Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juli 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 130 - 9. juli 2008 SAMBAND kári MikkelSeN kAriM@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi - Missur hann nú heilivágin, er bara rullistólurin eftir og so er bara eitt at gera og tað er at rýma av landinum Ann Mikkelsen Futt er farið undir at avdúka nøvnini, ið spæla á ólavsøku­ konsertini í Tórsgøtu tann 25. juli. Eager to Please og Bet you are William eru nú komin afturat á listan til Futt í Býin Tónleikur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Endurstovnaða Futt avdúk­ aði í síðstu viku, at ólavsøku konsert verður undir betri og broyttum umstøðum í Tórsgøtu tann 25. juli. Lena og Niclas komu tá eisini á plakatina, men meira varð ikki avdúkað. Men í dag avdúkar Futt so tvey nøvn afturat, nevniliga Eager to Please og Bet you are Willi­ am. Dagfinn Joensen (Sang og Guitar), Bjarti Dalheim (Lead Guitar), Heri Reyn­ heim (Bass), Rani H. Christiansen (Trummur) stovnaðu Eager To Please í 2005. Umframt hesar, so er Høgni Fagraberg (guitar, kór) eisini við Stutt kann sigast, at allir hava royndir úr øðrum bólkum, so sum Diatribes, Fluffy Toys og mongum øðrum bólkum. Bólkurin legði seg eftir at spæla at spæla feitan rock av tí góða gamla slagnum við sterkum íblástri frá eittnú; Whitesnake, Deep Purple, Led Zeppelin, Status Quo, Black Sabbath, Scorpions o.s.fr. Bólkurin og limirnir hava áralangar royndir og hava tikið lut í mongum vási. Fyri stuttum gav bólkurin eisini út fløgu. Eager to Please siga seg væntandi hava ein gestatónlekara við á konsertii 25. juli. Bet you are William Hetta er listanavn hjá Petur Háberg. Petur eitur William til millumnavn eins og abbin. Og út frá Petur Willi­ am kom so Bet You Are William (Pet – u – r Willi­ am). Í juli kemur fyrsta fløg­ an út, ið hevur heitið See Innlaid Heart for Details. Fyrsta ingleútgávan av útgávuni kemur í dag, og eitur Here We Go, Stereo. Í 2005 gjørdist Petur nummar tvey í Singer/song­ writerkappingini á Hafnia. Í 2006 stovnaði hann bólk fyri at royna sangirnar í hes­ um høpi. Petur luttók við bólki á fleiri festivalum í fjør. Hann skrivaði undir kontrakt við nýggja plátu­ felagið Rock Pipit Records og fór í upptøkuhølini, og nú er fløgan, sum Óli Poul­ sen hevur ljóðblandað, klár. Bólkur: Hanus Mikal Andreassen: ljómborð, Bar­ tal Augustinussen: el­gittar, Eyðun Johannesen: bass, Andreas Dalsgaard: trumm­ ur, Petur Háberg: sang, kassagittar og el­gittara. Á fløguni er Hans Poulsen eisini við á ljómborð, onkr­ ar bassar, onkrar gittarar, kórútseting og alt møguligt annað! Futt avdúkar bólkar Sunnudagin klokkan 17.00 verður forvitn­ islig konsert við Lenu Anderssen í Miðvágs kirkju. Hetta er fyrstu ferð, Lena hevur kon­ sert í eini kirkju Tónleikur dagfinn@sosialurin.fo Í sambandi við, at Vestan­ stevna er komandi viku­ skifti, verður ein forkunnug konsert í Miðvágs kirkju sunnudagin, har føroyski songfuglurin Lena Anders­ sen fer at framføra. Lena hevði fyri tveimum vikum síðani sína fyrstu almennu konsert í Føroyum í ár, tá hon spældi fyri útseldum Sjónleikarhúsi. Hetta er tó fyrstu ferð, Lena hevur konsert við egnum tilfari í eini kirkju. Eg havi ongantíð havt egna konsert í eini kirkju, so tað er ein heiður fyri meg at vera boðin til Mið­ vágs at hava konsert har. Eisini ljóðar tað spennandi, tí kirkjan er kend fyri sín góða akkustik, so eg vóni, vit øll fara at hava eina góða løtu har sunnudagin, sigur Lena. Føroyska songkvinnan er júst komin til Føroya frá konsertum í Írlandi og Danmark. Í Danmark var Lena serligur gestur hjá kanadiska ambassadørinum í Keypmannahavn, ið hevði boðið Lenu at syngja til hennara fráfaringar sam­ komu, har sendiboð fyri lond kring allan heim og aðrir innbodnir gestir komu á gátt og lurtaðu. Konsertin sunnudagin er ókeypis. Konsert við Lenu Anderssen í Miðvágs Kirkju Lena Andersen fer fyri fyrstu ferð at hava kirkjukonsert, og verður hendan í Miðvágs kirkju