týsdagur 8. juli 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 129 - 8. juli 2008
tíðindi
Stutt Sagt
Svølgdi
rúsevnið
Tað gerst altsamt meiri
vanligt, at fólk, sum royna
at smugla rúsevni, svølgja
tað ella seta tað upp í enda
tarmin fyri at sleppa ígjøg
num tollin. Vit hava nýliga
havt eitt dømi um hetta í
Føroyum, og um viku
skiftið hendi tað sama í
Íslandi. Tá tollararnir á
flogvøllinum í Kefflavík
kannaðu ein av ferða
monnunum, vísti tað seg,
at hann hevði fjalt rúsevni
inni í klæðunum, og at
hann eisini hevði svølgt
nakað av kokaini.
Hetta var annar tilburð
urin av hesum slagnum í
Íslandi. Herfyri kom ein
niðurlendingur til Íslands,
og tað vísti seg, at hann
hevði svølgt ikki færri
enn 80 smáar pakkar av
kokaini.
Ráðharri
letur
gøgn
Norski heilsumálaráðharr
in, Bjørn Håkon Hansen
hevur givið sínum næstu
boð um, at skuldi hann
doyð í einari vanlukkku,
skal sjúkrahúsverkið hava
rætt til gøgn hansara, um
tørvur er á teimum. Nú
um dagarnar hitti ráðharr
in eina unga kvinnu, sum
hevði fingið gøgn frá ein
um beiggja sínum, og
fundurin við ta ungu
kvinnuna hugtók ráðharr
an so nógv, at hann síðani
hevur mælt øllum norð
monnum til at lata seg
skráseta sum gøgnveitarar.
Eftir at hava vitjað fleiri
sjúkrahús er Bjørn Håkon
Hansen eisini komin til ta
niðurstøðu, at stórur tørv
ur er á fyribyrgjandi
arbeiði, so færri gerast
sjúk.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Tá flogskiparin sigur, at okkurt er galið við
flogfarinum, kannar tú, at trygdarbeltið er spent
Barrack Obama
útlond
Fyri fyrstu ferð hevur
USA skrivað undir
eina bindandi avtalu
um at skerja CO2-
útlátið
Prísurin á olju og prísurin á
matvørum standa ovast á
dagsskránni hjá leiðarunum
í heimsins størstu ídnaðar
londum, sum halda fund í
Japan í hesum døgum. Jap
ansku vertirnir løgdu seg tó
eftir at fáa eina bindandi
avtalu um at skerja CO2
útlátið, og fyri fyrstu ferð
eydnaðist tað at fáa USA at
skriva undir eina bindandi
avtalu av hesum slagnum.
Tað er ikki heilt greitt,
um USA hevur lagt treytir
við fyri at góðtaka avtaluna,
men George W. Bush, for
seti, hevur fyrr sagt, at USA
fer ikki at binda seg til at
skerja CO2útlátið, uttan at
Kina og India gera tað
sama.
Fyri at vísa ein góðan
vilja ímóti náttúruni og
umhvørvinum plantaðu teir
átta ríkis og stjórnarleiðar
arnir hvør sítt træ á japonsku
oynni Hokkaido.
Minni enn so allir
amerikanarar vita,
hvør Bob Barr er, men
sum forsetavalevni
kann hann vinna
floksfelaga sínum
John McCain neisur
og kanska tryggja
mótstøðumanni
hansara forsetasessin
Bob Barr umboðaði repu
blikanska flokkin í Kon
gressini til fyri tveimum
árum síðani, tá hann valdi
at fara upp í tann lítla libert
arianska flokkin. Har hevur
hann veruliga gjørt um seg
og hevur vunnið sær støðugt
størri ávirkan og undirtøku.
Nakrar fáar dagar undan
floksfundinum í mai kunn
gjørdi hann, at hann ætlaði
sær at stilla upp sum forseta
valevni hjá flokkinum, og
aftan á seks atkvøðugreiðslur
varð hann góðkendur sum
forsetavalevni.
Samanborin við teir báðar
stóru flokkarnar í USA,
demokratarnar og republik
anararnar, er libertarianski
flokkurin lítil og kanska
meiri ein rørsla enn ein
flokkur. Tí hevur Bob Barr
ongan livandi møguleika á
forsetavalinum í heyst.
Men hann kann fáa so
mikið av atkvøðum, at tað
kann ávirka úrslitið av kapp
ingini
millum
Barrack
Obama og John McCain í
teimum statunum, har mun
urin millum teir báðar er
litil. Taparin í hesum føri
verður John Mccain.
Kann gera mun
Higartil hevur tað eydnast
Bob Barr at fáa sítt navn á
atkvøðuseðlarnar í 30 stat
um, og fyribils er tað serliga
staturin Georgia, sum hevur
áhuga. Bob Barr býr í
Georgia, og tað kann geva
honum lutfalsliga nógvar
atkvøður har. Tað er tí ikki av
tilvild, at barrack Obama er
farin undir eitt átak ímóti rep
ublikanarunum í Georgia.
David Plouffe, sum stend
ur á odda fyri valstríðnum
hjá Barrack Obama, sigur
við Los Angeles Times, at
fær Bob Barr kann saktans
fáa fýra prosent av atkvøð
unum í Georgia og tvey
prosent í teimum flestu av
hinum statunum. Hetta sam
svarar eisini rættiliga væl
við eina meiningakanning
hjá sama blaði. Hon vísti, at
Bob Barr kann fáa trý pro
sent á forsetavalinum, og at
nógv teir flestu av hansara
veljarum komu frá republ
ikanska flokkinum.
Heldur hetta, kann republ
ikanarin Bob Barr geva
amerikanarunum ein demo
krat í Hvítu Húsini á valin
um í heyst.
Republikanarin Bob Barr
kann tryggja Obama sigurin
Bob Barr var kongresslimur hjá republikanarunum. Nú kann
hann kosta teimum forsetasessin
Mynd: Polfoto
Samd um at skerja CO2-útlátið
Tey plantaðu hvør sítt træ í Japan. Frá vinstru Gordon Brown, Angela Merkel, George W. Bush, Yasuo Fukuda og Nicolas Sarkozy