Satanic Verses« nevniliga enn sum ein eyðmýkjandi háð av Koranini. Í bókmentaheiminum verður kongaliga viðurkenningin av Rushdie sæð sum ein stórur sigur fyri tali og skrivifrælsi. Við bretska OBE heiðrinum kann umstríddi rithøvundurin nú kalla seg Sir Salman Rushdie Glis­trup planlegði egna jarðarferð Mogens Glistrup, stovnari av danska Framburðsflokkinum, sum doyði mikudagin í farnu viku, hevur sjálvur valgt sálmarnar, ið skulu syngjast í Sorgenfri Kirke í dag. 'Dejlig er Jorden' og 'Den signede dag' skulu syngjast, umframt at 'Altid frejdig når du går' eisini verður sungin. Til jarðarferðina í dag vóru millum annað Søren Espersen, Søren Krarup og Jesper Langballe úr Danska Fólkaflokkinum, meðan formaðurin Pia Kjærsgaard ikki var til staðar.