týsdagur 8. juli 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 129 - 8. juli 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Eg læri nógv av hesum, og avbjóðingarnar eru nýggjar í sjálvum
fótbóltsspælinum. Eg valdi Klaksvík og Skandinavia framum fleiri
tilboð, sum eg hevði úr Asia
Rodrigo Silva
- Eg kundi væl
hugsa mær at spælt
í Italia, Spania ella
Portugal. Tað er í
øllum førum tað, eg
droymi um. Nú eri
eg í Klaksvík, og sum
eg altíð havi gjørt,
so stríðist eg fyri at
gerast betri, sigur
Rodrigo Silva, sum
eftir fáum mánaðum
hevur vunnið
pláss í hjørtunum
á fótbóltsglaðum
klaksvíkingum
SAMRØÐA
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Hann eigur pláss í øllum
fótbóltshjørtum í Klaksvík.
Hann hevur hugtikið allar
áskoðararnar við Djúpu
mýru. Hóast talan er um
tveir heilt ymiskar fótbólts
leikarar, so hevur ein kvik
ur, frekur og hugflogsríkur
brasiliumaður loyst av stóra
og tunga Paul Clapson sum
framherji í Klaksvík. Sunnu
dagin bjargaði hann aftur
vikuskiftinum hjá klaks
víkingum, tá hann við
tveimum málum søkti B36.
Hann hevur áður roynt seg í
norskum
fótbólti,
men
dreymurin er at sleppa til
Suðurevropa at spæla fót
bólt.
Navnið er Rodrigo Silva.
Í fyrru kappingarhálvu hev
ur hann verið millum stinn
astu leikararnar í føroysku
kappingini, har hann tykist
at hava tað lætt móti tungu
verjuleikarunum.
Ótrúligi Kristoffur
Rodrigo Silva var sjálvsagt
væl vitandi um, at tað varð
ein kollvelting, tá hann
legði leiðina til Føroya í vet
ur. Møguleikarnir eru ikki
júst teir somu og líka nógvir
í tali sum aðrastaðni. Men
hóast hann ikki nýtir tíðina
til annað enn fótbólt, so
stórtrívist hann í norður
oyggjum. Málsøkni brasiliu
maðurin hevur ongantíð
runnið seg í trupulleikar, og
tað er serliga takkað verið
vinarligu klaksvíkingunum.
Tað er ikki bara vakra før
oyska oyggjalandið, sum
hevur
hugtikið
Rodrigo
Silva. Hvønn dag rennur
hann á vøllinum í Djúpu
mýru saman við einum við
leikara, sum hann er sera
imponeraður á.
Kristoffur Jakobsen er
ein sera evnaríkur spælari.
Heldur hann áfram við
menningini, so kann hann
røkka langt. Tað er eisini
fult uppiborið, at hann longu
nú er komin í landsliðshitan.
Honum vænti eg mær heilt
vist nógv av. Men eg má
siga, at eg eri bilsin av fót
bóltsevnunum hjá Christian
Høgna Jacobsen, sum spæl
ur í HB. Eg haldi, at hann er
besti leikarin í Formula
deildini í løtuni. Fyri at
menna heildina, so er neyð
ugt, at fótbólturin verður
arbeiði. Men tað er ikki
møguligt í Føroyum júst nú,
sigur Rodrigo Silva.
Klaksvíkar Ítróttarfelag
setti fyri trimum árum síðan
eina langtíðarætlan, sum
millum annað segði, at fel
agið skuldi vinna føroya
meistaraheitið í 2009. Held
ur tú, at tað er gjørligt?
Avgjørt. Vit komu ikki
serliga væl frá byrjan í ár.
Vit spældu mest við langum
bóltum, meðan vit munandi
meira spæla bólt nú. Og tað
passar væl betri til mín.
Men sjálvandi skulu vit
betra okkum á nógvum økj
um, um KÍ skal verða
føroyameistari í 2009. Vit
mugu fáa styrk, og serliga
royndar leikarar. Men tað er
ikki ógjørligt, staðfestir
brasiliumaðurin.
Strembar eftir
Evropa
Tað hevur ofta verið trupult
hjá útlendingum at venja
seg við buldrasliga veður
lagið, sum føroyingar upp
liva árið runt. Fleiri dømi er
um, har avrikini á graslíkis
vallunum kring landið eru
hareftir.
Í so máta hevur eydnast
væl hjá Rodrigo. Men
dreymurin er ikki at spæla í
køldu Føroyum í fleiri ár.
Brasiliumaðurin strembar
eftir at sleppa til Suður
evropa.
Eg kundi væl hugsa
mær at spæla í Italia, Spania
ella Portugal. Tað verður
sera trupult at verða í bestu
deildini í hesum londunum,
men eg kundi væl hugsa
mær at spælt har. Tað er
tað, eg droymi um. Nú eri
eg í Klaksvík, og eg vil
fegin halda fram í komandi
kappingarári eisini, sigur
hann.
Dreymur og veruleiki er
Rodrigo
strembar
eftir
Evropa
Navn: Rodrigo Goncalves de Oliveira Lopes Silva
Føddur: 16. november, 1982
Tjóðskapur: Brasil
Felag: KÍ
Pláss: Framherji
Fakta