Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 129 - 8. juli 2008 ] Tráðurin hjá onkrum hevur verið klænri enn hjá øðrum, men nú kappingin er meiri enn hálvrunnin sita allir teir somu venjararnir við stýr­ isvølin, sum høvdu hann við kappingar­ byrjan 14. UMFAR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fótbóltskappingin 2008 er meiri enn hálvrunnin. Í viku­ skiftinum var 14. umfar á skránni, og harvið eru meiri enn helmingurin av teimum 27 umførunum avgreidd. Merkisvert er tað, at einki venjarahøvd enn er rullað. Seinnu árini hevur tað annars verið vanligt, at fleiri feløg hava skift venjara, tá ið tað er gingið upp fyri ábyrgdarper­ sónunum, at sannlíkið hevur verið lítið fyri at røkka plaser­ ingini, sum tað hevur verið roknað við. Tað kunnu vera fleiri or­ søkir til, at venjararnir halda betri í ár, enn teir hava gjørt. Ein er, at allir uttan ÍF venjar­ in, sum loysti av, tá ið upp­ runaligi venjarin noyddist av landinum, eru føroyingar. Nógvir av teimum eru tætt knýttir at feløgunum, sum teir nú venja, teir eru væl út­ búnir og fakliga væl útbornir, og teir hava verið venjarar hjá yngru deildunum og fara eisini í framtíðini at verða partar av feløgunum. Hóast Skála er niðast og B71 næstniðast á støðutalv­ uni, so er tað óhugsandi at ímynda sær, at John Peter­ sen og Eli Hentze skuldu fingið sekkin. Teir eiga stóra stjørnu í barndómsfeløgun­ um, og tað er einki sannlíki fyri, at fremmandir venjarar kundu fingið meiri burturúr, enn hesir longu fáa. Í fjør fluttu AB og VB/ Sumba niður við ávikavíst 17 og 11 stigum, meðan B71 endaði á 8. plássi við 32 stigum. B71 og Skála eru aft­ ast og hava eftir 14 umfør 11 stig í part. Tað kann væl vera, at tað hesa ferð verður neyð­ ugt við fleiri enn 17 stigum fyri at sleppa undan teimum báðum aftastu plássunum. B68 hevur 14 stig, og ÍF og KÍ, sum bæði vunnu hesa ferð, og sum hittast í Fugla­ firði sunnudagin, hava bæði 17 stig. Serliga ÍF, sum spældi væl fyrr í summar, men ikki fekk serliga góða úrtøku, tykist hava funnið melodiin aftur. Summarmeistarin og íløgurnar EB/Streymur er væl og virðiliga summarmeistari. Men eftir tvey tey seinastu umførini kennist tað ikki so upplagt, sum tað var undan 13. umfari, at teir á saman­ setta liðnum fara at vinna FM fyri fyrstu ferð. Avrikið hjá steypavinnar­ unum var lítið sannførandi í Gøtu fyri stórari viku síð­ ani, og leygarkvøldið var tað ikki frægari í Fuglafirði. Serliga í 2. hálvleiki vóru ongar ábendingar um, at tað er EB/Streymur, sum er greitt oddalið í Formula deildini. Serligur ansur verður sjálvandi vístur nýggju spælarunum. Donsku menn­ inir hava higartil spælt tvær ferðir, og tað hevur júst verið hesar báðar ferðirnar, at EB/Streymur einki stig hevur fingið burturúr. Leyg­ arkvøldið noyddist topp­ skjúttin, Arnbjørn Hansen, at víkja, tá ið okkurt skuldi gerast í roynd at sleppa und­ an tapi. Tað var so at siga einasta ítøkiliga avleiðingin av keypinum av dønunum, sum higartil avgjørt ikki hava prógvað, at teir fara at styrkja um liðið. Í Runavík keyptu teir stórt inn undan uppgerðini ímóti Víkingi. Tað er neyv­ an nakar ivi um, at Jónas þór Næs verður góður styrk­ ur. Hann var ikki við leygar­ kvøldið, men hugburðurin og framferðin hjá honum fara heilt víst at vera gott NSÍ íkast. Tíðin fer at vísa, hvussu nýggja íløgan í álopinum fer at roynast. Leygarkvøldið bar ikki boð um, at tað er upp­ lagt at skapa pláss fyri nýggja manninum. Toppskjúttin og einasti málskjúttin hjá NSÍ fríggjakvøldið slapp ikki á vøllin eftir steðgin. Tað kendist heilt undarligt. Felags fyri bæði NSÍ og EB/Streym er, at feløgini næstu vikurnar skulu royna seg í europeisku kappingun­ um. Tað kann hugsast, at tað hevur órógvað og kanska fer at órógva í 15. umfari. Men tað er ikki minni sannlíkt, at tað hevur ørkymlað, flutt fokus og harvið verið við til at kosta stig, at tung álops­ vápn, sum vórðu mett at vera hvøss, í skundi hava verið funnin fram. Avbjóðararnir B36 er undirstriking av, hvussu langt tað er millum eyðsýndar føroyskar álops­ spælarar. Eftir at Potemkin er farin, og Tomaz Nagy er farin til hús – fyribils í hvussu so er – noyddist Oddmar Færø, sum meiri er verjuspælari og miðvallari, at royna seg í fremstu røð, meðan bíðað verður eftir, at loyvini hjá bretska álops­ spælaranum skulu koma upp á pláss. Avrikið í Klaksvík var – umframt álopstrupulleikum ­ undirstriking av, at árstals­ felagið trívst illa á útivølli: sigur á Toftum, javnleikur á Skála og tvey tap í Klaksvík og eitt í Runavík leggur ikki upp til toppplasering. Tað hevur verið nógvur turbolensur í HB. Men tað kann væl fara at vísa seg, at sigursvanda felagið fer at verða dyggasti avbjóðarin hjá EB/Streymi. Tað hevur ongantíð verið ivi um, at tilfeingið í HB er størri, enn tað er so manga aðra staðni, og sjálvt um fremsti álops­ spælarin, Christian Høgni Jacobsen, nú fer at landin­ um, so er tilfarið nóg gott til oddasess, um Rúni Nolsøe fær liðið at rigga betri, enn tað leingi hevur gjørt. Hóskvøldið skal HB spæla í Runavík. Tann upp­ gerðin verður ógvuliga avgerandi – bæði fyri NSÍ og HB. Víkingur hevur strítt seg fram ímóti heiðursmerkja­ plássi. Um avrikini nú fara støðugt at verða av tí slagn­ um, sum varð víst í Runavík fríggjakvøldið, og um teir í EB/Streymi ikki fara at finna seg sjálvar aftur, so er framvegis møguleiki fyri, at Víkingur kann blanda seg í toppin. Tað kann verða dýrt at gera íløgur Formula-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 EB/S 14 10 - 2 - 2 29 15 14 32 2 HB 14 7 - 4 - 3 29 11 18 25 3 NSÍ 14 7 - 3 - 4 22 17 5 24 4 Víkingur 14 6 - 3 - 5 23 16 7 21 5 B36 14 5 - 6 - 3 16 11 5 21 6 KÍ 14 4 - 5 - 5 18 22 -4 17 7 ÍF 14 5 - 2 - 7 18 25 -7 17 8 B68 14 4 - 2 - 8 9 24 -15 14 9 Skála 14 2 - 5 - 7 10 21 -11 11 10 B71 14 3 - 2 - 9 14 26 -12 11 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB/S 15 12 - 1 - 2 39 12 27 37 2 07 Vestur 14 11 - 1 - 2 60 21 39 34 3 AB 14 10 - 1 - 3 50 18 32 31 4 TB 16 9 - 2 - 5 43 15 28 29 5 HB 13 4 - 4 - 5 20 14 6 16 6 Víkingur 14 4 - 3 - 7 18 39 -21 15 7 NSÍ 15 3 - 4 - 8 30 43 -13 13 8 KÍ 13 4 - 1 - 8 18 45 -27 13 9 EB/S 14 3 - 0 - 11 13 60 -47 9 10 B68 14 2 - 1 - 11 18 42 -24 7 Tað hevur ongantíð verið ivi um, at tilfeingið í HB er størri, enn tað er so manga aðra staðni, og hóast Christian Høgni Jacobsen nú fer at landinum, er tilfarið nóg gott til oddasess, um venjarin fær liðið at rigga betri, enn tað leingi hevur gjørt Mynd: Álvur Haraldsen Rógvi dumpaði Norska vikublaðið, sum fylgir IL Hødd gjølla, gevur Rógva Jacobsen serstakliga vánaligt ummæli eftir tapið sunnudag­ in. – Av øllum teimum vánaligu hjá Hødd var Rógvi í einum klassa fyri seg. Hann vann ikki ein luftdyst, og var nóg illa í ferð, sum hjá heilsurennandi. Óskiljandi, at hann fullførdi dystin, skrivar blaðið um avrikið hjá landsliðsleikaranum, og gevur hon vánaligasta skotsmálið, man kann fáa. Sture Flad­ mark, venjari hjá IL Hødd, var heldur ikki nøgdur við før­ oyska landsliðsleikaran. Hann sigur tó, at tað ikki vóru ein­ stakir leikarar, sum vóru orsøk til 3­2 tapið fyri Nybergsund, men at Hødd tapti sum ið. Skipa fyri pakkaferðum til Føroya Thomas Cook eitur høvuðssponsorurin hjá Manchester City. Hetta sama felagið skipar fyri pakkaferðum til Føroya fyri viðhaldsfólk hjá Manchester City, sum hava árskort til allar Premier League dystir á City of Manchester leikvøllinum. Thomas Cook bjóðar eina pakkaferð á tveir dagar, sum er frá mikudegi 16. juli til fríggjadagin 18. juli. Í pakkaferðini er flogferðaseðil Manchester­Kastrup­Vágar og aftur, 2 nætur á einum gistingarhúsi, sum bjóðar Bed & Breakfast. Bussflutningur til og frá flogvøllinum, og atgongumerkið til dystin millum EB/Streym og Manchester City. Prísurin er 885 bretsk pund.